Leita eftir nýggjum áleypara til VB

Leitað verður uttanlands eftir einum góðum áleypara at styrkja liðið, men formaðurin í VB viðgongur, at tað er lættari sagt enn gjørt

Fótbóltur

VB skal nú hava ein nýggjan áleypara.
Tað er tann greiði málsetningurin hjá leiðsluni í Vágs Bóltfelag.
Málsetningurin er eisini, at nýggi áleyparin skal koma til Vágs í summarsteðgin um og verða klárur at tørna til fyri VB, tá ið landskappingin byrjar aftur eftir feriuna.
John Henrik Holm sigur, at leiðslan í VB hevur fingið undirtøku frá bæði leikarum og stuðlum til at finna ein áleypara afturat og tað arbeiða vit við nú.
Men hann sigur, at skal íløga gerast í ein fremmandan spælara afturat, skal tað vera ein, sum veruliga ger mun á liðnum.
? Og tað er lættari sagt enn gjørt, tí góðir áleyparir eru eisini dýrir. Har, vit hava spurt okkum fyri, eru áleypararnir í einum príslegu, sum onki føroyskt lið kann seta seg fyri.
?Men vit hava ein lista við nøvnum, sum vit arbeiða okkum ígjøgnum og hóast onki ítøkiligt er á pappírinum, hevur hann góðar vónir um, at tað fer at eydnast.

Ikki gingið eftir vild
Tað hevur milt sagt ikki gingið eftir vild hjá VB higartil í landskappingini. Eftir fimm dystum, er VB næstniðast við einans tveimum stigum.
Enn eigur felagið fyrsta sigurin til góðar og tey bæði stigini eru fingin til vega eftir javnleik ímóti B 36 í Vági og í ímóti KÍ í Klaksvík. Annars hevur VB tapt ímóti FS Vágum í Vági og ímóti NSÍ og GÍ í Eysturoynni.
Fýra mál hevur VB skotið og av teimum hevur Birgir Jørgensen skotið tey trý.
Ein stinn verja hevur í fleiri ár verið eitt vørumerki hjá VB, men í ár hevur tann parturin haltað. Sostatt eru heili 12 mál farin ígjøgnum hjá VB higartil í Landskappingini, so tað stendur minus átta á málkontuni.
Hóast spælandi venjarin, Pedrag Zivkovic, hesi seinastu árini hevur verið stinnasti verjuleikari í føroysku kappingini, haðani hann eisini onkuntíð er komin framvið og hevur skorað, hevur hann í ár sett seg sjálvan fram í álopið, har hann spældi á yngri árum í Jugoslavia.
Men í dystinum ímóti GÍ, fór hann aftur í verjuna í eini roynd at tætta betur har afturi.

Óhepnir
John Henrik Holm heldur kortini ikki, at tað vanaliga úrslitið gevur eina rættvísa mynd av spælinum hjá VB, tí hann heldur, at orsøkin til at VB liggur so illa fyri, er at teir hava verið ótrúliga óhepnir.
? Í dystinum ímóti KÍ í Klaksvík, mistu vit sigurin, tá ið vit fingu brotsspark ímóti okkum í 92. minutti og fingu tí bert javnleik. Í dystinum ímóti FS Vágum svumu vit í møguleikum, men mistu kortini javnleikin, tá ið vit einaferð enn fingu brotsspark ímóti okkum í 92. minutti og taptu sostatt dystin.
Harafturat fingu vit seks kort í yvirtíðini í Klaksvík og tilsamans hava fýra ella fimm av teimum royndu spælarunum longu havt reytt kort og omaná alt hevur nógvir spælarar verið meiðslaðir.
? Alt hetta hevur gjørt, at enn hava somu 11 ikki spælt tveir dystir saman enn, tí vit hava verið noyddir at broyta liðið til hvønn einasta dyst og tað hevur ikki givið tað neyðuga støðufesti, sigur hann.
Samstundis eru fimm leikarar frá í fjør givnir og teir, sum eru settir við, eru ungir. Sostatt hevur VB ein 16 ára gamlan á liðnum, tveir eru 18 ára gamlar og fleiri spælarar eru 19, 20 og 21 ára gamlir.
? Teir eru allir við, tí teir eru nóg góðir, men tað tekur tíð at spæla eitt ungt lið, saman.
?Men tað skerst ikki burtur, at vit hava verið óhepnir og kortini til royndar spælarar og skaðarnar hava gjørt, at sera stór ábyrgd hevur hvílt á teimum ungu.

Gongdin vendast nú
Formaðurin í VB sigur, at øll í felagnum, bæði leiðsla, venjari og spælarar eru full samd um, at vánaliga gongdin hjá VB í ár, skal vendast - og tað skal vera nú.
? Vit hava tríggjar heimadystir á rað og spælararnir hava gjørt sær fult greitt, at teir skulu hava nógv burturúr teimum dystunum, tí nú skulu vit loysast frá botninum.
? Tað, sum hevur størstan týdningin nú, er at koma uppundan aftur og tað skulu hesir tríggir heimadystirnir brúkast til.
Fyrst kemur HB suður í morgin og teir skulu gera sær greitt, at tað verður eitt VB lið, sum er gorhungrað eftir stigum, sum teir skulu møta vesturi á Eiðinum. VB hevur allar mans tøkar til dystin í morgin og teir ætla sær at leggja hart út.
Men enn størri týdning hava helst teir báðir næstu dystirnir, tí teir eru báðir ímóti øðrum botnliðum: Næsta vikuskiftið kemur Skála suður og annað vikuskiftið eigur EB-Streymur tørn.