Fótbóltur
EB/Streymur hevur longu fleiri ferðir í ár givið tekin um, at liðið veruliga skal takast í álvara í ár.
Í bólkaspælinum í steypakappingini var liðið ósigrað á fyrsta plássinum, og tó at tað her gjørdist til eitt farvæl í dystinum móti B36, so var tað í stóran mun tilvildin, sum gjørdi, at so var.
Skapti lítið
TÍ vóru teir í B36 í øllum førum ávaraðir undan heimadystinum sunnudagin, og tað er nokk einki at ivast í, at teir í øllum førum ikki tóku serliga lætt upp á uppgávuna. Sum fremsti gullfavoritturin vóru ráðini hjá B36 til nakran stigamiss heldur ikki serliga stór eftir málleysa javnleikin í fyrsta umfarinum, men tað skuldi tó ikki ganga lang tíð, áðrenn EB/Streymur hevði boðað frá, at her var kanska okkurt í væntu.
Magni á Lakjuni, sum saman við fleiri liðfeløgunum, hevur havt sína dagliga gongd í B36-húsinum nøkur ár, fekk bóltin. Staddur við brotsteigarhornið royndi hann seg við skoti, sum at síggja til ikki var serliga vandamikið, men onkursvegna fekk Tróndur Vatnhamar als ikki hildið skotinum, sum ístaðin smoygdi sær inn í meskarnar.
Hetta gjørdist startskotið til eitt hampuliga stórt trýst frá heimaliðnum. Gestirnir tóku seg kanska eisini nakað longur aftur á vøllin, fyri síðani at dúva upp á mótálop, men tað var heimaliðið, sum setti kósina.
Hetta førdi eisini nakrar vandastøður við sær, men veruligar opnar málmøguleikar gjørdist talan tó ikki um. Gunnar á Steig hevði tað sum so ógvuliga friðarligt í EB/Streym-málinum, men brádliga var kortini javnvág í. John Petersen sendi bóltin innfyri, og tá Andrzej Pacek skuldi toyggja seg eftir bóltinum, var hann somikið óheppin at beina bóltin í egið mál.
Hildu allan vegin
Við sálarligu barlastini, sum útjavnandi málið átti at givið, skuldi setningurin hjá B36 í seinna hálvleiki verið greiður. Men tað gekk ikki long tíð, áðrenn gestirnir aftur høvdu sett kílar í.
Fríspark varð dømt nakað uttan fyri brotsteigin, og eftir eitt sindur av tosið varð gjørt av, at hesum skuldi Magni á Lakjuni taka sær av. Skotið var kanska ikki av teimum harðastu, men bólturin smeyg sær upp um múrin, og meðan Tróndur Vatnhamar bert kundi hyggja at, dalaði bólturin hegnisliga niður í nærmasta málhorn.
Hetta gav aftur gestunum høvi at spæla vanliga kontraspælið, og tað var eisini hetta, sum teir nú løgdu seg eftir. Teir lótu heimaliðið hava bóltin stóran part av tíðini, men hóast dúgliga varð roynt, so megnaði B36 ongan tíð at spæla seg ígjøgnum væl skipaða verjupartin.
Og sjey minuttir fyri leiklok fall so endaliga avgerðin. EB/Streymur hevði í fleiri førum havt upptrekk til kontra-møguleikar, og hesa ferð varð Sorin Anghel sendir avstað. Hann var mest sum leysur, men tá tveir havnarmenn vóru um at renna hann upp, steðgaði hann brádliga á. Tók eitt lítið trekk og høgdi so bóltin í kassan av brotsteigarmarkinum, og so var leyst og liðugt.
Nýggjar støður
Við sigrinum hevur EB/Streymur togað seg upp millum ovaru liðini á stigatalvuni, og hóast góðu steypaavrikini, so vóru tað helst mong, sum framvegis settu spurnartekin við liðið.
Hvussu tað fer at hylnast í longdini, kann so heldur ikki staðfestast enn, men tað tykist í øllum førum so, at liðið í ár er tað sterkasta, sum nakran tíð hevur átt heimavøll á Eiði. Ikki minst tí breiddin á liðnum nú tykist vera væl størri, enn hon aloftast hevur verið.
Hjá B36 stendur hinvegin nakað verri til. Liðið varð longu undan kappingini rópt til mest sum vísir føroyameistarar, men eitt stig av seks møguligum benda í øllum førum ikki tann vegin. Sjálvandi kann framvegis nógv henda, og enn eru 48 stig at spæla um, so avskrivast skala árstalsfelagið neyvan. Men tað er einki at ivast í, at trýstið nú liggur á liðnum. Komandi vikuna skulu teir tvær ferðir í Eysturoynna, og um ikki dystirnir móti B68 og Skála geva nakað, sum líkist seks stigum av sær, er einki at ivast í, at tolið hjá mongu viðhaldsfólkunum er um at vera uppi.
Dysturin í tølum
B36-EB/Streymur 1-3 (1-1)
0-1: Magni á Lakjuni
1-1: sjálvmál
1-2: Magni á Lakjuni
1-3: Sorin Anghel
B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Fróði Clementsen, Rúni Elttør ? Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Julian Johnsson, Heðin á Lakjuni ? John Petersen, Jákup á Borg
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Bárður OIsen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Esmar Eiðisgarð - Marni Djurhuus, Ronie Samuelsen, Marek Wierzbicki, Magni á Lakjuni ? Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel