Deyðans lækni er heili

Ayman al-Zawahiri er lækni, og hann er av teirri áskoðan, at harðskapur reinsar sálina. Eisini hevur hann ta áskoðan, at tað er í lagi at nýta harðskap ímóti fíggindum Islams, og at hann hevur rætt til at gera av, hvør ella hvørjir eru hesir fíggindar eru

 

Árni Joensen



Tann 50 ára gamli egyptiski yvirgangsmaðurin, sum meira enn eina ferð hevur prógvað, at hann er sera gløggur og dugir væl at skipa fyri, nýtir hesi evni síni og sína átrúnaðarligu grundfestu sannføring til at skipa fyri tiltøkunum ella atsóknunum hjá al-Qaeda. Tað eru eisini tey, sum halda, at tað í veruleikanum er hann, sum stýrir bæði al-Qaeda og Osama bin Laden.

Stendur Osama bin Laden á ovasta plássi á yvirlitinum eftir eftirlýstar yvirgangsmenn, stendur Ayman al-Zawahiri á næstovasta plássinum. Men kanst átti tað er verið øvugt.

Myndugleikarnir í fleiri londum hava leingi sóknast eftir egyptiska læknanum, sum verður roknaður sum eiturkoppurin, ið tvinnar saman træðrirnar í altjóða yvirgangsnótini. Interpol hevur leitað eftir honum í fleiri ár, og í Egyptalandi er hann longu dømdur til deyða fyri at hava skipað fyri bumbuatsóknini at egyptisku sendistovuni í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad fyri seks árum síðani. Men hetta var fráverudómur, tí al-Zawahiri var ikki at finna, tá egyptiski hernaðardómstólurin viðgjørdi málið.

Byrjaði ungur

Sambært myndugleikunum í Egyptalandi hevur Ayman al-Zawahiri drúgvar royndir á sínum øki. Fyri 20 árum síðani, tann 6. oktober í 1981, skutu islamskir yvirgangsmenn ílatnir sum egyptiskir hermenn egyptiska forsetan, Anwar Sadat, sum sat og eygleiddi eina hermannaskrúðgongu til minnis um oktoberkríggið ímóti Ísrael átta ár frammanundan. Meiri enn hundrað fólk vórðu ákærd í sambandi við morðið. Al-Zawahiri var ein teirra, men hann bleiv ongantíð dømdur fyri at hava verið uppi í atsóknini. Hann fekk tó trý ára fongsul fyri at hava havt vápn uppi á sær.

Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at navn hansara kom í bókina hjá egyptisku myndugleikunum. Longu í 1966 tá hann einans var 15 ára gamal, blev al-Zawahiri tikin fyrstu ferð, tí hann tá var farin upp í ein víðgongdan felagsskap, sum var ólógligur í Egyptalandi.

Endamálið hjá hesum felagsskapinum var at rudda tað egyptiska samfelagið fyri alla vesturlendska ávirkan, og sambært egyptum var hesin felagsskapurin upprunin til nógvar av teimum felagsskapum, sum hava verið virknir í Miðeystri árini síðani. Fleiri teirra aftra seg ikki við at nýta harðskap og yvirgang ímóti sínum egnu landsmonnum fyri at røkka sínum máli.

Av kendari ætt

Ayman al-Zawahiri hevur lítið felags við teir, sum vanliga gerast yvirgangsmenn. Tað er ein sannroynd, at teir muslimsku yvirgangsmenninir næstan altíð koma úr einum umhvørvi, sum hevur verið merkt av fátækradømi og skerdum samfelagsrættindum. Men tað kann ikki sigast um Ayman al-Zawahiri. Faðir hansara var professari í læknavísindi á lærda háskúlanum í Kairo, og tað var eisini her, at sonurin tók prógv sum lækni í 1974. Seinni fekk hann sær serúrbúgving sum skurðlækni.

Abbi hansara og ein abbabeiggi hansara vóru kendir og virdir menn í tí arabiska heiminum. Abbin var leiðari á sunnimuslimska lærustovninum Al-Azhar, og abbabeiggin var fyrsti aðalskrivarin í Arabisku Samgonguni.

Ayman al-Zawahiri arbeiddi eina tíð sum barnalækni, samstundis sum hann helt fram við sínum politiska virksemi. M. a. skrivaði hann nakrar bøkur um tann muslimska bróðurandan. Men síðst í sjeyti-árunum gavst hann við læknagerninginum, og stutt eftir stóð hann á odda fyri Jihad - heilaga islamska krígnum í Egyptalandi.

Tá hann hevði sitið fongsulsdómin, sum hann fekk í 1981 fyri at hava havt vápn uppi á sær, rýmdi Ayman al-Zawahiri úr Egyptalandi. Tey næstu árini ferðaðist hann víða og var m. a. í Sveits, Danmark, Saudiarabia og Afghanistan. Alla tíðina skifti hann navn, so tað var at kalla vónleyst hjá egyptisku myndugleikunum at finna hann. Tað ljóðar, at tað eisini eydnaðist honum at fáa innferðarloyvi til USA undir navninum Abdel Moez.

Heili bin Ladens

Eftir at vera komin til Afghanistan kom Ayman al-Zawahiri skjótt í hóslag við Osama bin Laden, og hann viðgjørdi eisini nógvar av hermonnum bin Ladens, sum vórðu særdir í bardaganum við sovjetska herin.

Í 1997 fóru teir báðir undir at samstarva. Tey, sum kenna teir ella samstarv teirra, siga, at tað er bin Laden, sum útvegar menn til felagsskapin al-Qaeda og eggjar teimum til heilagt kríggj. Men tað er Ayman al-Zawahiri, sum er heilin aftan fyri virksemið hjá felagsskapinum, og tað er hann, sum leggur alt til rættis.

Egyptiski sakførarin, Muntasir Zayyaf, sum fleiri ferðir hevur verið verji hjá víðgongdum muslimum, kennir Ayman al-Zawahiri, og hann er ikki í iva um, hvønn týdning tann 50 ára gamli skurðlæknin hevur fyri al-Qaeda og bin Laden:

- Zawahiri hevur sama týdning fyri bin Laden, sum heilin hevur fyri likamið, sigur Muntasir Zayyaf.