Hann var vónin hjá Vesturheiminum

Einaferð var Jonas Sawimbi maðurin, sum Vesturheimurin setti sítt álit á í Afrika. Henry Kissinger og Ronald Reagan sóu hann sum mannin, sum kundi steðga sovjetsku framgongdini í hesum heimspartinum

Jonas Sawimbi megnaði tað, sum eingin annar megnaði. Hann dugdi at blanda politikk og hernaðarstuðul saman á ein háttt, sum gjørdi, at hann fekk stuðul frá Mao í Kina, apartheid-stjórnini í Suðurafrika og frá USA. Tí hesir stuðlarnir høvdu eitt felags áhugamál: At forða sovjetsku framgongdini og ávirkanini í Afrika.
Men tíðirnar eru broyttar. Sovjetsamveldið er ikki til longur, Mao er burturi, somuleiðis Ronald Reagan, og apartheid-stýrið er eisini farið í søguna. Og seinasta fríggjadag fór eisini Jonas Sawimbi av pallinum sum ein av teimum seinastu leikarunum í tí Kalda krígnum.
Gloymdur
Tey seinastu árini var tað eingin, sum vildi kennast við hann longur, men hann helt fram at stríðast ímóti MPLA-stjórnini og heri hennara, eins og hann hevði gjørt ímóti Portugal og portugisiska herinum. Nú bardist hann ikki fyri demokratii og marknaðarbúskapi, men heldur tí øvugta.
Jonas Sawimbi vendi demokratiinum bakið, so skjótt tað ikki tænti máli hansara longur, og í teimum landspørtunum, sum hann hevði ræðið á, setti hann marknaðarbúskapin úr gildi. Bardagin var ikki longur ein bardagi fyri einari hugsjón, men heldur ein bardagi um pengar.
Hann og menn hansara høvdu fingið ræðið á tí ovurstóra diamantríkidøminum í Angola, og teir høvdu ongar ætlanir um at lata marknaðarbúskapin sleppa framat her. ST setti fleiri tiltøk í verk ímóti felagsskapi hansara, UNITA, og sjálvur fekk Jonas Sawimbi stemplið sum tann, ið hevði skyldina av borgarakrígnum í landinum, og sum hevði rikið fleiri milliónir fólk frá húsi og heimi.
Lærdi av abbanum
Jonas Sawimbi var borin í heim í 1934. Faðir hansara var tann fyrsti svarti støðleiðarin á Benguela-jarnbreytini. Loth, sum faðirin æt, var ein av teimum fáu svørtu, sum fekk somu rættindi sum teir hvítu portugisararnir í Angola.
Abbin, Sakaitir, var ein av leiðarunum í Bailundo-uppreistrinum ímóti portugisiska hjálandaveldinum í 1902 - ein uppreistur, sum kostaði umleið 2.000 afrikanarum lívið. Sum smádrongur og unglingi tosaði Jonas ofta við abban um uppreisturin og korini hjá angolska fólkinum tá, og hesar frásagnirnar gloymdi hann ongantíð.
- Portugisararnir vunnu bardagan, tí vit høvdu einki krút eftir til byrsurnar. Høvdu vit havt nóg mikið av krúti, høvdu portugisararnir ikki verið her í dag, greiddi abbin tí unga Jonas Sawimbi frá.
Í útlegd
Tað var tí ikki so løgið, at Jonas Sawimbi setti sær fyri at hava nóg mikið av krúti til bardagan ímóti sínum mótstøðumonnum, sama um tað vóru potugisar ella MPLA, og hetta lyftið helt hann.
Undir friðarsamráðingunum í nítiárunum eydnaðist tað honum at fáa ST at halda, at UNITA hevði latið øll vápnini frá sær, men í veruleikanum hevði felagsskapurin útvegað sær fleiri og meiri nútímans vápn ístaðin.
Longu tá hann gekk í skúla, gjørdi Jonas Sawimbi av at fara upp í bardagan ímóti portugisiska hjálandaveldinum. Hann gekk á einum kristnum skúla, og í 1958 fór hann til Lisboa at læra til lækna. Her fór hann upp í ein ólógligan kommunistiskan felagsskap og kom her í samband við Aghostino Neto, sum seinni gjørdist formaður í MPLA og fyrsti forsetin í Angola.
Meðan hann var í Evropa, stovnaði Sawimbi felagsskapin UNITA. Tá fasistastýrið í Portugal fall í 1974, og hjálondini fingu sjálvsstýri, hevði Sawimbi 1.500 hermenn har suðuri í Angola. MPLA og ein onnur mótstøðurørsla, sum æt FNLA, skipaðu samgongustjórn í høvuðsstaðnum Luanda, men stutt eftir sat MPLA við øllum valdinum.
Ikki valdur
Jonas Sawimbi helti til maoismuna, men skilti, at Kina var til reiðar at veita honum og UNITA sama hernaðarliga stuðul, sum Sovjetsamveldið lat MPLA. Suðurafrika sendi herfólk til Angola at hjálpa UNITA, og hetta samstarvið helt fram í 15 ár. Í Luanda gjørdi stjórnin hjá MPLA eina tilsvarandi avtalu við Fidel Castro á Kuba, sum sendi fleiri túsund kubanskar hermenn eystur um Atlantshavið.
Í 1991 eydnaðist tað at fáa partarnar at binda frið, og árið eftir var fyrsta frælsað valið í Angola. Undan valinum hevði Sawimbi verið vísur í, at hann fór at vinna, men tá saman um kom, fekk hann bert 40 prosent av atkvøðunum. Vónsvikin gjørdi hann av at kunngera, at stjórnin hevði svikað við tølunum og bað sínar hermenn taka vápnini framaftur. Bardagarnir tey næstu árini vóru teir harðastu, sum verið hava í Angola.
Í 1994 skrivaðu nakrir av næstu medarbeiðarunum hjá Jonas Sawimbi undir ein friðarsáttmála í zambiska høvuðsstaðnum Lusaka. Zawimbi sjálvur tók ongantíð undir við sáttmálanum og virdi hann heldur ikki stóvegis. Hann var boðin til Lusaka at taka lut í friðarsamráðingunum, men tók ikki av.
Spurningurin er, hvat UNITA fer at gera, nú tann gamli leiðarin er burturi eins og hansara gomlu stuðlar.