Kiksararnir á heimavølli hava kostað nógv

KÍ og NSÍ hava tapt væl fleiri stig á heimavølli, enn nýklæktu meistararnir úr HB hava gjørt, og TB var úti fyri totalum
kolapsi á Skála

SAMANUM 17. UMFARIÐ

Síðsti sunnudagurin í hesum árinum er brúktur til umfar í landskappingini. Eitt umfar er eftir. Tað verður spælt leygardagin í hesi vikuni. Tá eru dystirnir hesir: E/Streymur?GÍ, TB?HB, B68?Skála, KÍ?NSÍ og B36?VB.
Sunnudagurin bar boð um, at HB er meistari, og at TB enn eina ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild. TB hevur bara verið eitt ár í bestu deildini. Í fjør vunnu teir 2. deild frammanfyri Skála. Hesa ferð var tað Skála, sum setti síðsta seymin í hjá tvørámonnum.
Um Skála sleppur upp í part í bestu deildini komandi ár fæst at síggja, tá teir hava spælt tveir dystir ímóti B71. Í fjør spældi B71, sum tá var 1. deildarfelag, tveir dystir ímóti Skála um eitt pláss í bestu deildini. Ta ferðina vann Skála.

Meistararnir
At kappingin um FM verður avgjørd undan síðsta umfarinum, kemur meiri enn so fyri, og tey seinnu árini er tað næstan ikki komið fyri, at talan hevur verið um rættuliga finalu um FM heitið.
Í fjør var B36 fimm stig frammanfyri GÍ, tá tað restaðu tvey umfør, og í 17. umfarinum vunnu teir 1?0 á HB og FM heitið.
Í fyrraárið var VB meistari. Tá hevði HB møguleikan inntil í síðsta umfarinum. Í 1999 vann KÍ FM. Teir vóru væl á veg, áðrenn illveðursdystin á heimavølli ímóti ÍF í síðsta umfarinim.
HB hevur vunnið fyrsta FM heitið síðani 1998. Tað árið kom FM heitið upp á pláss, ta teir í seytjanda umfarinum á heimavølli vunnu 4?1 á Sumba.
Tað var ikki nógv, sum sunnudagin bendi á, at HB longu nú skuldi vinna FM. Men meðan nýggju meistararnir gjørdu tað, sum teir skuldu gera, á heimavølli, so kiksaðu bæði KÍ og NSÍ. Klaksvíkingar á útivølli í Vági og NSÍ á heimavøllinum í Runavík.
Tað er greitt, at NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur vunnið heiðursmerkir. Um tey vera úr silvuri ella úr bronsu fæst at vita leygardagin, tá KÍ fær vitjan av NSÍ. Um annað liðið vinnur, so verður tað liðið silvurvinnari. Um tað endar við javnleiki, so verður KÍ silvurvinnari. So verða teir betri í innanhýsis telvingini, tí dysturin í Runavík endaði við 1?0 sigri til KÍ.

Kiksararnir
Fyrr í summar varð fleiri ferðir nevnt, at HB átti ein orduligan skansa á heimavøllinum í Gundadali. Hagtølini vísa, at ein av orsøkunum til, at HB hevur vunnið FM, er, at teir hava verið so stinnir í Gundadali.
HB hevur vunnið allar heimadystirnar uttan tann ímóti B36. Tann dystin vann árstalsfelagið 2?1, men HB vann "útidystin" ímóti B36 við somu tølum.
KÍ hevur mist fimm stig á heimavølli undan NSÍ vitjanini. Teir hildu seg vera óhepnar, tá teir í fyrsta umfarinum taptu 3?2 ímóti B36, og tað var regulert kloss, tá teir ikki megnaðu meiri enn 0?0 í Klaksvík ímóti VB.
NSÍ hevur verið nógv meiri skinklut enn so á heimavølli. Lykladystirnir ímóti KÍ og HB eru taptir ? ávikavíst 1?0 og 2?0, og harafturat hevur NSÍ í Runavík tapt ímóti B68 og spælt 1?1 ímóti B36 á heimavølli.
Við øðrum orðum hevur HB tapt trý stig í Gundadali, meðan KÍ hevur tapt fimm í Klaksvík, og NSÍ hevur tapt tíggju stig í Runavík. Tað eigur í hvussu so er hjá NSÍ at vera nakað at hugsa um, at teir bara hava tapt sjey stig á útivølli ella bara helmingin av tí, sum teir hava tapt á heimavølli.

Botnurin avgreiddur
Tvørámenn fóru longu leygarmorgunin norður um. Teir hildu til á Svangaskarði leygarkvøldið, men tað segði tað sama. 8?0 tap ímóti teimum næstniðastu var totaleyðmýking.
Aldursforsetin er aftur í 2. deild. Spurningurin er so, hvussu tað fer at laga seg komandi árini. Tað eru fimm lið um uppflytingarboðið, og tað er ikki so ógvuliga torført at sleppa upp aftur í bestu deildina. Men tað er torført at halda tørn um nývunnið pláss í 1. deild.
Undantøkini frá hesum hava hesi seinastu árini verið EB/Streymur, sum sunnudagin leingi megnaði at vera við til at varðveita spenningin í næstsíðsta umfarinum, og so Skála, sum nú hevur vunnið tvær ferðir í bestu deildini.
Leygardagin var FS Vágar í Fuglafirði. Teir høvdu longu frammanundan tryggjað sær uppflytingina, og kanska vóru teir ikki tunaðir til síðsta umfarið. Men avrikið ímóti ÍF boðaði ikki frá, at FSV ikki fer at stríðast fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini.
HB verður ynskt hjartaliga tillukku við FM heitinum, og FS Vágum verður ynskt alt tað besta í 1. deild.