Týsnáttina 25.03.2003 andaðist Vilgerð 63 ára gomul aftan á langa og stranga sjúku.
Vilgerð var dóttir teirra Dánial Jacob Hansen úr Frammistovu á Norðoyri og Astrid av Selatræð.
Vilgerð var væl kálvfødd bæði til likams og sálar. Hon gekk í framhaldsskúla í Klaksvík, sum tá á døgum ikki var so mongum ungfólki í sóknini beskorið. Seinri fór hon niður á Bispebjerg Hospital at útbúgva seg til sjúkrasystur, og man tað fyri hana og okkum øll hava verið eitt heppið yrkisval, tá hugsað verður um, hvussu mikið hon hevur lagt eftir seg á tí økinum, sjálv fakliga framúr væl fyri, eins og hon í sínum yrki hevur skorðað væl undir at menna føroyska sjúkrarøkt.
Hon giftist yvir til India og fekk í 1972 við fyrra manni sínum Sohrab Modi einkardóttrina Manijeh. Um hetta forvitnisliga lívsskeið hennara, fjart av landi skotin, hevur staðið grein í føroyskum myndablaði.
Seinri fóru so Modi og Vilgerð sundur, og Vilgerð flutti saman við dóttrini heimaftur á klettarnar, har Vilgerð fekk arbeiði á psykiatrisku deild, og tá deild V varð fingin okkum aftur frá Andveikraverndini og endurreist sum m.a. ellispsyki-atrisk deild, gjørdist Vilgerð leiðandi sjúkrasystir har.
Vilgerð hevur altíð havt serligan áhuga og kunnleika í slíkari sjúkrarøkt og meg minnist aftur á, hvussu væl, eldhugað og nærløgd hon fyrireikaði síni starvsfólk til hesa serligu røktaruppgávu.
Tá so nakað seinri yvirsjúkrasystirin yvir allari psykiatriskari deild fór frá fyri aldur, varð Vilgerð við sínum serliga fakliga førleika sjálvsøgd at taka eftir í hesum ábyrgdarstarvi og harvið verða partur av sjálvari depilsleiðsluni.
Samstundis helt hon áfram við at nema sær ískoytisútbúgvingar m.a. innan roknskap, leiðslu og fyrisiting. Hetta var ein trupul tíð at standa á brúnni. Tað var samfelagskreppa við herviligum niðurskurðum á sjúkrahúsøkinum. Samstundis vóru stórar rembingar á sjúkrahúsbygnaðinum, sum skiftandi fremmand konsulentfirma gjørdu sær dælt av við líka so skiftandi loysnum, og ein var so at leggja yvirsjúkrasystrastarvið (og harvið Vilgerð) niður fyri stutt eftir at kúvenda og endurstovna embætið. Men Vilgerð fór so av sjúkrahúsinum med alla og starvaðist eitt skifti sum heimasjúkrasystir, inntil hon, framvegis eldhugað fyri ellissjúkrarøkt, skuldi fara á Lágargarð at arbeiða, men um tað mundið fekk hon sjúku, sum skjótt skuldi vísa seg at vera óbøtandi, og nú bleiv tað til, at hennara langa og stranga ferð at deyðanum umsíðir fekk ein enda.
Vilgerð var ikki bangin fyri at hyggja deyðan í eyguni, og djørv, sum hon var, viðvirkaði hon fyri eini tíð síðani í forvitnisligari og hjartanemandi blaðgrein um sína støðu.
Sjálvur fekk eg tann framíhjárætt í mong ár bæði at samstarva við Vilgerð umframt at hava eitt ósvikaligt vinarlag við hana.
Ikki so at sjógvar ikki brutu millum tvey so bersøgin fólk sum okkum bæði, tó eg ikki minnist sólina seta undan nakrari vreiði okkara millum.
Til tess var Vilgerð alt ov skemtingarsamur, sjálvironiskur og í grundini flógvur persónur.
Og hóast onkuntíð strævið kann tað vera ruddiligast at fáa greið boð í eini tíð, har tað annars tykist vera gott latín sum mest bara at behaga fyri ikki at siga at vera hálur.
Har hon ferðaðist, kveikti hon lív og kjak í, setti fram spískar, viðkomandi fakligar spurningar og var sostatt ein góður sparringspartnari, fakkøn sum fáur.
Og galt tað um at stuðla eini góðari søk, so lá hennara partur ikki eftur, og man Vilgerð sum íbirtari, kveikjari og tilelvari eiga ein stóran part av heiðrinum fyri tí stóru menning, sum føroysk sálarsjúkrarøkt hevur verið fyri serliga hesi seinru árini millum yngri og eldhugað starvsfólk.
Vilgerð hevði stóran áhuga fyri samfelagsspurningum, bæði í politikki og í fakfelagshøpi, har hon gjørdi seg beinleiðis galdandi. Hon var ógvuliga stættartilvitað og Gud náði tann, sum ikki sýndi sjúkrasystrayrkinum og tí stætti nóg frægan ans. Tá kundi hon av álvara reisa uggafjaðrarnar, gerast hvøss, og tað var ikki gamansleikur at vera fyri.
Persónliga eri eg fegin um at hava kent Vilgerð sum klaksvíking, arbeiðsfelaga og ósvikaligan persónligan vin, og eg fekk ongantíð høvi til at ivast í hennara grundleggjandi góðsku og samhaldsfesti.
Fyri nøkrum árum síðani giftist Vilgerð uppaftur við Andriasi Sjóvará av Strondum, og fingu tey eitt gott og harmoniskt, tó tíanverri alt ov stutt lív saman við børnum í báðum giftum.
Vilgerð var ógvuliga góð við Andrias og hansara og ikki minst sína egnu einkardóttur.
Við deyða Vilgerð er ein megnarkvinna farin, men fyri deyðanum má sjálvt hin sterki eisini lúta.
Hon verður sárliga saknað, og okkara tankar leita til tykkum øll og okkum mongu, sum stóðu henni so nær.
Hvíl í friði, góða Vilgerð.
???????
EyJo