sum verður lagt út sum, at landsstýrismenn ella løgmaður ynskja at blaka torvmold í eyguni á fólki. Hetta er eitt krepputekin hjá andstøðuni, og tí eigur hon at ansa sær, at hon ikki loypir heilt framav. [...] fleiri orsøkir til hetta. Ein orsøkin kann vera tann heilt einfalda, at teir hundrað dagarnir nú eru lidnir. Hetta plagar vanliga at merkja, at friðingartíðin hjá einum landsstýri er av. Hetta kann eisini stava [...] stava frá frustratiónum av, at tað ikki eydnaðist at taka samgonguna av ræði í fíggjarnevnindi. Ella, at tað við øðrum orðum er vorðið greitt, at tann sera framfýsni semjusøkjandi politikkurin hjá andstøðuni
politikarar at fremja tøku av fólkakirkjuni, og hetta verður gjørt uttan fyrst at leggja málið fyri teir umleið 38000 limirnar í kirkjuni; føroyskum demokratii so líkt. Og nú, í seinastu løtu, kemur í ljósmála [...] ljósmála, at biskuppur, dómpróstur og óivað fleiri prestar als ikki kunnu mæla til, at eitt so stórt og fyri flest øll kirkjufólk álvarsligt mál verður framt, uttan at lógarkompleksið, sum kirkjan í dag hvílir [...] tekur seg upp, er ikki hugaligt at ímynda sær. Um biskuppur, dómpróstur og prestar fara at takka farvæl, hava okkara politikarar framt eina gerð,sum ikki kann bøtast um, og syngið tá, at ”kirkjan hon er
okkum, at vit ikki hava megnað at umseta allar greinarnar. Møguliga verða tær umsettar sohvørt og settar í aftur blaðið. Vit fara við hesum at minna á orðini hjá løgmanni um at sláa kalt vatn í blóðið [...] tað merkir ikki, at eitt lønandi oljufund er gjørt. Tað vil tíðin vísa. Hetta er so ein byrjan men heldur ikki meira enn tað sum ein av rithøvundunum so rætt vísir á. Vit mugu ansa eftir ikki at selja skinnið [...] hvussu grannar okkara í Hetlandi, Orknoyggjum og Skotlandi hyggja norðureftir og líkasum leggja upp til samstarv. Vit skulu tó ikki verða blind fyri, at hetta gera teir eisini fyri at fáa nakað burtur úr
langt út um mark, og tað er ógjørligt at ímynda sær, at allir formenninir í fótbóltsfeløgunum veruliga skulu halda, at hetta er í finasta lagi. Nei, tí tað er ikki í lagi, og hvørki formenninir, fótbólturin [...] sjálvur átti, eigur at fáa allar ávaringarlampur at lýsa reytt! At hann so eftirfylgjandi fjalir hetta fyri bæði forseta og starvsnevnd, eigur at fáa flestu av perunum at bresta! Men at starvsnevndarlimir [...] koma í nánd av nakrari loysn í aðalskrivaraósemjuni, er ikki ilt at ímynda sær, hvør so er loysnin, tá allir partar nú boða frá síni klettaføstu trúgv uppá, at tann fjórði fundurin hjá starvsnevndini í minnin
hækking í reallønini sum skattalættin?, sigur Karsten Hansen. Skattalættin, sum Løgtingið hevur samtykt, fer at kosta landskassanum 270 mió. kr. í mistum inntøkum. Og Karsten Hansen er ikki í iva um, at hvørki [...] ellivu prosent. Men hetta heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vera alt ov mikið. Sáttmálin skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum, men hetta ætlar Karsten ikki at gera soleiðis uttan [...] n telja nógv í komandi samráðingum. Men hetta vilja fakfeløgini ikki hoyra talan um, og tey afturvísa blankt, at skattalættin fær nakra sum helst ávirkan á lønarkørv. Á 1. mai haldinum í Havn staðfesti
hon var upptikin í arbeiði sínum í Dagtilhaldinum í Klaksvík Nú var farið at nærkast sumri 2007, og ein ávísan dag í juli mánaði í fjør ringdi Hákun heim fyri at frætta tíðindi. Hetta var 7. juli – altso [...] bæði, bar ikki til at tosa saman í telefon ella við Skype, tí sambandið var so vánaligt. Hjá hesum forelskaða parinum var ikki annað at gera enn at senda teldupost sínámillum. - Eg haldi, at hon so við [...] stákast við at gera ein drekkamunn kláran. - Eg veit ikki rættiliga. Eg dugi ikki so væl at slappa av. Men fríggjadagin ætli eg mær einki at gera. Hesin dagur skal verða mín frídagur. - Eg ætli mær at spæla
greiddi hinvegin frá, at tað var ákærdi, sum bað hann um at smugla. Hetta fyrsta vitnið var ikki serliga nágreiniligur í síni vitnifrágreiðing, og í fleiri førum segði hann seg ikki minnast, hvussu leikur [...] av kokaini. Hetta vitnið hevur longu fingið eitt ára fongsulsrevsing fyri hetta. Tann ákærdi hevur játtað hetta lógarbrotið, men hann hevur greitt frá, at tað var flogtænarin, sum skeyt upp at smugla á henda [...] segði, at hann hevur forvunnið millum 800 og 900 túsund krónur, sum ikki eru skrásettar, og tá er sølan av hassji íroknað. Tann ákærdi greiddi frá, at hann var í peningaligum trupulleikum, og at hann skyldaði
meldað út, at treytin fyri, at hann er við, er, at talan verður eitt samráðingarupplegg, ið leggur upp til ein felagsskap Føroyar og Danmarkar ímillum. Hetta gevur ábendingar um, at talan ikki longur er [...] tað høvuðsinnihaldið í ritinum, sum skal í uttanlandsnevndina, ið varð viðgjørt á landsstýrisfundinum í gjár. Men fyri at tað skal bera til at gera broytingar, verður innihaldið ikki latið uttanlandsnevndini [...] ríkisrættarligu støðuna og loysing. Tó ber ikki til at fáa nakað nágreiniligt at vita enn. Landsstýrið vil nevniliga ikki gera viðmerkingar til innihaldið í samráðingarupplegginum. Sambært Høgna Hoydal
Men tað hevur ikki víst seg at vera áhugi fyri hesum frá føroyskari síðu. Jóannes Eidesgaard heldur tó, at er vinnulívið í Føroyum sjálvt sinnað til at fara út í verð við tí fyri eygað at selja føroyskar [...] sendiharrin á, at tað hevur týdning fyri teir, at vit hava nakað serligt at bjóða og at vit megna at sjónliggera Føroyar sum ferðamannaland við at vísa á eitt nú okkara ríka fuglalív, tað at man kann fara [...] men áhugin var so ikki til steðar. ?Vit eiga at kaða úteftir og ikki blíva við at hyggja inneftir í seg sjálvan. Vit eiga so at umhugsa, um vit ikki sjálvi kunnu senda slíkar sendinevndir til onnur lond
okkum í náttúruni, vænta vit sum oftast ongantíð at síggja burturkastið aftur. Men tað merkir ikki, at burturkastið verður vekk. Tað er ikki óvanligt, at føroyskt burturkast verður funnið á strendum í øðrum [...] hátt er rikið upp á strendurnar í okkara grannalondum. - At fáa slík prei illustrerar nokkso væl, at trupulleikin við plasti í havinum er ikki bara “hini”, men at vit í lítlu Føroyum eru eisini partur [...] yvirflóð, so illustrerar hetta væl, hvussu altjóðakendur trupulleikin við dálking er. Og tá er tað betur at vita enn ikki at vita. Tað er eisini tí, at granskarar arbeiða hart fyri at lýsa útbreiðslu, ferðing