Vitjan
Hóast uppgávurnar eru mangar heima í Føroyum, so vísir Jóannes Eidesgaard, løgmaður ikki aftur tankanum um, at hann sum Føroya løgmaður kann vera við á vinnuferðum í útlandinum, sum hava til uppgávu at fáa føroyskum fyritøkum og vørum innivist á fremmandum marknaðum sum eitt nú tí japanska.
Mánadagin hevði løgmaður vitjan av japanska sendiharranum í Danmark, Gotaro Ogawa og 1. Skrivaranum Hajime Matsumura. Eftir fundin duldi løgmaður ikki fyri, at hann sjálvur, um ynski er um tað, kann vera við til saman við vinnulívinum her heima at fara út um landoddarnar og marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur.
Men hann heldur, at ein fortreyt fyri hesum er tann, at tað fyrst og fremst er vinnulívið sjálvt, sum tekur stigið til samstarv og handilslig tiltøk. Er tað so tørvur á at fáa stuðul frá tí politisku skipanini eitt nú løgmannsembætinum til at fáa veruliga gongd á nýggj markanaðrlig átøk, so fer hann ikki at vísa tí aftur.
Tað hevur annars staðið føroyskum vinnulívi í boði at fara við til Japans saman við eini danskari sendinevnd, har sjálv Margaretha drotning er við sum flaggberari. Men tað hevur ikki víst seg at vera áhugi fyri hesum frá føroyskari síðu.
Jóannes Eidesgaard heldur tó, at er vinnulívið í Føroyum sjálvt sinnað til at fara út í verð við tí fyri eygað at selja føroyskar vørur, so vil hann fegin stuðla undir tí. Tað er so eisini í tráð við royndirnar hjá landsstyrinum og her serliga løgmansembætinum at gera Føroyar meira sjónligar á útlendska pallinum. At tað so eisini vísir seg aftur á tí vinnuliga økinum heldur løgmaður vera heilt náttúrligt.
Annars sigur hann, at samrøðurnar millum hann og japanska sendiharran vóru sera áhugaverdar. Teir tosaðu um fiskivinnusamstarv men komu eisini inn á annað samstarv eitt nú á ferðavinnuøkinum. ?Eg segði sendiharranum, at vit høvdu fegin viljað sæð fleiri japanesarar á vitjan í Føroyum. Hann helt fyri, at her er ein møguleiki, men so mugu vit eisini til at markanðarføra okkum betri, tvs. at leggja okkum á somu kós sum íslendingar, sum hava dugað sera væl at marknaðarføra ávís ting í Íslandi so sum fiskitúrar ol.
Løgmaður heldur annas, at vit eiga at vísa fremmandum sendiharrum virðing og vísa teimum okkara land og tað vit hava at bjóða uppá. Vit eiga so eisini at brúka høvið til at fregnast um, hvørjir samstarvsmøguleikar er við lond teirra, og hetta var tí eisini eitt av málunum, sum løgmaður viðgjørdi á fundinum við japanska sendiharran í Tinganesi mánadagin.
Jóannes Eidesgaard sigur, at politiskt er man sera opin fyri nýggjum samstarvsmøguleikum við eitt nú Japan og heldur hann tað eisini er sera umráðandi, at vinnan sjálv meldar út við tí, sum hon hevur áhuga fyri.
Løgmaður vísir á, at vit selja í dag eitt nú síl og rækjur til Japan og eiga vit at royna at fáa tollforðingar so langt niður sum til ber. Japan er annars ikki kent fyri at hava fríhandilsavtalur við onnur lond. Men japanski sendiharrin metti, at tað ikki var ómøguligt at fáa avtalur fyri einstakar vørur.
Tosað varð eisini um, at Føroyar og Japan sum fiskivinnutjóðir eru samdar í fleiri málum, eitt nú tá tað kemur til hval. Løgmaður undirstrikaði á fundinum týdningin, at føroyingar kunnu halda fast um rættin at gagnnýta tilfeingi í havinum, soleingi vit kunnu prógva, at vit gera tað á burðadyggan hátt. Løgmaður vísti her til grindahvalin, har hetta ikki er nakar trupulleiki og har við hava væl dokumenterað hagtøl. Løgmaður nevndi eisini møguleikan fyri at kunna keypa tvøst.
Eisini ferðavinnan fylti nógv á fundinum. Løgmaður helt fyri, at tað hevði verið hugaligt at fingið fleiri japanarar henda vegin, nú teir vitja grannalondini sum Ísland og Noreg. Her vísti sendiharrin á, at tað hevur týdning fyri teir, at vit hava nakað serligt at bjóða og at vit megna at sjónliggera Føroyar sum ferðamannaland við at vísa á eitt nú okkara ríka fuglalív, tað at man kann fara á flot etc. Eisini gransking innan biotøkni hevði japanskan áhuga, har m.a. gongd er komin á eina royndarætlan á Eiði.
Góður fundur
-Samanumtikið so var hetta ein góður fundur. Hann vísti, at japanarar eru sera málbevístir og leggja stóran dent á kvalitet. Teir eru krittiskir á fiskivinnuøkinum, men fáa teir tað teir biðja um, so eru teir eisini til reiðar at gjalda fyri tað. At Japan er eitt áhugavert land vísir m.a. tann sannroynd, at Ísland hevur latið upp sendistovu í Tokio.
Løgmaður heldur annars, at føroyingar eiga at vera meira offensivir, tá talan er um at vinna sær marknaðir og vísir í hesum sambandi á, at ein sendinevnd úr Danmark og Grønlandi við drotningini á odda í november fer til Japan og har okkum eisini stóð í boði at vera við, men áhugin var so ikki til steðar. ?Vit eiga at kaða úteftir og ikki blíva við at hyggja inneftir í seg sjálvan. Vit eiga so at umhugsa, um vit ikki sjálvi kunnu senda slíkar sendinevndir til onnur lond, og her er so eisini ein møguleiki at eitt nú løgmaður kann vera við, men tað er ein fyritreyt, at tað er áhugin frá vinnuni sjálvari, sum má vera ígongdsetarin. Hyggja vit eftir íslendarunum síggja vit, at teir dríva á og leggja seg eftir at fáa kvalitetsvørur út til marknaðirnar. Hetta við hópframleiðslu og tað sum lágkostnaðarlondini kunnu gera bílgari enn vit, tað skulu vit gloyma alt um. Tað er annað vit skulu satsa uppá í dag.