Ymiskar frágreiðingar

Tann ákærdi greiddi rættinum frá hósdagin, at hann ikki hevur forvunnið pening uppá hørð rúsevni sum kokain og amfetamin, men hann váttaði, at hann hevur forvunnið 100.000 krónur uppá at selja 2 kilo av hassji í Føroyum

NARKO

Tvey vitni vórðu avhoyrd í Føroya Rætti hósdagin, tá rættarmálið í rúsevnismálinum helt fram. Annað vitni var ein fyrrverandi flogtænari, sum greiddi frá, at hann í tveimum førum hevði smuglað eitt kilo av hassji fyri ákærda umframt 54 gramm av kokaini. Hetta vitnið hevur longu fingið eitt ára fongsulsrevsing fyri hetta.
Tann ákærdi hevur játtað hetta lógarbrotið, men hann hevur greitt frá, at tað var flogtænarin, sum skeyt upp at smugla á henda hátt. Vitni greiddi hinvegin frá, at tað var ákærdi, sum bað hann um at smugla.
Hetta fyrsta vitnið var ikki serliga nágreiniligur í síni vitnifrágreiðing, og í fleiri førum segði hann seg ikki minnast, hvussu leikur fór fram.
Hann greiddi frá, at hann fekk 5.000 krónur fyri tann fyrsta pakkan við hassji, og at hann fekk 10.000 krónur fyri tann næsta. Fyri smuglingina av kokaini fekk hann umleið ein triðing av nøgdini av kokaini til egið brúk.
Tann ákærdi hevur hinvegin greitt frá, at flogtænari fekk 20.000 krónur fyri smuglingina. Her vóru frágreiðingarnar ymiskar.
Tann 36 ára gamli danin vil vera við, at hann ongan pening hevur forvunnið við at selja hørð rúsevni sum kokain og amfetamin. Hann váttaði, at hann hevði forvunnið einar 100.000 krónur fyri søluna av tveimum kilo av hassji, men at hann hevði mist pening uppá hørð rúsevni, tí tað hevði hann nýtt sjálvur.
Ákærdi greiddi annars frá, at tað gekst sera illa at sleppa av við hassjið, sum flogtænarin hevði smuglað fyri hann.

Fíggjarligu viðurskiftini
Tann ákærdi var hósdagin tráðspurdur um síni fíggjarligu viðurskifti. Hann hevur eina MVG-skrásetta fyritøku, sum hann er einsamallur um. Henda fyritøkan hevur staðið fyri útgávu at trimum bókum, blaðnum Ítróttur og Frítíð og hon hevur eisini skipað fyri konsertum.
Tann ákærdi hevur tó enn ikki latið roknskapin fyri 1999 inn, tí lítið skil er í pappírunum. Ákærdi segði, at hann hevur forvunnið millum 800 og 900 túsund krónur, sum ikki eru skrásettar, og tá er sølan av hassji íroknað.
Tann ákærdi greiddi frá, at hann var í peningaligum trupulleikum, og at hann skyldaði nógvan pening. Leysliga mett einar 250.000 krónur til ymiskar fyritøkur og feløg í Føroyum.
Ákæruvaldið spældi síðani nakrar avlurtingar frá heiminum hjá tí ákærda, har hann tosaði um, at hann kundi forvinna 50.000 krónur um mánaðin við at selja rúsevni.
Til hetta svaraði ákærdi, at tað bara var reyp og skrøgg, sum hann onkuntíð fortaldi fólki, og tey vóru altíð ovfarin av hesum. Hann hevði als ikki forvunnið so nógvan pening fyri rúsevnini, tí so hevði hann ikki verið í so stórum fíggjarligum trupulleikum.