Oddagrein· Vøtnini skiljast

Vøtnini millum samgongu og andstøðu eru um at skiljast. Í byrjanin var alt at kalla idyllur, og andstøðan fekk eitt uppskot fyri og annað eftir samtykt á tingi við atkvøðunum hjá samgonguni. Andstøðan setti politisku dagsskránna og fekk til hetta góða hjálp frá vælmeinandi tingmonnum úr samgonguni, sum av einum erligum hjarta royndu eftir tí breiðu semjuni.

Tað sá eisini út sum, at tað skuldi verða andstøðan, sum avgjørdi, hvussu fíggjarlógin skal síggja út. Tá álitið frá fíggjarnevndini kom fyri dagsins ljós, vísti tað seg, at andstøðan hevði sett so nógv og so greflig fingramerki á uppskotið, at tað gjørdist landsstýrismonnum samgongunnar ovboðið. Tá fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin so omaná alt fór í sjónvarpið og segði uppskotið vera sítt uppskot, fleyt bikarið yvir.

Málið fór aftur í fíggjarnevndina, og endin gjørdist, at uppskotið hjá samgonguni varð samtykt við nøkrum av hjartamálum andstøðurnar. Nú er so vent í holuni, og andstøðan er farin í frontalálop á samgonguna. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hetta. Ein orsøkin kann vera tann heilt einfalda, at teir hundrað dagarnir nú eru lidnir. Hetta plagar vanliga at merkja, at friðingartíðin hjá einum landsstýri er av. Hetta kann eisini stava frá frustratiónum av, at tað ikki eydnaðist at taka samgonguna av ræði í fíggjarnevnindi. Ella, at tað við øðrum orðum er vorðið greitt, at tann sera framfýsni semjusøkjandi politikkurin hjá andstøðuni nú er miseydnaður.

Andstøðan sær nú vandan fyri at verða sett heilt út í myrkrið av eini samongu, sum hevur ein so stóran meiriluta aftan fyri seg, at henni ikki nýtist at samstarva. Tað er her vit helst skulu finna orsøkina til at samgongan knappliga finnur seg sjálva undir álopi, tað verið seg av stórmálum sum ES og NATO ella av einum hvørjum tíðindaskrivi, sum verður lagt út sum, at landsstýrismenn ella løgmaður ynskja at blaka torvmold í eyguni á fólki. Hetta er eitt krepputekin hjá andstøðuni, og tí eigur hon at ansa sær, at hon ikki loypir heilt framav. Landsstýrið eigur eisini at ansa eftir, at tað ikki einvíst nýtir sín stóra meiriluta móti andstøðuni. Tann breiða semjan er altíð sterkasta loysnin, um tað væl at merkja er sitandi samgonga sum setir politisku dagsskránna.

Sosialurin