Vegamót á Atlantsmótinum

Hóast føroyingar í løtuni ? og tað er ikki so løgið - fylgja mest við, hvussu gongur við leitingini eftir olju og gassi her á okkara egna landgrunni, so vil framtíðin helst at verða tann, at vit fara at eygleiða alt Atlantsmótið undir einum tvs. alt økið millum Føroyar og Hetland.

 


Tí leiting, síðani fund og at enda útbyggingar á báðum síðum av Hetlandsrennuni fara so ella so at kunna ávirka gongdina báðumegin markið.


Hetta ásanna vit longu í dag, har bæði myndugleikar og oljufeløg við stórum áhuga fylgja við, hvat hendir á báðum síðum av Hetlandsrennuni. Leiting og fund øðrumegin markið kunnu hava týdning fyri gongdina hinumegin osfr. Ja stór fund kunnu entá hoyra báðum økjunum til, soleiðis at tað verður neyðugt at finna skilagóðar loysnir at útvinna hesi fund ? til felags besta. Eitt dømi um hetta er kanska feltið, sum Amerada Hess heldur seg hava fatur á, eitt felt, sum kann liggja bæði á føroyskum og á bretskum øki. Amerada fer at bora í sínum loyvi bretsku megin markið næsta ár, og tann boringin kann hava stóran týdning fyri leitingina okkara megin markið. So hesar boringarnar koma uttan iva at stuðla undir hvørja aðra.


Tað kann hugsast, at skilagóðar útbyggingar báðumegin og tvørtur um markið kunnu vera okkum til gangs. Her verður ikki minst hugsað um ein komandi infrastruktur í øllum økinum, ið bæði kann menna gass- og oljuframleiðslu.


Vit síggja eisini, hvussu grannar okkara í Hetlandi, Orknoyggjum og Skotlandi hyggja norðureftir og líkasum leggja upp til samstarv. Vit skulu tó ikki verða blind fyri, at hetta gera teir eisini fyri at fáa nakað burtur úr ?okkara? olju ? og júst tað sama kann sigast um okkum, har vit royna at fáa sum mest burtur úr teirra olju við eitt nú at kunna veita vørur og tænastur um markið eisini.


Skulu vit tí hyggja longur fram í tíðina ? og tað skulu vit ? so eiga vit at menna alt økið undir einum og harvið menna samvinnuna við okkara næstu grannar.


Alt hetta krevur so, at tað verða gjørd lønandi olju ella gassfund á Atlantsmótinum. Tíðin, sum liggur fyri framman, fer at geva okkum svarið. Amerada Hess og hini feløgini í samtakinum fara at brúka komandi átta mánaðirnar at finna fram til, um tey skulu halda fram við kanningum eitt nú boringum fyri at vita, um hetta fundið kann blíva lønandi. Og um somu tíð fer triðja samtakið, Agip og Føroya Kolvetni at gera klárt til sína boring, ikki so langt frá Amerda Hess blokkinum. Aftrat hesum kemur, at fleiri brunnar verða boraðir hinumegin markið næsta ár. Ein kann tí siga, at 2002 verður eitt avgerandi ár fyri Atlantsmótið.


Vit standa tí við eitt týðandi vegamót á Atlantsmótinum. Bæði føroyingar, hetlendingar, orknoyingar, skotar og bretar og fyri ikki at tala um øll oljufeløgini. Eitt lønandi fund á føroyaleiðini kann koma at virka sum ein katalysatorur fyri alt økið sum so. Og eitt fund beint hinumegin markið kann somuleiðis fáa stóran týdning fyri okkara øki.


Ætlanin við serblaðnum tygum hava í hondini í dag er geva enn eitt íkast til orðaskiftið um oljuna og Føroya framtíð. Lesararnir verða helst kløkkir av, at her eru greinar á fleiri málum. Oljuvinnan er ein altjóða vinna og oljumálið er enskt. Vónandi bera lesarararnir yvir við okkum, at vit ikki hava megnað at umseta allar greinarnar. Møguliga verða tær umsettar sohvørt og settar í aftur blaðið.


Vit fara við hesum at minna á orðini hjá løgmanni um at sláa kalt vatn í blóðið. Olja er funnin, men tað merkir ikki, at eitt lønandi oljufund er gjørt. Tað vil tíðin vísa. Hetta er so ein byrjan men heldur ikki meira enn tað sum ein av rithøvundunum so rætt vísir á. Vit mugu ansa eftir ikki at selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Og tað er hon langt frá enn. Góða ráðstevnu.


Sosialurin