Analysa
Eftir formansfundin leygardagin var tað sum at sletta vatn á gás, tá roynt var at forvitnast um, hvat ítøkiliga búði undir ullintu og innballaðu orðingini hjá fótbóltsformonnunum um, at »starvsnevndini verður álagt at loysa samstarvstrupulleikarnar«. Einki nyttaði heldur at dyrgja eftir, um ikki onkur mundi leka eitt ella annað, tí har vóru allir tættir sum tunnan. Sum skiltist, høvdu formenninir og eisini starvsnendarlimirnir fingið múlaband, og teimum var enntá álagt, at teir ikki so frægt sum kundu kunna sínar egnu nevndarlimir um tað, sum var farið fram.
Spurningurin er so, um tað ger so stóran mun, tí tá starvsnevndin hevur sitið á trimum fundum, uttan at koma í nánd av nakrari loysn í aðalskrivaraósemjuni, er ikki ilt at ímynda sær, hvør so er loysnin, tá allir partar nú boða frá síni klettaføstu trúgv uppá, at tann fjórði fundurin hjá starvsnevndini í minnin enn eina viku skal loysa alt málið. Skulu meirilutin og minnilutin møtast, er tað bara í sjálvum sær ein staðfesting av, at formenninir í veruleikanum hava verið nógv greiðari og klárari í síni talu til starvsnevndina, enn bleyta niðurstøðan annars fortelur nakað um.
Øllum mundi vera greitt, at tað, sum hevur gingið fyri seg í Fótbóltssambandi Føroya síðstu tíðina, bæði politiskt og umsitingarliga, í flestu eygum man líkjast mest einari hálvvánaligari tragikomediu. Har er nógv hent og farið fram, sum føroyskur fótbóltur slett ikki kann liva við, og nú hjálpir einki uttan upprudding við fastari hond og sterkum lúti. Hvussu føst hondin verður og hvussu sterkur lúturin er, fæst ikki at vita endaliga, fyrr enn eftir fundin í morgin, men skriftin á vegginum sigur sítt.
Himmalrópandi
Tað var í farnu viku, at tað kom fram, hvussu aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum hevði roynt at dult fyri ovastu leiðsluni á sínum arbeiðsplássi, at hann á hægsta stað í europeiskum fótbólti hevði staðið skúlarætt og ikki færri enn tvær ferðir hevði fingið revsing fyri tað, hann hevði gjørt. At so revsingin linkaði aðru ferð, so talan bara bleiv um eina átalu, sigur vælsaktans meira um UEFA enn um tað, sum er hent. Einki bendir á, at UEFA er minsta petti reinari enn IOC ella FIFA, ið eru kend fyri rotinskap, mutur, rossahandlar og alt tað, sum er í andsøgn við frasuna um Fair Play!
Tá søgan kom fram og UEFA-pappírinum í málinum vórðu lisin ígjøgnum, mátti tú fleiri ferðir gníggja tær um eyguni. Hetta var so himmalrópandi langt úti, at tú ikki visti, um tú skuldi flenna ella gráta, tí hetta líktist meira handritinum til ein vánaligan B-film, enn nøkrum, ið ein aðalskrivari í fullum álvara skuldi havt gjørt, tí hann vildi avdúka ukrainska mafiu. Forbarmi seg!
Sum fleiri longu hava víst á, er einki odiøst í, at ein púra vanlig ferðaskrivstova í Ukraina leitar sær til teirra, ið eiga EM-atgongumerki, tá hon ætlar sær at keypa slík atgongumerki. Og eingin orsøk er til at síggja Sport Line Travel sum eina øðrvísi ferðaskrivstovu enn okkara egnu Faroe Travel, 62 Norður, Fonn Flog ella aðrar. Einasta samband, henda ferðaskrivstova sær út til at hava við ukrainska fótbóltssambandið, er samstarv um fyriskiping av ferðum. Tað luktar hvørki av mafiu ella øðrum líknandi!
At aðalskrivarin ger eina avtalu um at selja EM-atgongumerki, sum eru tillutað Fótbóltssambandinum, og eisini fær pengar fyri hesi inn á sína egnu kontu, sum um hann seldi nakað, hann sjálvur átti, eigur at fáa allar ávaringarlampur at lýsa reytt! At hann so eftirfylgjandi fjalir hetta fyri bæði forseta og starvsnevnd, eigur at fáa flestu av perunum at bresta! Men at starvsnevndarlimir síðani eisini í fullum álvara siga, at hesum eigur ikki óneyðuga nógv at verða gjørt burturúr, tí hetta er eitt persónsmál, er barasta so langt úti. Somuleiðis, at forsetin, sum hóast alt er hægsti myndugleiki í føroyskum fótbólti, ikki skal fáa fulla atgongd til øll skøl í málinum. Gosj, hetta er langt úti!
Trúvirði upp á spæl
Men tíbetur er hetta skjótt nakað, allir partar skulu leggja aftur um seg. At fótbóltsformenninir hava álagt starvsnevndini í Fótbóltssambandinum at loysa samstarvstrupulleikarnar á fyrstkomandi fundi, sum verður í morgin, kann bara merkja, at formenninir í veruleikanum meina hetta: Nokk er nokk, og nú mugu tit í starvsnevndini altso taka tykkum saman, so vit kunnu koma víðari.
At koma víðari, kann heldur ikki merkja annað, enn at aðalskrivarin longu nú kann bíleggja sær nýggj visittkort, har hann titulerar seg fyrrverandi aðalskrivari. Eftir øllum vanligum morali er hann farin langt út um mark, og tað er ógjørligt at ímynda sær, at allir formenninir í fótbóltsfeløgunum veruliga skulu halda, at hetta er í finasta lagi. Nei, tí tað er ikki í lagi, og hvørki formenninir, fótbólturin, fjeppararnir ella nakar annar – heldur ikki aðalskrivarin sjálvur – kann liva við hesum! Slett ikki!
Óivað verða fleiri útskiftingar á ovastu rók, hóast hinar helst verða eitt sindur spakuligari og meira náttúrligar, men eingin ivi kann vera um, hvørjum henda tilgongdin byrjar við. Umráðandi er sjálvandi, at ikki meira rumbul stendst av hesum, og tí má starvsnevndin finna útav, hvussu hon á ein virðiligan hátt loysir aðalskrivaran úr starvi, tí um hann ikki er ein liðugur maður í føroyskum fótbólti, er trúvirðið hjá Fótbóltssambandinum – skorið yvir ein kamb – í øllum førum yvir og farið!










