Fólkakirkjan

- hon er eitt gamalt hús,
stendur, um tornini falla.

Heri Mohr


Um fýra mánaðar ætla føroyskir politikarar at fremja tøku av fólkakirkjuni, og hetta verður gjørt uttan fyrst at leggja málið fyri teir umleið 38000 limirnar í kirkjuni; føroyskum demokratii so líkt. Og nú, í seinastu løtu, kemur í ljósmála, at biskuppur, dómpróstur og óivað fleiri prestar als ikki kunnu mæla til, at eitt so stórt og fyri flest øll kirkjufólk álvarsligt mál verður framt, uttan at lógarkompleksið, sum kirkjan í dag hvílir á, er klappað og kárt, sama dag kirkjan verður yvirtikin. Hetta er so nátúrligt og sjálvsagt, at tað valla finst ein advokatur, við vanligum viti og skili, sum ikki vildi givið prestunum og meginpartinum av kirkjufólkinum viðhald.
Hetta er, sum so nógv annað, komið í tjóðskaparliga stórapott, og fyri at gera leikin stórbæran, skal frumframførslan fara fram sjálvan ólavsøkudag.
Men hvussu leikur verður ”dagen derpå,” tá klandrið um okkara fólkakirkju av álvara tekur seg upp, er ikki hugaligt at ímynda sær. Um biskuppur, dómpróstur og prestar fara at takka farvæl, hava okkara politikarar framt eina gerð,sum ikki kann bøtast um, og syngið tá, at ”kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur, um tornini falla.” Og farið tá í kirkju ólavsøkudagar við bert fáum prestum.
Sum nú er, kunnu politikarar, sum ikki hava tilknýti til fólkakirkjuna, virka fyri, at fólkakirkjan verður yvirtikin. Í roynd og veru er hetta kanska tað mest demokratiska í tí politiska leikinum í yvirtøkuni, sum eigur at verða framd við varsemi og skili, tí sum kunnugt fór Jesus í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum…
Løgtingslimir ætla sum sagt at taka fólkakirkjuna nú komandi ólavsøkudag - og harvið rinda tað, hon kostar – men í roynd og veru verður hon ikki yvirtikin, fyrr enn tað føroyska lógarkempleksið við reglugerðum og kunngerðum er fingið frá hondum í løgtinginum.
Hví so ótolnir, hví reka fólkakirkjuna út í lógloysi? Letur slíkt seg yvirhøvur gera av einum fólkavaldum parlamenti? Og hvat fer at henda, tá ið ”teir serkønu í føroyskum máli” fara at smíðja lógarkompleksið? Verða kirkjulógirnar gjørdar við nýggjum og og ókendum orðum og heitum? Verður fólkakirkjan: Føroya kirkjuverk (kirkjuverkið), dópur: skírn, kirkjuritual: forskrift, altar: Harrans borð, altargangur: borðhald o.s.fr.?
Í 1879 konstrueraði ein týskur prestur eitt heimsmál – tað fekk heitið Volapük.
Politiski leikurin, sum hesin her umrøddi, kann skapa præcedens fyri framtíðar yvirtøkur, eitt nú um løgtingið skuldi funnið upp á at yvirtaka politi- og dómsvaldið við ongum lógum. Hetta er destruktivur politikkur, sum fastspennir forna føroyska mentan um lóglýdni í gapustokkin.