Kvinnurnar hjá H71 skulu aftur royna seg í Evropa

Dystirnir vera leiktir fríggjakvøldið og leygarkvøldið

H71 skrivar á facebookvanga sínum:

 

- EUROPA CUP KVINNUR

 


Fríggjadagin 26.sep. og leygardagin 27.sep. spæla okkara kvinnur tveir europa cup dystir ímóti liðnum Fortes Venlo í Hoyvíkshøllini.

Báðir dystirnir byrja kl.19.00.

So møtið fjølment øll somul, og komið í Hoyvíkshøllina og stuðlið okkara kvinnum. SKRIVAR H71.

 

Fortes Venlo er eitt lið úr Niðurlondum.