15. oktober skal føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Íslandi.
Ísland spældi í vikuskiftinum venjingardyst á útivølli móti Danmark. Talan var um fyrsta dystin hjá Danmark við nýggja landsliðsvenjaranum, Helle Thomsen.
Danmark vann stórsigur 39-23. Í steðginum var støðan 23-12 til Danmark.
Spania sum Føroyar møta í HM-endaspælinum 28. november spældi tveir venjingardystir á útivølli móti Slovakia.
Spania vann fyrra dystin 33-25 (18-10), og seinna dystin vunnu tær sponsku 31-21 (13-12).