Samráðingaruppleggið til viðgerðar týsdagin

Innikhaldið í samráðingarupplegginum um ríkisrættarligu støðuna varð í gjár viðgjørt á landsstýrisfundi. Uttanlandsnevndin fer helst undir viðgerðina týsdagin

Sokallaða politiska prosessin í málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya endar mikudagin. Tá verður samráðingaruppleggið liðugt orðað og málið fer í uttanlandsnevndina, har viðgerðin byrjar týsdagin, gongst alt sum ætlað.

Landsstýrið skal í dag hava fund við Miðflokkin og samgongulimirnar í uttanlandsnevndini um málið, og mikudagin verður fundur við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Hetta, verður sambært Høgna Hoydal, gjørt fyri at enda politisku prosessina á ein góðan hátt.


Semja ávegis

Greiðar ábendingar hava seinastu tíðina verið um, at nú er farið at nærkast millum samgonguna og Javnaðarflokkin í málinum. Men Javnaðarflokkurin hevur meldað út, at treytin fyri, at hann er við, er, at talan verður eitt samráðingarupplegg, ið leggur upp til ein felagsskap Føroyar og Danmarkar ímillum.

Hetta gevur ábendingar um, at talan ikki longur er um beinleiðis loysing frá Danmark, men um eina loysn, ið liggur onkustaðni ímillum verandi ríkisrættarligu støðuna og loysing. Tó ber ikki til at fáa nakað nágreiniligt at vita enn. Landsstýrið vil nevniliga ikki gera viðmerkingar til innihaldið í samráðingarupplegginum.

Sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni, var tað høvuðsinnihaldið í ritinum, sum skal í uttanlandsnevndina, ið varð viðgjørt á landsstýrisfundinum í gjár. Men fyri at tað skal bera til at gera broytingar, verður innihaldið ikki latið uttanlandsnevndini fyrr enn eftir fundirnar mikudagin, tá politiska prosessin er liðug.


Skal fáa góða viðgerð

Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, sigur, at um samráðingaruppleggið verður nevndini í hendi áðrenn týsdagin, er tað heilt vist, at hol verður sett á málið týsdagin, ið er regluligur fundardagur hjá nevndini. Sum støðan er nú, roknar hann við, at hetta verður veruleiki, og lovar hann, at málið skal fáa eina góða viðgerð.

? Hetta er týdningarmiklasta málið, ið nakrantíð er viðgjørt í nakrari Føroyskari nevnd, og tí er viðgerðin ein stór avbjóðing, men eg skal nokk gera mítt til, at talan verður um eina góða viðgerð, sigur hann.