BÙSKAPUR
Maskinmeistarafelagið og Elfelagið SEV undirskrivaðu síðst í mars mánaði ein nýggjan tvey ára lønarsáttmála.
Hesin er galdandi frá 1. mars og tvey ár fram. Sáttmálin gevur teimum umleið 45 maskinmeistarunum hjá SEV 4,3% lønarhækkan 1. mars 2003 og tað sama árið eftir. Somu dagar hækka eftirlønargjøldini við einum prosenti.
Hesin sáttmálin hevur verið eitt av grundarløgunum undir verandi lønarsamráðingum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Við øðrum broytingum gevur sáttmálin maskinmeistarunum eina samlaða hækkan áljóðandi millum tíggju og ellivu prosent.
Men hetta heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vera alt ov mikið. Sáttmálin skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum, men hetta ætlar Karsten ikki at gera soleiðis uttan víðari. Landsstýrismaðurin kann ikki góðtaka eina tílíka hækkan, og hann kolldømir sáttmálan.
?Enn havi eg ikki fingið sáttmálan á borðið hjá mær, men eg havi frætt um sáttmálan. Og fyribils hava eg ikki fingið nóg góð argumentir til at góðkenna sáttmálan, sigur Karsten Hansen.
Orsøkin er einføld: Lønarhækkingin er ov stór.
Tað er kortini eitt sindur ógreitt, hvørjar fylgjur hetta fær. Hvørki Karsten Hansen ella Maskinmeistarafelagið kundu fríggjadagin geva okkum nakað svar, men greitt er, at Karsten Hansen hevur góðkenningar myndugleika á økinum.
Av skrivstovuni hjá Maskinmeistarafelagnum siga tey, at tað vanliga ikki hevur verið nakar trupulleiki at fáa sáttmálarnar góðkendar, og tað verður roknað við, at SEV kann samráða seg til ein sáttmála.
30 sáttmálar
Stutt eftir, at partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum eru lidnir at samráðast, fer Karsten Hansen og Fíggjarmálaráðið at samráðast við ymsu fakfeløgini innan almenna sektorin.
Samanlagt skal Fíggjarmálaráðið við samráðingum fáa einar tretivu sáttmálar upp á pláss.
Karsten Hansen sigur, at við seinastu samráðingar fingu fakfeløgini innan almenna sektorin 12,5% í samlaðari lønarhækkan yvir tvey ár og sjey mánaðir.
?Hetta er tann hægsta hækkanin nakrantíð, og so nógv verður tað ikki hesaferð, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at eftir kreppuárini vóru lønirnar komnar langt niður, og landið kundi tískil ganga við til eina so stóra hækkan. Men nú er aðrar tíðir.
?Vit hava havt eina ekstremt høga lønarhækkan, sum er hægri enn í flest øðrum londum. Men nú er vend komin í búskapin. Tann methøgi búskaparvøksturin heldur ikki fram, og tískil er ikki rúm fyri stórum lønarhækkanum, sigur Karsten Hansen.
Skattalætti
Filosofiin hjá Karsten Hansen og landsstýrinum er heldur at geva skattalættar enn stórar lønarhækkingar.
?Tað er mín fatan, at skattatrýstið - serliga á teimum við miðal- og láinntøkum ? er ov høgt, og tískil er eisini neyðugt við skattalættum, sigur Karsten Hansen.
Og stendur tað til Karsten Hansen, so skal skattalættin telja nógv í komandi samráðingum. Men hetta vilja fakfeløgini ikki hoyra talan um, og tey afturvísa blankt, at skattalættin fær nakra sum helst ávirkan á lønarkørv.
Á 1. mai haldinum í Havn staðfesti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, hesa støðu.
?Eru skattalættarnir bara til fortreð, sum Ingeborg Vinther sigur, so dugi eg ikki at síggja nakra meining við teimum, sigur Karsten Hansen.
?Nær hevur nakar sáttmáli givið so nógva hækking í reallønini sum skattalættin?, sigur Karsten Hansen.
Skattalættin, sum Løgtingið hevur samtykt, fer at kosta landskassanum 270 mió. kr. í mistum inntøkum.
Og Karsten Hansen er ikki í iva um, at hvørki vinnulív ella tað almenna ikki hava ráð til eina stóra lønarhækkan.
?Vit mugu í síðsta enda gera ein sáttmála. So mugu vit taka fylgjurnar av honum. Vit binda okkum til at gjalda ávísar lønir, men vit binda okkum ikki til at hava øll í arbeiði, sigur Karsten Hansen.










