hugflogi barnanna. Skótalív/náttúra Sum fyrrverandi skóti, so havi eg kunnleika til, at ein stórur partur av skótalívinum snýr seg um at vera í náttúruni, njóta hana og fáa sum mest burturúr av kunnleika um [...] tað er tað ikki so leingi, vit ikki sjálvi vilja vera tjóð, men lata tjóðskapin vera til sølu -, ein støða, ið er einastandandi í hesum heimi yvirhøvur. Vónandi fer fólk okkara um ikki so langa tíð at taka [...] landi. Um vit hugsa langt fram í tíðina, so er tað eisini hetta, ið skal vera okkara álit at liva av sum fólk. Rein náttúra Hugtakið um reina náttúru eigur tí at vera okkara fremsta stremban bæði á sjógvi
próvtøkuni, sum ikki er so langt burtur. Hástigsbólkarnir í 2. og 3. S í Kambsdali og tann í 3. S í Hoydølum fara at taka lut, umframt ein miðstigsbólkur í Kambsdali. Og harafturat fara ein HF og ein studen [...] døma er ongin sum helst ivi um, at tað er stórur tørvur á frítíðarskúla í kommununi, sigur Hildur Fjørdal, sum er ein av stigtakaruum. ? Men tað eru alt ov fá spurnarbløð komin innaftur, so tað er trupult [...] ? Tað eru tó summi sum halda, at tað er óheppið at hava hann í sama høli, um vanligi skúlin, tí so føla børnini, at tey eru í skúla alla tíðina. ? Men so eru fleiri onnur høli, sum møguliga kunnu brúkast
av landi, so høvdu vit iva vilja havt møguleika at komi heim aftur, heldur Marjus Dam. Annars dugir Marjus Dam ikki at síggja, at statsrættarliga støða føroyinga, á nakran hátt kann vera ein forðing fyri [...] Eidesgaard. Hann heldur, at føroyingar kunnu vera eins virknir í hesum, sum londini kring okkum, um politiskur vilji er til tess. Eisini sigur Jóannes, at ein lættliga kundi fingið ta hugsan, at Landsstýrið [...] broytingarnar, er somikið væl áleiðis komið, at ein flóttafólkalóg er í eygsjón, sigur Løgmaður við Sosialin. Spurdur, um hann sum floksformaður og Føroya Løgmaður kann hava eina prinsippiella støðu til flóttafólk
hann ein fjølbroyttan handil og seldi bæði silvurbúnýti, leikur, pappírsvørur, tapet, linoleum, prýðislutir myndir o.s.fr. Men tá vóru ikki somu prísir sum í dag. T.d. vísir ein gomul kvittan, sum enn er [...] hann er farin at hugsa sum famtíðina hjá handlinum, tá ið árini eru blivin so mong. Men framtíðina dugir hann ikki at siga nakað um enn. ? Sjálvur ætli eg mær at at handla so leingi sum heilsan loyvir mær [...] hann var vanur at klára seg við lítið.... Í dag fyllir ein býarmynd á Tvøroyri runt. Tað er handilin hjá felagnum D.J. Magnussen, sum í dag kann hátíðarhalda 90 ára dagin fyri stovnsetingini. Á mannamunni
blívið ein góður apukattur. Eins og í einum symfoniorkestri, kundi ein læra sína egnu stemmu, men ikki tað, ið hini søgdu, bert eins egna leiklut. - Einki er so ringt at fáa at vita, sum at ein tosar ikki [...] gjørt, sjálvt um ein kanska ikki er samdur . Ein eigur at duga at viðganga egið virðið. Er onkur annar betri, so eigur ein at duga at viðganga tað. Tað einasta at gera, er at blíva við, so verður tú betri [...] sigur Páll, sum minnist seg hugsa, at tey skuldu ikki fáa seg heilt niður við nakkanum, bara tí hann skuldi ígjøgnum føroyskt fyrst. - Tað dugdi eg so betri, enn nakar av teimum, siur Páll - Ein kundi blívið
í dag. Nei, tá vóru tað áhoyrararnir, sum avgjørdu, hvør skuldi vinna. Fólk skrivaði tað orkestrið á atgongumerkið, sum ein helt vera best. Vinnarin av konsertini skuldi spæla til dans kvøldið eftir, og [...] fjølmiðlunum um tiltakið aftur í 60-ini. Ein av bólkunum, sum verður við, er Silly Boys úr Fuglafirði. Bólkurin bleiv stovnaður í 1961 og var av fyrstantíð ein harmonikubólkur. Men síðani komu nakrir nýggir [...] guitar. Ein hoyrir beinanvegin, at hetta ikki eru nakrir óroyndir tónleikarar. Nei, fyri fleiri av bólkinum hevur tónleikur verið ein stórur partur av lívinum. Eitt nú Stanley Samuelsen hevur virkað sum yr
livikor okkara. ? Alt gott um tað. Gævi, at so kundi verið, segði Ingeborg Vinther. Men so legði hon afturat, at tað hendi ikki so lítið av slíkum, sum skapir ein ávísan ótryggleika, bæði hjá fakfeløgum og [...] Arbeiðarafelag, sum byrjaði í gjár, duldi Ingeborg Vinther ikki fyri, at hon var rættiliga ørkymlað av tí, sum fór fram í samfelagnum, serliga á vinnulívsøkinum. Ikki minst, nú tosað verður so nógv um fullveldið [...] Hesin peningur er játtaður til telefon, fax, brævaskifti og annað ? So nú fáa teir bæði í posa og sekk. ? Hetta má sigast at vera ein háðan móti tí vanliga løntakaranum og teimum gomlu og minni mentu í
kanst eisini vera pasifistur, men samstundis siga, at kemur ein ávís støða upp, so kann harðskapur gerast neyðugur; t. d. um talan er um sjálvverju, kann hetta eisini vera í tí mannagongdini, sum eitur kríggj [...] komast kann til, at tað kann gerast neyðugt viðhvørt? ? Tað óhugnaliga í hesum sambandi haldi eg vera, at neyðugt eisini er at geva seg undir, at varð hetta sum NATO-londini nú fremja, ikki framt, so gjørdist [...] Heimurin, heldur Rói. ? Í øllum hesum noyðist so eisini at vera ein myndugleiki, ið kann seta vald aftanfyri síni lógarkrøv. Hesin skal ikki góðtaka, at ein bólkur ger brotsverk móti mannaættini? Vit eiga
høgru og so innfyri til Kára Nielsen, ein av ungu og evnaríku B71 monnunum, sum javnaði til 1-1. Havnarmaðurin Hans Jørgen Djurhuus minkaði um munin til 3-2, og uppskriftin var nett tann sama sum í fyrra [...] spæla móti HB í Gundadali. Nýggir stuðlar Maður kemur í mans stað, plagar at vera sagt, og hóast korpusini ikki eru tey somu, so kann tað fara at vísa seg, at Eyðun Samuelsen og Chris Knight kunnu fylla holini [...] upphavið til. Verjuspælarin, sum var farin um koll, tá álopsmaðurin stakk bóltin framvið honum, steðgaði bóltinum við hondini, og so var brotsspark. Tað var ein sonn perla av einum máli, tá Eyðolvur Petersen
eisini ein møguleika. Tingformaðurin vísir eisini á, at uppmøtingin í tinginum hevur verið góð, men leggur samstundis afturat, at ein ikki bara kann tosað um uppmøting. ? Tað ræður um at vera til staðar [...] Finnboga Ísakson, so verður hetta av ongum í ár. Formanskapurin hevur boðað tingmonnum frá, at tað er teirra ætlan, at øll mál, sum eru á skránni, eru avgreidd tá fríggjadagurin er farin afturum. So má tingið [...] møtir upp, men er bert ein hálvan tíma, hóast fundirnir vara í tríggjar tímar, og tí ber ikki til, bara at tosa um uppmøting, sigur Finnbogi Ísakson at enda. Stendur tað til hansara, so er hetta seinasta vikan