Gott fundarfólk!
Fyrst fari eg at takka fyri álitið, ið á henda hátt er sýnt mær, nú eg havi fingið litið upp í hendi at flyta fram fyrstu almennu grækarismessurøðu, ið mær kunnugt nakrantíð er havd her á Kalsoynni, og eru tað skótarnir, ið her eins og aðrastaðni í landinum hava tikið stig til henda fundin í dag, og tøkk skulu tit eiga fyri tað, men hóast várligt lag, so mega vit taka undir við skaldinum, har hann sigur:
Ì Føroyum er hart um vetrartíð
stormurin spælir um tindar,
skalvarnir hanga í brattari líð,
so hvassir leika teir vindar.
I.P.G. 1845-1901
Soleiðis kvøður skaldið Jóan Petur Gregoriussen um vetrartíðina her á landi, og tað er helst soleiðis, at um heystið, tá sera vakrir dagar enn kunnu koma av og á, duga vit ikki rættiliga at ímynda okkum, hvussu daprir og tungir teir longu vetrardagarnir mangan eru við myrkri, stormi og regni. Jólini koma við ljósi heimsins og samstundis horvir sólin norðuraftur, men tað er, sum myrkrið júst tá roynir at leggja dent á, at enn er langt til ?grønkandi vár?, sum høvundin tekur til í yrkingini:
?Mær leingist at fevna teg
grønkandi var?
mær leingist hold títt at kína.
Mær leingist at kenna títt
fløvandi tár,
ið blomuna vekur og sálini spár:
Nú byrjar brátt sólin at skína.
S. P. Zachariasen (1887-1977)
Kortini, hóast alt tað dapra við vetrinum, so vinnur ljósið, sólin, og tað er tíbetur galdandi bæði fyri náttúruna og mannahjørtuni, ið tekkja várið hitt grøna og bjarta fyri framman. Best kennist lagið á børnunum, ið byrja at taka sínar eyðkendu ?várleikir? fram: Hoppa um band o.s.fr.
Minnist eisini frá mínum egnu barnadøgum suðuri í Syðradali, hvussu vit plagdu at kappast um at finna hin fyrsta summardáan ein góðan várdag í mars/apríl, og var frøin stór, tá onkur samankropin og lítillátin blóma varð funnin í onkrari lítlari koytu ella lægd. Brátt savnaðist allur barnaflokkurin kring um hesa urtina, ið fyri barnahuganum boðaði um vár og summar við leiki í fjøru, bø, áum og haga, har allur heimurin kundi rúmast í hugflogi barnanna.
Skótalív/náttúra
Sum fyrrverandi skóti, so havi eg kunnleika til, at ein stórur partur av skótalívinum snýr seg um at vera í náttúruni, njóta hana og fáa sum mest burturúr av kunnleika um lív og trivnað hjá plantum og djórum.
Tessvegna vil eg minna tykkum skótar á, at tað ræður um at fara væl um, tá tit ferðast við strondina, í bønum, í áunum, í haganum, við áir, vøtn og millum fjalla.
Bæði plantur, dýr, fiskar og fuglar eiga at fáa frið, har tey halda til, og heldur enn at drepa til onga nyttu ella til stuttleika, so eiga tit at fjálga um og royna at nøra um, har tað er gjørligt.
Um vit gera hetta, so verður tilfeingið størri og meira at taka av, tá tað er neyðugt til lívsins uppihald.
Hetta eiga vit sum føroyingar at leggja okkum eina við, av teirri einføldu orsøk, at vit skulu jú liva av djóralívinum bæði á sjógvi og landi. Um vit hugsa langt fram í tíðina, so er tað eisini hetta, ið skal vera okkara álit at liva av sum fólk.
Rein náttúra
Hugtakið um reina náttúru eigur tí at vera okkara fremsta stremban bæði á sjógvi og landi. Vit kunnu jú spyrja okkum sjálvi um, hvør ið fer at keypa okkara fisk tann dagin, tá havið ikki longur er reint?
Havið eigur tí at vera ?heilagt? fyri okkum. Har má einki tveitast í. Okkara ?matarkovi? kann jú ikki nýtast til køst, har vit ein dag tveita alt møguligt burturkast og dagin eftir fara at fiska ella veiða grind og fugl til matna, ja, eisini til útflutnings av sonevndari dygdarvøru úr reinasta havumhvørvi út um heimin.
Her hava skótarnir eina serliga ábyrgd vegna tess, at teir ferðast nógv í náttúruni og hava upplivað, hvussu vøkur og hugtakandi hon er bæði í ódn og logn.
Náttúran sum
listarlig uppliving
Vit her í Føroyum eru vælsignað við einari teirri fríðastu og hábærsligastu náttúru í hesum vakra heimi, og tað er ikki minst galdandi her á Kalsoynni, ið eigur mín serliga tokka, og sum frá norðast til sunnasta enda er eitt fjølbroytt listarverk frá náttúrunnar hond. Ymisk er hon frá tí heldur lítillætna fyri sunnan til hitt meira áleypandi skiftandi millum yndi og veldi her fyri norðan.
Havi so mangan staðið á Syðradali og skoðað fagurleikan bæði til fjals og fjøru. Alla tíðina skiftandi myndina til okkurt annað. Ongantíð júst tað sama hvørki á sjógvi ella landi. Ikki er tað hent, at heildin hevur verið hin sama. Nei tað skiftir frá løtu til aðra, ongantíð keðiligt at skoða.
Sum eg havi upplivað tað, so er føroyska náttúran áleypandi. Tú sleppur ikki at standa órørdur sum áskoðari. Tú ert støðugt bergtikin, hugtikin og stendur spyrjandi, undrandi, ikki bara við hvørt. Nei, tað er hvørja ferð, ið tú ert áskoðari. Ja, soleiðis uppliva mong tað, ið hvussu er, aftur og aftur.
Skótar!
Við tykkum skótar vil eg siga, at tit eiga at lata náttúruna sleppa at floyma inn í hugans heim tykkara, har hon fer at geva tykkum upplivingar fyri lívið, eins og hon hevur givið íblástur til so mangan rithøvund, eisini hin navnframa Christian Matras av Brekkumørk, tá hann tekur til:
Tú gakk tær fram við ánni,
tá bakkagrasið leingist,
tá eyrur fjarar turrur,
og tá áarrásin treingist,
og fenið er við sóljum sett
sum himmiríkis fløta.
Tá er tað, sum at lívið títt
var bert ein lítil løta.
Christian Matras (1900-1988)
Grækarismessa/Nólsoyar Páll og ?tjóðfuglur okkara?
Upprunaliga var grækarismessa ein av mishalgidøgunum (deyðadagur Gregors) frá teirri katólsku tíðini, ið hildin varð til minnis um pávan, ?Gregor ella Grækaris hin mikla?, ið livdi frá 540-604. Tað hevur so passað soleiðis, at tjøldrini koma aftur til landið um hetta mundið sum fyrsta tíðuliga tekinið um vár. Tjaldrið er jú sera vakur og ásýniligur fuglur, ið heldur ikki smæðist burtur, tá um røddina er at røða. Sostatt leggja vit væl til merkis, tá hesin fuglur aftur er at síggja í okkara vøkru náttúru. Ì byrjanini eru tey tigandi, helst móð av teirri longu ferðini av teimum stóru sondunum í Stóra Bretlandi. Ein ferð, ið avgjørt má vera strævin, um tað ber á drúgva høgætt sum í ár til dømis, men tað er okkara navnframa skald Nólsoyar Páll (1766-1808), ið hevur givið tjaldrinum tann samleikan í huga okkara, sum tað hevur, av tí at hann gjørdi henda fuglin til verju smáfuglanna móti rovfuglunum í fluttari merking av viðurskiftunum í Føroyum um ár 1800, tá danska embætismannaveldið mangan var trupult at hava við at gera og ikki at tala um, um tú komst teimum tvørt fyri í onkrum máli, sum jú Nólsoyar Páll sjálvur upplivdi í stóran mun, tá hann vildi vísa føroyingum á nýggjar leiðir viðvíkjandi sjóvinnu við deksførum.
Eg nevndi, at summi kalla tjaldrið fyri ?tjóðfugl okkara?, men tað er tað ikki so leingi, vit ikki sjálvi vilja vera tjóð, men lata tjóðskapin vera til sølu -, ein støða, ið er einastandandi í hesum heimi yvirhøvur. Vónandi fer fólk okkara um ikki so langa tíð at taka avgerð um at vilja vera ein tjóð millum aðrar í góðum samstarvi við hinar tjóðirnar og ikki minst við ta donsku, ið vit hava havt lagnufelagsskap við vegna søguligar orsøkir, ið ov drúgvar eru at koma inn á her.
Líta vit út í heimin, so eru flestu lond nógv verri fyri fíggjarliga enn okkara land, men tað kemur ikki upp á tal nakra staðni at selja sín tjóðskap og sítt fullveldi til okkurt av teimum ríku og stóru londunum til tess at hækka lívsstøðið í egnum landi.
Skótarnir og tjøldrini
Tit bjóða tjøldrunum vælkomnum til landið, og alt gott er at siga um hetta, men allar medaljur hava sína baksíðu. Vit hava sæð hesi seinastu árini, at alt fleiri tjøldur og helst ungar koma í fjøtur av lesull, ið rekst um hagan. Hetta er einki minni enn landaskomm, ið tekur grundarlagið undan grækarismessuhaldinum. Okkurt munagott má gerast. Vit mugu fara heldur fyrr á fjall í áseyðaroyting, áðrenn seyðurin kastar ullina, og traðarmenn mugu somuleiðis kenna sína stóru ábyrgd hesum viðvíkjandi.
Skótarnir og øll onnur, ið annars ganga í haganum mugu taka lesullina upp, serstakliga teir smáu lagdarnar og bera teir heim til hús, so ullin ikki kemur tjøldrunum í vanda fyri at líða pínufullan deyða av svongd og vesældómi tilvavd um beinini av samanvavdari lesull.
Her hava skótarnir veruliga møguleikan at gera dagsins góðu gerð, ið skótar fyrr gingu høgt uppí at fremja.
At enda fari eg at takka fyri løtuna og ynskja øllum framhaldandi gott vikuskifti og ikki minni gott vár og tilstundandi summar við fyrsta ørindi úr yrkingini hjá Hans Andriasi Djurhuus (1883-1951) har hann kvøður:
Tá ið vársins fyrsta stund
rísur upp á roða,
flýgur fuglur sunnan sund
undir sólarloga.
Blóman eftir vetrarblund
prýðir kuldabitna grund,
fagurlig at skoða.
Lyndisfróð og lætt í lund
leita vit á ljósins fund
undir bláum loga.
Hans Andrias Djurhuus (1883-1951)