Tingsetan endar flaggdagin

Hóast nógv og stór mál eru eftir at viðgera, so heldur tingformaðurin, Finnbogi Ísakson fast við, at tingið fer til hús dagin fyri flaggdagin. Men hann heldur ikki, at tingmenn einki hava at gera hóast tingið fer í summarfrí. ? Nú hava tingmenn tíð og arbeiðsfrið at gera annað, sum eisini hevur við arbeiðið, sum tingmaður at gera, sigur Finnbogi Ísakson, sum annars er væl nøgdur við farna ári

Tað er gamal siður, at løgtingið fer til hús dagin fyri flaggdagin, men okkurt árið er tað komið fyri, at arbeitt hevur verið bæði í mai og í juni mánaða.

Stendur tað til tingformannin, Finnboga Ísakson, so verður hetta av ongum í ár. Formanskapurin hevur boðað tingmonnum frá, at tað er teirra ætlan, at øll mál, sum eru á skránni, eru avgreidd tá fríggjadagurin er farin afturum. So má tingið arbeiða um kvøldarnar hesa vikuna um neyðugt, fyri at røkka málinum, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður.

Vit hava spurt hann hví hann heldur tað verða so neyðugt, at tingið fer til hús beint nú, og ikki gevur sær betri stundir at arbeiða við málunum, sum fleiri tingmenn halda verða skrumblað ígjøgnum.

? Tað er gamal siður, at tingið fer til hús dagin fyri flaggdagin og tað haldi eg at vit eiga at halda fast við. Hyggja vit eftir londunum kring um okkum, so er skipanin tann sama, bara við tí undantaki, at teirra summarfrí er uppaftur longri.

Finnbogi Ísakson vísir á, at í Danmark fer tingið til hús í juni og kemur ikki saman aftur fyrr enn í oktober.

? Í hesi tíðini hava tingmenn so stundir at takast við annað politiskt arbeiði enn beinleiðis tingarbeiðið. Umsitingin skal eisini at hava arbeiðsfrið at arbeiða og tað fær hon so í hesum tíðarskeiðnum. Eitt triðja er, at summarfrítíðin hjá umsitingini skal avgreiðast, og tá er arbeiðsorkan minnið. Tá er gott at tingið ikki eisini krevur sín part av arbeiðsorkuni hjá umsitingini, sigur Finnbogi um orsøkirnar til at tingmenn skulu hava frí frá tingarbeiðinum frá flaggdegnum í apríl til ólavsøku.

Men skilir tú ikki, at fólk øtast at tit fáa tríggjar mánaða summarfrí, samstundis sum tit hava fingið eina stóra lønarhækkan?

? Fyri tað fyrsta er ikki talan um eina stóra lønarhækkan. Lønarviðurskiftini hjá tingmonnum er umskipað, og hjá onkrum merkir tað, at teir fara niður í løn. Harafturat er tingmannaarbeiðið annað enn ting- og nevndarfundir. Fyrr var tað so, at tingmenn brúktu summarfrítíðina at gera alt annað enn politiskt arbeiðið, men hesum sleppa vit undan nú.


Ov seinir við

aðalorðaskiftunum

Tingformaðurin er annars væl nøgdur við tingsetuna, sum nú er um at verða runnin.

? Eg haldi, at tað hevur verið meira javnt arbeiði alla setuna hesaferð. Lutfalsliga fleiri mál vóru fyri áðrenn jól hesaferð, enn fyrr, og tað hevur gjørt, at arbeiðið hevur verið meira javnt býtt alla tíðina, sigur Finnbogi Ísakson.

Tingformaðurin sigur eina orsøk til hetta verða, at eitt nú uppskotini til samtyktar ikki eru til longur.

? Tingmenn settu nógv slík lógaruppskot fram, og tey tóku tíð. Óneyðuga tíð. Harafturímóti er so talið av fyrispurningum hækkað ógvuliga nógv, sigur Finnbogi Ísakson.

Men hvat sigur tingformaðurin til kritikkin frá tingmonnum um at tað er ov stutt tíð at avgreiða málini?

? Eg haldi ikki at tað er heilt rætt. Tingarbeiðið er ikki eitt »átta til fimm arbeiði« og tað merkir, at tingmenn skulu seta seg inn í tingmálini uttanfyri arbeiðstíð, um neyðugt. Men í ávísum førum er tað rætt. Landsstýrið átti at verið fyrr við aðalorðaskiftunum, tí tey taka nógva tíð. Hesa vikuna verða tvey. Eitt um kommunumál, og eitt um almannamál.


Nógvir fundir

Annars heldur tingformaðurin ikki, at vit hava sæð alla ávirkanina av broytingunum í arbeiðsumstøðunum hjá tingmonnunum.

? Broytingin hevur við sær, at tingmenn í almennum starvi, bert kunnu hava hálvt starv, men tann parturin kemur ikki í gildi fyrr enn í august. Og eftir tí eg havi skilt, so fara onkrir tingmenn enn longur, og hava minni enn hálvt starv. Tað verður ikki fyrr enn tá vit fara at síggja ta fullu ávirkanina av broytingunum.

Fundarvirksemi í tinginum hevur annars verið rættiliga stórt. Tá tingið fer heim síðst í hesi vikuni hava verið umleið 90 fundir, og formaðurin er nøgdur við arbeiðsgongdina.

? Skipanin við at nevndarfundir eru fyrrapart og tingfundir seinnapart hevur virkað væl. Mánadagurin hevur verið »tingfríður« dagur og tá hava nevndirnar eisini ein møguleika.

Tingformaðurin vísir eisini á, at uppmøtingin í tinginum hevur verið góð, men leggur samstundis afturat, at ein ikki bara kann tosað um uppmøting.

? Tað ræður um at vera til staðar og verða við. Onkur møtir upp, men er bert ein hálvan tíma, hóast fundirnir vara í tríggjar tímar, og tí ber ikki til, bara at tosa um uppmøting, sigur Finnbogi Ísakson at enda.

Stendur tað til hansara, so er hetta seinasta vikan í hesi tingsetuni og tað merkir, at tingmenn hava summarfrí frá mánadegnum. Teir møta aftur til arbeiðis á ólavsøku.