Ein kemur ongantíð á mál

Mong minnast Páll Danielsen frá skemtiligum løtum í áttatiárunum, har brøðurnir Páll og Súni undirhildu. Eisini minnast mong hann frá kabarettum, leikum og útvarpsleikum. Men so fór hann niður til Danmarkar at nema sær útbúgving sum sjónleikari. Hann var niðri í 11 ár, men eitt nú móðurmálið, og tað, ið nú einaferð bylgist einum føroyingi í barmi, fekk hann leita heimaftur, so børnini eisini merkja, hvar rótin rann

Sjónleikarin Páll Danielsen varð fyri 34 árum síðani føddur í Havn, har hann eisini vaks upp, burtursæð frá einum 6 ára skeiði á Eiði.

Hann gjørdist mest sum av tilvild sjónleikari. Í hvussu er veit hann ikki júst hví. Tvær summarfrítíðir royndi hann sjólívið og hann hevur eisini stóra koyrikortið og koyrdi lastbil eina tíð, og dámdi hetta væl.

Men hugurin stóð til leik og seinni kom hann við í leikir, kabarettir og útvarpsleikir við so góðum monnum, sum Oskar Hermansson, Kára Petersen og Olivur Næs. Páll fór síðani á sjónleikaraskeið í Kungälv og heimafturkomin leikti hann við í Grímu leikin ?Hvør ræðist Virginiu Wolf? .

Hann búði heima hjá foreldrunum hesi árini. Tí annars hevði hann ikki klárað at svara hvørjum sítt, metir Páll í dag.


Sjómaður,

bilførari ella leikari

Áhugin fyri leiki var nú veruliga vaktur og Páll kom til ta niðurstøðu, at nú mátti hann finna útav, um hann skuldi halda fram ella royna okkurt annað.

Páll slapp inn á sjónleikaraskúla í Århus.

- Tað var spennandi og ein slapp at royna seg. Men eg ivaðist framvegis, tá eg var sloppin inn, um eg skuldi fara, sigur Páll.

Men hann fór og spældi so kabarett í summarfrítíðunum. Hann metir seg at hava leikt eini 7 kabarettir til samans.

- Tað hevur týdning at finna eina meining í tí, ein ger. Eg visti ikki, um eg skuldi verða sjómaður, koyra lastbil ella spæla sjónleik og eg leiti enn, sigur Páll.

- Men øll finna helst eina meining við lívinum, utan mun til, um talan er um at koyra lastbil ella spæla sjónleik. Tí ein kemur meira inn í tað, ein tekst við.


Málið og apukatturin

- Tá eg kom inn á skúlan, fekk eg taliundurvísing, minnist Páll.

Tá gjørdist hann varugur við týdningin, ið málið hevur, týdningin av at siga okkurt rætt, á rættan hátt, hóast Páll tá bæði hevði spælt leikir, útvarpsleikir.

- Tú kann meina nakað rætt, men siga tað skeivt, so øll misskilja teg. Tá eg kom á skúlan, dugdi eg ikki at siga nógv rætt á donskum. Tað, eg segði, var sannleiki, eg leyg ikki, men eg segði tað ikki rætt. Tað varð ikki framborið rætt, sigur Páll, sum minnist seg hugsa, at tey skuldu ikki fáa seg heilt niður við nakkanum, bara tí hann skuldi ígjøgnum føroyskt fyrst.

- Tað dugdi eg so betri, enn nakar av teimum, siur Páll

- Ein kundi blívið ein góður apukattur. Eins og í einum symfoniorkestri, kundi ein læra sína egnu stemmu, men ikki tað, ið hini søgdu, bert eins egna leiklut.

- Einki er so ringt at fáa at vita, sum at ein tosar ikki rætt. Men av størstum týdningi er at siga tað ærligt og rætt, tí tá hevur tú um bugtina og báðar endar, metir Páll, sum metir tað hava týdning at blíva við, eisini tá talan er um at læra seg eitt orð.

Páll var við í ?Glataðu spælimonnunum?, ið Eyðun Johannessen leikstjórnaði, og síðani hann kom heim aftur til Føroya hevur hann verið við til ?Dreymur Jóansøkunátt?, sum Axel Tórgarð umsetti, í samband við, at Gríma gjørdist 20 ár í fjør.

- Tað er nakað av tí besta, ið eg havi verið við til á føroyskum. Tað var væl umsett og lá væl í munninum, sigur Páll og leggur dent á munin á væl skrivaðum teksti og til tað, at teksturin skal framberast.

Páll tosar í hesum sambandi um ymsik dømi, har málið ikki kann nýtast ella ikki verður nýtt. Páll hevur í fleiri førum lisið bøkur inn og nú er ein søgufløga nærum liðug, ið hevur verið eini 4 ár á veg. Páll nevnir kensluna av at lesa ein tekst hjá eldri høvunda, ið skrivaði, áðrenn málið var mýkt.

- Tað valdast eisini frásøgufólk, men fólk, ið eru ærlig og vita hvat tey gera og hava lívsroyndir, eru altíð áhugaverd. Eg fari ikki at gera meg klókan uppá streym og útróður, men tað kann vera áhugavert at hoyra um. Eins og við tónleiki - er hann væl leiktur, so er møguligt at njóta hann, um ennein ikki skilir hann, heldur Páll.

- Vit hava í 100 ár havt eitt skrivað mál. Men eru vit eitt lesandi fólk?. Men hinvegin tosa, hoyra og lurta flest øll . Í dag hoyra vit útvarp og sjónvarp hvønn dag. Tað hoyrist, um viðkomandi hevur ein góðan dag, um tað er høgætt og um verturin er upplagdur. Nú skal hetta ikki misskiljast, men ein stovnur, ið vil kalla seg professionellan, eigur at loyva fólki, ið orka og duga, framat, heldur Páll, ið t.d. metir, at ein dyggur smeitur fyri føroyskt mál var, tá J. H. W. Poulsen gavst við Orðabókini í Útvarpinum, tí tá hoyrdu fólk orðini søgd, eisini á dialektum.


Elin og Óli

Eitt annað, ið Páll metir hevur íbirt nakað, grundfest hugaheimin og harvið seg í Føroyum, eru útvarpsleikirnir, tí teir vóru á føroyskum.

- Eg minnist .t.d tað, ið Elin og Óli gjørdu í Barnaútvarpinum, sum bæði børn og vaksin lurtaðu eftir. Tey megnaðu at skapa ein myndaheim og tað tey gjørdu, hava fá megnað síðani. Tað hevur verið endursent, men eingin tók við, tá tey løgdu frá sær, sigur Páll, ið enn metir tað, tey gjørdu, vera gott.

- Tey tóku upp ymiskt í gerandisdegnum, t.d. tá Elin skar seg av eini fløsku og Óli fór niðan á Apotekið, har Gamla Apotek er nú, at keypa heftiplástur. Hetta var ikki bert ein peikifingur um at halda umhvørvið reint, men hetta var sera gott og hesi dømi standa klárt fyri mær, sigur Páll, ið sjálvandi eisini minnist ferðir teirra inn í myndirnar á vegginum.

Páll metir, at munur er á útvarpi og sjónvarpi, men hann heldur ikki, at ein eigur at himprast við at taka slíkt uppaftur.

Í dag arbeiðir Páll sjálvur við barnatilfari, bæði í sjónvarpi og við at lesa inn søgur á fløgu.


Blív við og spyr

Páll tosar nógv um málið og tað at frambera rætt.

- Eg kundi eisini koyrt lastbil og als ikki ligið í svøvnloysi langar nætur og vent hvørjum orði og hugsa um míni orð og tað, ið mótspælarin sigur, um hann minnist og kemur rætt inn. Tá ein á palli fer spælandi ígjøgnum orðini, so leggur eingin til merkis alla orkuna, ið liggur aftanfyri. Men mær dámar væl at grava og kenna, at ein nýtir kroppin Tað geri eg fyri so vítt eisini á palli og har hevur hetta við at passa seg inn, ?timing?, alt at siga, og tað kann eg skjóta ein hvítan píl eftir, um eg heldur ætli mær at grava, sigur Páll, men leggur dent á, at bæði eru neyðug!

- Vit hava í Føroyum úrmælingar og ta er alneyðugt, at vit hava fólk, ið hava bindini at blíva við, um tað so snýr seg um at laða garðar ella at fáast við teldur ella okkurt annað.


- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi gjørt nakað perfekt, eri komin á mál, men eg havi verið væl nøgdur, og kundi ikki gjørt tað betri í tí løtuni. Ein eigur altíð at siga, at tað kundi verið betri, sigur Páll.

-Ein eigur eisini altíð at tora at spyrja - um alt. Tann dag, ein ikki torur at spyrja longur, er tíð at leggja frá sær. Neyðugt er tí at tosa saman. Tað hava føroyingar ov ilt við, um tað so er ein góður vinur, stjórin ella kona og maður. Neyðugt er at spyrja, ikki fyri at niðurgerða nakað, men fyri at uppbyggja, metir Páll.

-Øll siga, at verkfallið var gott. Hví? Eg havi ikki verið í verkfalli fyrr, men hugsi eg meg um, so trúgvi eg, at fleiri av teimum, ið blokeraðu, ikki hava verið úti í 4 tímar út í eitt, síðani tey vóru børn. Tey svóvu ivaleyst, sum steinurin, tá tey komu heim, sigur Páll.


Viljin størri

enn nakrantíð

- Hugsa vit um mentan og politikk, so haldi eg, at okkurt er byrjað. Tónleikalívið er ríkt. Allir bólkarnir í Prix Føroyar finaluni vóru góðir og vinnararnir av Prix kappingini fingu 50.000 krónur. Hvussu langt teir koma við upphæddini, veit eg ikki, men hetta er so eitt øki, ið ber frukt og har vit eiga úrmælingar, ið eiga at stuðlast, metir Páll.

Sjónleikur hevur eisini ment seg og vit hava yrkisleikarar, ið nú hava fingið eitt støðið at byggja á. Og júst hetta hevur tydning. At vit geva fólki eitt grundarlag og umstøður, so tey kunnu mennast, sigur Páll, og leggur afturat, at alt hetta er á veg, okkurt er byrjað, og viljin tykist størri enn nakrantíð.

- Hetta var 3. finalan í Prix kappingini og 3, ferð, at fólk vóru ónøgd við valið av vinnarum. Vit eiga at hava virðing fyri, at eitt val verður gjørt, sjálvt um ein kanska ikki er samdur . Ein eigur at duga at viðganga egið virðið. Er onkur annar betri, so eigur ein at duga at viðganga tað. Tað einasta at gera, er at blíva við, so verður tú betri, sigur Páll.

- Tað er keðiligt, tá góðir amatørar, ið taka seinasta stigið og gerast professionellir, skulu kenna, at lívið gerst súrt og øvundsjúka meldar seg. Betri er bøtandi hond, enn spillandi tunga, minnir Páll á.

- Ynsk teimum góða eyndnu ístaðin!

Páll metir, at tað er av stórum týdningi, at tað ber til at spæla tónleik burtur av, ella spæla sjónleik og skriva í styttri ella longri tíðarskeið.

- Eitt, ið merkist, er at so fá skriva sjonleik í Føroyum. Eingin javnur steymur er, bert ein nú og annar tá, sigur Páll.


Heim

Páll Danielsen og Vár B. Jacobsen og børnini, ið eru 7 og 4 ára gomul, eru vend heimaftur. Í Danmark lekti Páll í 6 ár professionellan leik á Århus Teater, millum annað Shakespeare, nýskrivaðan danskan leik og var eisini við í sangleikum, men han dylir ikki, at málið fekk hann heimaftur.

- Eg spældi sjónleik, dugdi frambera og at siga alt rætt á donskum, . Bleiv eg róstur, so fekk eg at vita, at nú ljóðaði eg, sum ein dani. Tað fall mær rættiliga lætt, eg dugdi mína stemmu, men tá kundi koma so langt á einum øðrum máli, hvussu langt hevði eg ikki kunnað komið á føroyskum? Eg kann ikki í dag tosa rætt á donskum, men havi verið á lagnum og hugsað og droymt á donskum, so tað er har, men slept tí føroyska fái eg ikki, sigur Páll.

- Føroysku hugmyndirnar sita so fast, t.d. tær hjá Elini og Óla. Eg hevði óivað eisini fingið eina góða ferð við teimum, um hon var á donskum, um eg einki annað mál kendi til. Men hugmyndirnar, hugsanirnar og kenslurnar eru á føroyskum. Føroyskt er móðurmálið.

Ikki tí, at føroyskt er betri, enn annað mál,bert øðrvísi. Ríkt á ein hátt og fátækt á annan hátt. Á donskum t.d. hava øll djór hala. Á føroyskum hevur fiskur stert, fuglur vel, hvalur sveiv og hundur og ferføtt hala. Dansk er ríkt á øðrum økjum, sigur Páll.

- Eitthvørt er, sum bylgist mær í barmi, ilt er at greiða frá, men eg vil, at børnini skulu uppliva nakað av hesum, liva í tí. Kanska er hetta ein romantisk vón um, at tey eisini uppliva ymiskleikan, kenna upphavið. Tey eru uppvaksin niðri og kunnu beinanvegin sláa yvir í danskt, sigur Páll.

Hann heitir á politikarar við valdi og møguleikum, um at blíva við.

-Ein kemur ongantíð á mál, sigur Páll Danielsen.



Filmur ger størri og sjónvarp ger minni.

Sjónleikur er ein spegil, ið speglar veruleikan, sum hann er, og er ein listagrein, ið er komin fyri at verða


Vígdis Finnbogadóttir



Shakespeare:

Sjónleikur er, sum at lyfta ein spegil upp fyri sær sjálvum og veruleikanum


Eyðun Johannessen:

Hugsa so, hvussu ein spegil sá út fyri 400 árum síðani




Íkast um mentapolitikk

Hetta er tíggjunda samrøðan í eini greinarøð um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Í samrøðum og greinum geva vit eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi leygardag verður samrøða við Sunnleif Rasmussen, tónasmið