Teir svøku dreingirnir úr Fuglafirði

? Øll hildu okkum vera svakar tá ið vit fóru at spæla rock tónleik, siga 60-ara dreingirnir úr Fuglafirði

Í seinastuni hevur tað verið nógv at hoyrt í fjølmiðlunum um tiltakið aftur í 60-ini. Ein av bólkunum, sum verður við, er Silly Boys úr Fuglafirði. Bólkurin bleiv stovnaður í 1961 og var av fyrstantíð ein harmonikubólkur. Men síðani komu nakrir nýggir limir í bólkin og teir byrjaði at spæla pop og rock tónleik. Sangarin tá í bólkinum var Jóannes í Innistovu, hann hevði eina sera kraftiga rødd, sum var sera góð til at syngja Elvis sangir.

? Øll hildu okkum vera svakar tá ið vit fóru at spæla rock tónleik, siga teir í Silly Boys um stílbroytingina.


Framman fyri sína tíð

Tónleikararnir í Silly Boys vóru dreingir, sum vildu nakað. Teir vóru ikki nøgdir at spæla gamlan tónleik. Nei, teir vildu allatíðina spæla tað nýggjasta. Tað var ikki so lætt at fáa fatur í tónleiki fyrst í 60-unum, og tað tók langa tíð áðrenn pláturnar komu til Føroyar. Men her var Radio Luxembourg ein stór hjálp. Hvørjaferð sendingin Top 20 var í luftini, sótu dreingirnir í Fuglafirði framman fyri lurtitólinum og skrivaðu nótar niður, og onkuntíð tóku teir uppá bandspælara. Teir bólkanir, sum vóru oftast á Top 20, vóru Elvis, Cliff Richard, Shadows og Beatles.

Liminir í Silly Boys siga, at tað gingu ikki nógvir dagar frá, at løgini vórðu spæld í Radio Luxembourg, til hann varð spældur niðri í sjónleikarahúsinum í Fuglafirði. Hetta var tað ungdómurin vildi hava, tey vóru troytt av at hoyra henda keðiliga harmonikutónleikin, nú skuldi tað vera rockur og poppur.


Venja til 60-ini

Í kjallaranum hjá Mouritsi Mohr í Fuglafirði venur bólkurin. Tá vit koma innar, hoyra vit Beatles sangin »Nowhere Man« koma út gjøgnum hátalarnar. Hetta eru ikki nakrir smádreingir, sum her spæla, nei hetta eru tónleikarar sum hava spælt í nógv ár. Manningin í Silly Boys í dag er Óli Johannesen guitar og sang, Jónsvein Poulsen bass, Jákup Olsen trummur, Stanley Samuelsen guitar og sang, og Magnus Jacobsen sang, tangentar og guitar. Ein hoyrir beinanvegin, at hetta ikki eru nakrir óroyndir tónleikarar. Nei, fyri fleiri av bólkinum hevur tónleikur verið ein stórur partur av lívinum. Eitt nú Stanley Samuelsen hevur virkað sum yrkistónleikari í Danmark í nógv ár. Um ikki so langa tíð kemur hann út við einari fløgu, so spennandi verður at hoyra hvat hann hevur at bjóða.


Vunnu tónleika-

kapping í Havn

Í 1970 varð skipað fyri eini tónleikakapping í Tórshavn. Sjálvt um bólkurin var givin vildu fyrireikarnir gjarna hava Silly Boys at luttaka. Hetta var ikki so lætt, tí tað vóru bara tveir av manningini heima ? Jónsvein Poulsen og Stanley Samuelsen. Teir báðir hildu, at teir skuldu fara at royna at samla ein bólk saman. Eina viku áðrenn eydnaðist tað teimum at fáa Birgir Thomsen og Magnus Jacobsen at spæla.

? Hetta var ein stór kapping, greiðir Jónsvein frá.

? Hon var í klubbanum, og tað vóru 900 áhoyrarar. Tað vóru ikki fólk vald út til at vera dómarar, sum tað er t.d til Prix Føroyar í dag. Nei, tá vóru tað áhoyrararnir, sum avgjørdu, hvør skuldi vinna. Fólk skrivaði tað orkestrið á atgongumerkið, sum ein helt vera best.

Vinnarin av konsertini skuldi spæla til dans kvøldið eftir, og her komu Silly Boys í stórar trupuleikar. Tí tann nýggja manningin dugdi einans seks sangir, og tað er ikki nokk til eitt heilt dansikvøld. Teir vórðu noyddir at biðja havnarorkestrini hjálpa sær, og tað var ikki nakar trupulleiki.


Spældu í Sjónleikarahúsinum í Fuglafirði

Silly Boys spældu fyri tað mesta í sjónleikarahúsinum í Fuglafirði. Hetta var einasta dansistað í Eysturoynni, har tað var dansur regluliga. Onkuntíð var dansur aðrastaðni, men tað var fyri tað mesta tá okkurt serligt var. Tá ið Silly Boys spældu til dans í sjónleikarahúsinum, komu altíð nógv fólk í dans. Onkuntíð vóru tað yvir 300 fólk, og tað var sera nógv tá í tíðini. Einki berghol var til Norðskála, og eingi fólk komu úr Havnini.

Tað vóru ofta boð eftir Silly Boys at koma til Havnar at spæla. Tá var dansur í sjónleikarahúsinum og í Klubbanum.

? Tað var ikki so lætt at koma til Havnar, greiðir Jónsvein frá.

? Vit vórðu noyddir at fara við fleiri bilum út til Runavíkar við instrumentum, og síðani leiga bát til Havnar. Hetta var ikki altíð so væl lagt tilrættis, og var tað ofta tilvildarligt hvussu vit komu til Havnar, greiðir Jónsvein frá.

Silly Boys spældu eisini nógv í Klaksvík. Tað var lættari hjá bólkinum at koma til Klaksvíkar enn til Havnar. Tað vóru nógvir maskinbátar í Fuglafirði, so tað var lætt hjá bólkinum at læna ein bát og fylla hann við tónleikaútgerð og so leggja leiðina til Klaksvíkar. Ofta varð lagt nógv fyri, tá ið farið varð við maskinbáti, men tíbetur hendi ongantíð nakað, siga Silly Boys.


Fimm ár síðani teir hava verið saman

Tað eru fimm ár síðani Silly Boys hava spælt saman. Tað var á Varmakeldu í 1994. Bólkurin var eisini saman árið fyri og tað var til tiltakið aftur í 60-ini. Silly Boys eru sera glaðir fyri tiltakið aftur í 60-ini.

? Um Neistin ikki hevði tikið stig til hetta, kann hugsast, at fleiri av bólkunum, sum eru við, als ikki vóru komnir saman aftur, siga teir í.