NATO-bumbingarnar í Jugoslavia, ið hava til endamáls at fáa Serbiska leiðaran Slobodan Milocevic at gevast við ágonguni móti Kosovo-albanunum, hava higartil havt við sær, at stórur flóttafólkastreymur gongur norðuryvir, eisini móti skandinavisku londunum.
Sambært sjónvarpsrásunum, ið eru tøkar í Føroyum, ætla m.a. norsku myndugleikarnir at taka ímóti útvið 6.000 flóttafólki úr Kosovo. Ísland hevur bjóðað 100 Kosovo-albanum at vera í Íslandi so longi, teimum lystir.
Føroya Løgmaður, Anfinn Kallsberg, boðaði týsdagin frá, at Landsstýrið hevur játtað 200.000 krónur til hjálp í nærumhvørvinum.
Sosialurin hevur vent sær til Løgmann, eins og løgtingsumboð fyri hinar flokkarnar, við tí fyri eyga, at finna ta prinsippiellu støðuna, flokkarnir og umboð teirra hava í hesum máli.
Spurningarnir, Sosialurin hevur sett, snúgva seg serliga um, um vit føroyingar ikki hava eina moralska skyldu til at hjálpa á sama hátt sum grannalond okkara, ið taka tey neyðstøddu til sín.
Anfinn Kallsberg, Løgmaður
? Eg veit ikki, um útgreiningararbeiðið í sambandi við ríkisrættarligu broytingarnar, er somikið væl áleiðis komið, at ein flóttafólkalóg er í eygsjón, sigur Løgmaður við Sosialin.
Spurdur, um hann sum floksformaður og Føroya Løgmaður kann hava eina prinsippiella støðu til flóttafólk, sigur Anfinn Kallsberg, at sjálvandi kann hann tað.
? Ein eigur altíð at hjálpa flóttarfólki best møguligt. Eg havi sjálvur luttikið á ST-fundi, har høvuðsevnið nettupp var flóttafólk. Niðurstøðan á hesum altjða fundi var, at flóttafólk sum heild verða best hjálpt so tætt uppat egna heimi sínum, sum gjørligt. Eg skilji at hetta er tann strategi, ið eftir øllum at døma eisini er vald í Kosovo-trupulleikanum, sigur Løgmaður.
Um so er, at tað vegna støðuna á staðnum, ikki ber til at fylgja hesi strategi, eiga vit so at taka tey neyðstøddu til okkum..?
Jú, sjálvandi, sigur Anfinn Kallsberg, men vit mugu gera okkum greitt, at lógargrundarlagið eigur at vera í lagi, soleiðis, at tey ið koma sum flóttafólk, vita hvørjar treytirnar eru. Tey mugu ikki fáa ta uppfatan, at tey hava fingið eitt tilboð, vit ikki kunnu veita teimum tá avtornar, sigur hann, og leggur afturat, at høvuðstrupulleikin hjá okkum føroyingum er, at hetta lógarøkið er danskt burturav.
? Vit hava ikki lógarheimild á økinum, og kunnu tískil ikki leggja uppskot um reglur fyri Løgtingið. Danski innanríkismálaráðharrin varir av útlendingapolitikki í danska ríkinum. Vit kanna annars í løtuni, um til ber at taka nøkur neyðstødd heim til Føroya, gjøgnum donsku skipanina, sigur Føroya Løgmaður.
Finnbogi Ísakson, Løgtingsformaður:
Sjálvandi eiga vit at vera við, í eini hjálparveiting til neyðstødd fólk, sigur løgtingsformaðurin. - Men eg haldi, sum løgmaður hevur gjørt greitt í sjónvarpsviðtalu, at øll hesi viðurskifti eiga at vera formaliseraði. Vit eiga at fáa eina greiða lóggávu, fyri at sleppa undan, at flóttafólk og innflytarar, koma til Føroya undir skeivum fortreytum, og harvið noyðast at fara avaftur landinum knappliga, tí støðan harheima batnar, sigur Finnbogi Ísakson. Løgtingsformaðurin heitti í viðtaluni við Sosialin á Landsstýrið, um at tað skuldi arbeiða víðari við málinum, og skunda sær.
? Hetta mál hevur verið uppi og vent fyrr, men tað hevur ikki fyrr verið so átrokandi sum nú, ið sera ngv fólk gjørdust heimleys eftir stuttari tíð, sigur hann. ? Vit vilja, í mun til støddina á landinum, sjálvandi vera við at veita hjálp, men viðurskiftini eiga at vera formaliseraði, heldur Finnbogi Ísakson, og leggur afturat, at vit ikki kunnu taka ímóti flóttarfólki við heimild í donsku lóggávuni á økinum, tí beinanvegin tey stíga ftin á land í Føroyum, eru tey ikki undir tí donsku lógini longur. ? Mannagongdin eigur ast vera tann, at føroyingar sjálvir eiga at avgera, hvussu vit kunnu hjálpa flóttarfólki.
Jákup Sverri Kass, løgtingsmaður fyri sjálvstýrisflokkin
Hetta mál hoyrir undir danska kongaríkið, í hvussu so er tann løgfrøðiligi parturin av tí, sigur ungi sjálvstýristingmaðurin. ? Prinsipielt haldi eg, at um vit kunnu veita besta stuðulin við at játta pening, eiga vit at gera tað, heldur enn at brúka ngva orku og pening, at flyta fólk upp her. Sjálvandi eiga vit at veita ta bestu hjálpina, og hon er eftir mínum tykki peningalig. Eg haldi ikki, at peninghjálpin, ið er játtað, er ein roynd at betala seg burturúr trupulleikunum, sigur Jákup Sverri Kass.
Núverandi støða við flóttarfólki, ið kemur til øll grannalondini, kundi hon ikki bent á, at tað ikki ber til at hjálpa á staðnum..?
Jú, men tað eru størri lond kring okkum, og Føroyar eru eitt viðbreki samfelag, so eg ivist í øllum hesum, sigur Jákup Sverri. - Vit kundi roynt at tikið eini 20 fólk hendanvegin, men vit hava jú ongar royndir á økinum. Undir øllum umstøðum, eiga vit ikki at lata hurðarnar heilt aftur fyri flóttarfólk, ið ætla sær til Føroya, heldur sjálvstýrismaðurin. ? Skuldi hetta hent, eiga vit at gera neyðugu fyrireikingarnar til at taka ímóti teimum. Vit skulu, tá Føroyar gerast eitt fullveldi, fyrihalda okkum til allan uttanríkispolitikk, eisini tann partin, ið hevur við neyðstødd fólk at gera, slær Jákup Sverri Kass fast.
- Mín persnliga støða er, at vit altíð eiga at royna at veita hjálp á staðnum, men verður tað neyðugt at taka ímóti fólki, eiga vit at vísa næstrakærleika og gera alt til tess at hjálpa hesum neyðars fólkum.
Marjus Dam, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin
Marjus Dam sigur sigur við Sosialin, at spurningurin um flóttafólk ikki er politiskur, men siðsemiligur. ? Vit hava øll samkenslu við teimum menniskjum, ið eru rakt av hesum ræðuleikunum. Mín persnliga hugsan er, at viðhvørt er neyðugt at seta álvarsom tiltøk í verk, fyri at fáa bilbukt við einaræðisharrum, sigur Marjus Dam, ið stuðlar NATO-bumbingunum, og eisini einum møguligum hermannaálopi á landjørðini.
? Eg vni, at bardagarnir vera at enda komnir sum skjtast, soleiðis at liviligt verður aftur hjá fólki á staðnum, sigur hann. ? Eg haldi t eisini, at tað er rætt at stuðla fíggjarliga, eins og eg haldi, at vit eiga at lata dyrnar upp fyri teimum, ið flággja. Politiskt munnu vit royna at skipa fyri at øll sleppa heim aftur. Vru vit føroyingar riknir av landi, so høvdu vit iva vilja havt møguleika at komi heim aftur, heldur Marjus Dam.
Annars dugir Marjus Dam ikki at síggja, at statsrættarliga støða føroyinga, á nakran hátt kann vera ein forðing fyri, at vit lata okkara egnu dyr upp fyri flóttarfólk. ? Vit eiga ikki bara at tosa um at hjálpa; vit eiga at gera taðÖTaka vit ímóti eini 100-200, eiga vit at bera so í bandi, at tey fáa eina gða tilveru her hjá okkum, sigur sambandstingmaðurin.
Hann er ikki so fegin um at tosa um eina føroyska lóggávu á økinum. ? Hetta tosið er bert undanførslur, tí at summir politikarar ikki vilja hava fólk hendanvegin. Vit hava eina moralska skyldu at taka móti fólki, sum eru neyðstødd. Nakrir Kosovo-albanar, høvdu væl kunna liva í okkara landi, heldur enn at doyð í teirra egna, staðfestir Marjus. Tá hann var spurdur, um hann sjálvur ætlar at taka nøkur stig til, at hetta verður framt í verki, sigur hann, at Sambandsflokkurin ikki hevur viðgjørt spurningin stórvegis, men at hann fer at mæla til bæði fíggjarliga hjálp og at lata dyrnar upp fyri einum 100-300 flóttarfólkum.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins
Vit eiga ikki at avbyrgja okkum í spurninginum um flóttafólk, sjálvt um lógargrundarlagið er danskt, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at føroyingar kunnu vera eins virknir í hesum, sum londini kring okkum, um politiskur vilji er til tess. Eisini sigur Jóannes, at ein lættliga kundi fingið ta hugsan, at Landsstýrið við at játta 200.000 krónur til hjálp á staðnum, roynir at rinda fyri at fáa samvitskufrið.
? Vit eiga at taka okkum av einum 20-30 flóttafólkum, tí vit eiga at luttaka í altjða høpi við tí orku og tí førleika vit hava, sigur hann. ? Tað hevði tænt okkum sum føroyingum úti um landaoddarnar, um vit vístu í verki, at vit eru samhugaði, sigur formaður Javnaðarfloksins, og skjátur upp, at ein politisk viðger eigur at fara fram á tingi. ? Tað ber væl til undir verandi ríkisrættarligu støðu. Neyðugt er ikki við sjálvstøðugari umboðan í ST og Norðurlandaráðnum fyri at vísa í verki, at hjálparhugurin er til staðar.
Skulu lógauppskot leggjast fyri tingið, hesum viðvíkjandi, er neyðugt við 17 atkvøðum, og Jóannes ivast í, um partar av samgonguni vilja vera við. ? Vilja vit lata føroysku dyrnar upp fyri flóttarfólki úr Kosovo, so ber hetta væl til, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum. ? Onki forðar okkum í hesum. Tað er ov bíligt at geva lógargrundarlagnum ábyrgdina av, at onki skal henda. Okkara 7 atkvøður eru tøkar í hjálpini, staðfestir Jóannes at enda.
Álvur Kirke, tingmaður fyri Miðflokkin
Í minsta lagi 20 fólk eiga at fáa friðskjl í Føroyum, staðfestir Álvur Kirke. - Men, vit eiga ikki at gloyma, at t.d. danir hava havt trupulleikar við sínum flóttafólkapolitikki, serliga tá spurningar stinga seg upp, um uppihaldið skal vera varnandi. Til ber at seta treytir. Ætla flóttarfólk at vera verandi í Føroyum, eiga tey at læra seg at tosa føroyskt; ikki fyri okkara skuld, men teimum sjálvum at gagni, sigur Álvur Kirke, sum eisini heldur, at tey á henda hátt koma lættari inn í samfelagið, tey skulu virka í.
? Eg fari at stuðla eina møguligari ætlan um, at fáa flóttafólk til Føroya, sigur Álvur Kirke, sum fyribils situr á tingi fyri Jenis av Rana.










