Leygardagin 11. apríl kl. 14 skipar Bókadeildin fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á Býarbókasavninum í Havn.
Bókadeildin skrivar, at Luddi og Lundisa finna eina rúgvu av tómum holum í lundalandi. So fáa tey eitt ordiliga gott hugskot.
„Kom og spæl krógva og blunda," sigur Lundisa.
„Ja, lunda-krógva og blunda!" sigur Luddi.
Hetta er fimta bókin um fittu lundapisurnar í Mykinesi.
Vár Berghamar Jacobsen er leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur úr Tórshavn. Vit kenna hana m.a. frá jólakalendarum í KVF og Likkulikkuleia.
Vár hevur eisini skrivað leikritið til Jól í Grannalagnum, sum varð sent sum jólakalendari í útvarpinum í 2007, og í 2025 var leikurin vístur sum sangleikur.
Luddi og Lundisa byrjaðu sum ein barnaleikur í 2018, og síðan eru fimm myndabøkur um lundapisurnar komnar út, sum italska listakvinnan Delia Ciccarelli hevur myndprýtt.
Bókaframløga skrá:
- Barnakórið Nova 2 og 3 frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir
- Rithøvundurin, Vár Berghamar Jacobsen, lesur søguna
- Drekkamunnur og bókin verður til sølu fyri serprís
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.











