Vesturfarið VN 250, hevur ligið við bryggjukantin í Runavík í eina viku og kemur at liggja eina viku aftrat. Motorurin verður yvirhálaður, og aðrar ábøtur verða gjørdar umborð. Ein annar trolbátur liggur eisini [...] arbeiði er í gongd beint nú. - Eg vil siga, at vit hava nóg mikið at takast við, men her er eingin rokan beint nú, sigur Jón Rasmussen, sum hevur leiðsluna, meðan pápin, Ernst, er í summarfrí. Útlitini í lagi [...] Umvæling Á maskinverkstaðnum, Mekanik í Runavík, er eingin rokan beint nú. Tó hava tey stívliga 20 fólkini, sum eru knýtt at arbeiðsplássinum, nóg mikið at taka sær fyri um dagarnar. Trolbáturin, Vesturfarið
arbeiðinum í sambandi við stóru Fish Fair messuna, sum verður í Runavík komandi ár. Petur Slyne hevur tað grafiska arbeiðið undir hond. Í sambandi við, at fyritøkan nú flytur í nýggj høli, verður móttøka í nýggju [...] byrjaði í einum kamari á loftinum hjá Farex í 1999. Eftir einum ári vaks fyritøkan so mikið, at teir máttu finna sær onnur høli. Síðani 2000 hava teir hildið til í leigaðum hølum í J. Broncksgøtu í Havn, [...] triða sinni eru í ferð við at innrætta sær hølið til virkið. Herfyri keyptu teir bygningin á horninum M. A. Winthersgøta/Magnus Heinasonargøta í Havn ? bygningurin, sum er fastbygdur í gomlu Køkubúðina
kiksaði í steypafinaluni ímóti NSÍ, bendu úrslitini á, at HB var í aldudali. Teir taptu í Klaksvík og ímóti B36, og so fekk Ion Geolgau reyða kortið frá felagnum. Síðani hevur HB vunnið í Gøtu og í Gundadali [...] er í lagi. Venjingarnar hava gingið væl, og moralurin er, sum hann skal vera. Tú hevur verið í HB síðani 1993. Viðhvørt hevur tað ikki roynst so væl í avgerandi dystunum? ? HB vann nógv FM heiti í 70unum [...] 70unum, og í 80unum vóru teir eisini væl við. Teir vunnu FM í 1990, men síðani eg kom í felagið, er tað bara eydnast í 1998. Vit eiga eina rúgvu av silvurkrónum, so nú er tað upp á tíðina, at vit aftur enda
Álopið er besta verjan Jógvan Martin Olsen sigur seg ikki ivast í, at HB fer at vinna FM, um teir fáa øll stigini í Runavík. ? Um teir vinna í morgin, so fara teir tvey stig framum okkum. Eg havi alla virðing [...] Tá tað fyrr í summar var greitt, at NSÍ hevði spælt seg í steypafinaluna ólavsøkudag, var tað eisini greitt, at føstu álopsmenninir, Óli Hansen og Sonni L. Petersen, ikki fóru at spæla við í finaluni, tí [...] funnu Ulrik Balling í Vejle, og tað loysti seg væl, tí hann skoraði í finaluni og var sera arbeiðssamur. Tað hevur hann eisini verið síðani. Men nú er sera ivasamt, um hann verður við í sera avgerandi uppgerðini
verða tald saman. Í ár eru teir ikki so einaráðandi í yngru deildunum, sum teir hava verið fleiri onnur ár. FM heitið í 5. deild telur í samlaða roknskapinum, og tí er einki at ivast í, at HB fegið vil [...] deild síðani 1994. Teir vunnu eisini í 1992 og í 1985, sum var fyrsta árið, at 5. deild var á skránni. Finalan í 5. deild verður altso millum HB og NSÍ í Gøtu í dag klokkan 18. [...] spælt seg í finaluna. Harvið kann sigast, at tað longu í dag verður kynt uppundir stórdystin, sum verður millum hesi bæði feløgini í morgin. HB vann sannførandi sína hálvfinalu ímóti ÍF. Úrslitið í Fuglafirði
ar hava í ár verið svingandi í avrikum sínum. Fyrstu umførini vóru teir mest sum fastir í botninum, men síðani hevur gingið stútt framá, og við einum sigri kundu teir av álvara leggja seg út í oddastríðið [...] 2. deild Tað stóð einki til við fótbóltshýrinum í Leirvík undan dystinum móti teimum næst bestu úr Runavík. Fótbóltsliðið hjá bygdini var undan hesum dottið aftur á trið niðasta sessin, og vandi var fyri [...] skuldi tó ikki ganga, tí LÍF vann ein tryggan sigur, tó at spenningurin um dystin leingi hekk í luftini. Í steðginum var tað soleiðis bert einsamalla málið frá klaksvíkinginum, Símun W. Høgnesen, sum skilti
var í 1988. Tá fekk HB handað gullmerkini og FM steypið, meðan tvørámenn stóðu og hugdu at í Gundadali. Teir vóru greiðir yvir, at teir í 1989 skuldu spæla í 2. deild. Aftur í 1996 vóru tvørámenn í somu [...] millión frá UEFA fyri at luttaka í Europa Cup. Steypavinnararnir eiga pláss í UEFA Cup. Tað plássið hevur NSÍ tryggjað sær. Næstfremsta liðið sleppur eisini upp í part í UEFA Cup. Í løtuni er KÍ besta boðið upp [...] tað harmuligt, at oddaliðið ikki í trimum teimum seinastu umførunum verður partur í toppuppgerðum. Í hondbóltinum verður lagt soleiðis til rættis, at tey fýra liðini, sum í undanfarna kappingarári endaðu
Fótbóltstos Tá tað var greitt, at HB vann sín dyst í Runavík, var eisini greitt, at skuldi nakar hava møguleikan at taka teir aftur í oddastríðnum, skuldi tað helst vera KÍ. Og fram til 93 minuttir vóru [...] um. John hevur báðar hendurnar í rygginum á Alexandre, tá hann skorar hatta seinasta málið. Hatta var stórt fríspark, og tað er kritisabult, at ein dómari ikki sær slíkt í somikið avgerandi dysti. Tað er [...] vóru farnir, vóru klaksvíkingar eisini ájavnir HB í stigum, men tann vónin brast so, tá John stútaði bóltin inn. Tí er einki at siga til, at tað var ein vónsvikin Kurt Mørkøre, sum eftir dystin stóð uttan
NSÍ?HB Eingin ivi er í, at HB hevur verið djúpt í lummanum, tá teir fyrr í summar skrivaðu undir avtalu við Nocko Jockovic. Sunnudagin varð staðfest í Runavík, at íløgan í danska álopsspælaran hevur loyst [...] skoraði málini, hevur ikki so nógv at siga. Í fyrra førinum var talan um geniala fríspæling frá Andrew av Fløtum, sum eg fekk uttaru síðu á fótinum undir, og í seinna førinum var málið púra opið, tá Jón [...] fekk ikki so nógvan stuðul, sum HB liðið vanliga veitir fremstu monnunum. Men hann var støðugt við í spælinum, og hann skoraði tey bæði málini, sum bóru HB so nógv nærri móti meistaraheitinum. Málskjúttin
eygunum á teimum. Liðið fór í leikligan aldudal, úrslitini vóru ikki góð, og leiðslan í felagnum metti støðuna so álvarssama, at venjarin varð skiftur út. HB sigurin í Runavík var á onganhátt óuppiborin [...] N. Joensen var farin um koll. Í hinum endanum var Andrew av Fløtum tvær ferðir um at avgera. Í fyrra snarálopinum sendi hann úr 16 metrum og í beinið á Jens Martini, og í seinna førinum var hann óheppin [...] Fótbóltur Tey fleiri hundrað reyð og svartkløddu HB viðhaldsfólkini fóru í góðveðrinum sunnudagin í sera góðum hýri úr Runavík. Tað høvdu tey alla orsøk til. Teirra lið hevði vunnið 2?0, og harvið hevði