Teir gomlu avgera í dag

NSÍ fer í Gøtu at royna at vinna sætta FM heitið á rað í 5. deild, har HB er mótstøðuliðið

5. DEILD

Fótbóltur verður spældur av bæði monnum og kvinnum og stórum og smáum. Í vikuskiftinum er nógv á skránni, og tað er stórur spenningur hjá bæði yngri og eldri kring landið alt.
Í 5. deild ganga teir høgt uppí tað. Og har verður seinnapartin í dag avgjørt, hvør eigur besta 5. deildarliðið. At tað verður HB ella NSÍ er longu avgjørt, tí tað eru hesi bæði liðini, sum hava spælt seg í finaluna. Harvið kann sigast, at tað longu í dag verður kynt uppundir stórdystin, sum verður millum hesi bæði feløgini í morgin.
HB vann sannførandi sína hálvfinalu ímóti ÍF. Úrslitið í Fuglafirði var 5?2 til HB, og í Gundadali vunnu HBarnir 6?2. Hjá NSÍ var tað eitt sindur meiri striltið. Teir tókust við Royn í hálvfinaluni. Í Hvalba vann Royn 2?1, og síðsta leygardag vann NSÍ 2?1 við Løkin. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði NSÍ avgerandi málið:
? Men tað tók sína tíð. Hetta hevði við sær, at vit vóru nakað seinir á Svangaskarð at hyggja at landsdystinum, og vit sóu ikki málini hjá John Petersen live.
Tað fortelur Trygvi Mortensen, venjarin hjá EB/Streymi í 1. deild okkum. Hann er á 5. deildarliðnum hjá NSÍ. Liðið hevur vunnið FM heitið fimm tey síðstu árini, so teir vilja ógvuliga fegnir vinna steypið til ognar.
Finalan millum NSÍ og HB verður í Gøtu í kvøld klokkan seks. Áskoðaratalið verður ivaleyst ikki heilt lítið. Í Runavíkar kommunu verður nógv tosað um 1. deildarliðið, sum liggur so væl fyri. Tað verður eisini tosað um góða smádreingjaliðið, sum Abraham Løkin venur. Teir eru sera væl fyri í kappingini um FM heitið.
Og so verður eisini tosað um 5. deildarliðið. Sigmund Johannesen hevur havt ábyrgdina øll fimm árini, sum teir hava vunnið FM, og hann hevur framvegis ábyrgdina. Í Runavík er "liðið hjá Sigga" vorðið eitt hugtak. Venjarin gongur so høgt uppí tað, at hóskvøldið visti onkur av spælarunum at siga, at hann hevði tvær ferðir sama kvøld fingið boð til finaluna!
Hjá NSÍ er greitt, at Tórbjørn Jacobsen ikki verður við í finaluni. Hann er uttanlands í politiskum ørindum. Men hann plagar ikki at spæla so nógv. Tað hevur verið sagt, at talutíðin hjá honum í FM veitslunum altíð hevur verið longri enn samlaða spælitíðin á árinum!
Á HB heimasíðuni verður eisini gjørt eitt sindur burturúr. HB plagar at vera best, tá øll FM heitini verða tald saman. Í ár eru teir ikki so einaráðandi í yngru deildunum, sum teir hava verið fleiri onnur ár. FM heitið í 5. deild telur í samlaða roknskapinum, og tí er einki at ivast í, at HB fegið vil vinna. HB hevur ikki vunnið 5. deild síðani 1994. Teir vunnu eisini í 1992 og í 1985, sum var fyrsta árið, at 5. deild var á skránni.
Finalan í 5. deild verður altso millum HB og NSÍ í Gøtu í dag klokkan 18.