Lívsneyðug stig til Leirvíkar

LÍF vann grannauppgerðina móti NSÍ, og fluttu seg trý pláss uppeftir á stigatalvuni, men enn er hvørki leyst ella liðugt

2. deild

Tað stóð einki til við fótbóltshýrinum í Leirvík undan dystinum móti teimum næst bestu úr Runavík. Fótbóltsliðið hjá bygdini var undan hesum dottið aftur á trið niðasta sessin, og vandi var fyri at detta enn longur, um talan ikki gjørdist um trý stig leygardagin.
Runavíkingar hava í ár verið svingandi í avrikum sínum. Fyrstu umførini vóru teir mest sum fastir í botninum, men síðani hevur gingið stútt framá, og við einum sigri kundu teir av álvara leggja seg út í oddastríðið.
Soleiðis skuldi tó ikki ganga, tí LÍF vann ein tryggan sigur, tó at spenningurin um dystin leingi hekk í luftini. Í steðginum var tað soleiðis bert einsamalla málið frá klaksvíkinginum, Símun W. Høgnesen, sum skilti partarnar.
Eftir steðgin kom tó annað lag á. Framvegis vóru tað leirvíkingar, sum vóru omaná, og nú fingu ini væl og virðiliga løn fyri stríðið. Fyrst økti Petur Sjúrðarberg um munin, áðrenn Fróði Joensen við tveimum málum slerdi sigurin rimmar-fastan og sendi LÍF upp á fimta plássið á stigatalvuni og meira ella minni inn í uppflytingarstríðið.
Her kann LÍF nevnliga enn hava eitt orð á siga. Bert eitt stig er upp til B71, sum er fremsta lið av teimum, sum kunnu fylgja vágamonnum upp í bestu deildina, og júst B71 kemur á vitjan í Leirvík komandi vikuskiftið. Og tað er lítið at ivast í, at fótbóltsfepurin undan tí dystinum verður fleiri stig hægri, enn hann var hesaferð.
Runavíkingar skulu hinvegin ansa sær, skulu teir ikki detta úr deildini. Tapið hesaferð merkti, at teir duttu aftur á áttanda plássið. Komandi vikuskifti fáa teir vitjan av B36, sum stríðist fyri silvurkrónunum.

Dysturin í tølum
LÍF-NSÍ 4-0(1-0)
1-0: Símun W. Høgnesen
2-0: Petur Sjúrðarberg
3-0: Fróði Joensen
4-0: Fróði Joensen