Mekanik yvirhálar motorin á Vesturfarinum

- Her er eingin rokan beint nú, men okkurt er fyri framman, sigur Jón Rasmussen

Umvæling

Á maskinverkstaðnum, Mekanik í Runavík, er eingin rokan beint nú. Tó hava tey stívliga 20 fólkini, sum eru knýtt at arbeiðsplássinum, nóg mikið at taka sær fyri um dagarnar.
Trolbáturin, Vesturfarið VN 250, hevur ligið við bryggjukantin í Runavík í eina viku og kemur at liggja eina viku aftrat. Motorurin verður yvirhálaður, og aðrar ábøtur verða gjørdar umborð.
Ein annar trolbátur liggur eisini við bryggjuna; tað er Niclas, fyrrverandi Norðleivur, sum eisini er fyrrverandi Stiðjabarmur. Umborð á Niclasi ger Mekanik nakrar smærri umvælingar. Sum skilst, er hetta ikki stórarbeiði, men meira arbeiði, sum gjørt verður millum túrar.
Inni á verkstaðnum fáast menn eisini við ymiskt annað maskinarbeiði, men einki stórt arbeiði er í gongd beint nú.
- Eg vil siga, at vit hava nóg mikið at takast við, men her er eingin rokan beint nú, sigur Jón Rasmussen, sum hevur leiðsluna, meðan pápin, Ernst, er í summarfrí.

Útlitini í lagi
Hann vísir á, at útlitini eru ikki ring, tí onnur størri arbeiði eru á veg.
Sosialurin veit, at trolararnir, Jaspis og Ametyst, skulu sandblásast í Danmark í heyst, og at spølini skulu broytast.
Sum skilst, fara trolararnir til Danmarkar um ein mánaða ella so, men áðrenn skipini fara hiðani, skal ymiskt maskinarbeiði gerast á Mekanik.
- Jú, tað er rætt, at vit skulu taka okkum av maskinu og gearum umborð á Jaspis og Ametyst, sigur Jón Rasmussen.
Mekanik í Runavík tekur sær serliga av maskinumvælingum og ymiskum øðrum umvælingum umborð á skipum og bátum.