? Alle gode gange tre?

Petur & Petur er nú flutti á triða sinni ? men hesaferð í egin høli

? Alle gode gange tre?
Tað kunnu teir báðir eigararnir av reklamuvirkinum Petur & Petur siga, nú teir á triða sinni eru í ferð við at innrætta sær hølið til virkið.
Herfyri keyptu teir bygningin á horninum M. A. Winthersgøta/Magnus Heinasonargøta í Havn ? bygningurin, sum er fastbygdur í gomlu Køkubúðina hjá Adreas Jacobsen, sála.
Reklamuvirkið hjá Peturi Slyne og Peturi Mohr Reinert, ella hjá Petur & Petur, sum virkið eitur, byrjaði í einum kamari á loftinum hjá Farex í 1999. Eftir einum ári vaks fyritøkan so mikið, at teir máttu finna sær onnur høli. Síðani 2000 hava teir hildið til í leigaðum hølum í J. Broncksgøtu í Havn, men har gjørdist eisini ov trongt.
? Vit hava nú fingið tað, vit vildu hava. Vit ætla hvørki at blíva størri ella minni, men at halda okkum á hesum støði ? at røkja teir kundar, vit hava, sigur Petur Slyne, tá vit hittu hann um middagsleiti hósdagin.
Húsini, teir hava keypt, eru í trimum hæddum, hvør á 70 fermetrar. Alt er tikið niður innan og gjørt av nýggjum, so teir hava í veruleikanum ein nýggjan bygning, tó at hann fyribils verður í gomlum hami.
Hjá Petur & Petur starvast nú átta fólk.
? Vit hava sett tvey fólk afturat, ein lærling og eitt fólk til móttøku og bókhald, sigur Petur.
Umframt reklamuvirksemið, eigur fyritøkan eisini Vikublaðið, sum higartil hevur havt síni egnu høli. Vikublaðið er nú flutt undir somu lon sum Petur & Petur, og eru tey tí tilsamans átta fólk.
Petur Mohr Reinert fæst mest við at gera básar o. a. til framsýningar, og standa teir fyri tí arbeiðinum í sambandi við stóru Fish Fair messuna, sum verður í Runavík komandi ár. Petur Slyne hevur tað grafiska arbeiðið undir hond.
Í sambandi við, at fyritøkan nú flytur í nýggj høli, verður móttøka í nýggju hølunum í dag, fríggjadagin, millum klokkan 15 og 17 ? og Petur Slyne vónar at síggja nógv viðskiftafólk og samstarvsfelagar.