Risa-fríspark

Kurt Mørkøre var eftir dystin sannførdur um, at klaksvíkingar áttu fríspark við seinasta B36-málið

Fótbóltstos

Tá tað var greitt, at HB vann sín dyst í Runavík, var eisini greitt, at skuldi nakar hava møguleikan at taka teir aftur í oddastríðnum, skuldi tað helst vera KÍ. Og fram til 93 minuttir vóru farnir, vóru klaksvíkingar eisini ájavnir HB í stigum, men tann vónin brast so, tá John stútaði bóltin inn.
Tí er einki at siga til, at tað var ein vónsvikin Kurt Mørkøre, sum eftir dystin stóð uttan fyri skiftingarrúmið hjá KÍ.
- Har er einki at tosa um. John hevur báðar hendurnar í rygginum á Alexandre, tá hann skorar hatta seinasta málið. Hatta var stórt fríspark, og tað er kritisabult, at ein dómari ikki sær slíkt í somikið avgerandi dysti. Tað er jú føroyameistaraheitið, sum stendur upp á spæl, og tá kunnu slík mistøk ikki bara góðtakast, segði KÍ venjarin.