SAMANUM 15. UMFAR
Tað eru trý umfør eftir av 2002 kappingarárinum. Tað er tætt millum fremstu liðini, og tí er einki avgjørt. Men nú skal tað vilja meiri enn illa til hjá HB, um teir ikki fara at vinna FM heitið, sum teir ikki hava átt síðani 1998.
HB er eitt stig frammanfyri KÍ og NSÍ. Í innanhýsis uppgerðunum ? har eru tað bara stigini og ikki málini, sum telja ? stendur á jøvnum millum HB og KÍ, meðan HB er omaná ímóti NSÍ. HB vann 4?0 á heimavølli í fyrsta umfarinum, og sunnudagin vunnu teir 2?0 í Runavík.
Hóast EB/Streymur vann 2?1 á heimavølli ímóti HB, so ber ikki til at ímynda sær, at HB fer at tveita stig burtur, tá teir komandi sunnudag fáa vitjan av Skála, og tá EB/Streymur annan sunnudag kemur í Gundadal. Avrikið ímóti NSÍ vísti, at oddaliðið leikliga er væl fyri, um mótstøðuliðið ikki liggur heilt tætt í teimum. Tað megnaði NSÍ í fyrra umfarinum, men tað hava hvørki Skála ella EB/Streymur møguleika at gera. Í síðsta umfarinum skal HB suður á Sevmýri, og har fara teir heldur ikki at missa stig.
Úrslitini sunnudagin lagaðu tað soleiðis, at HB hevur ráð at spæla javnt í einum av teimum trimum dystunum, sum teir eiga á. Teir eru tvey stig undan KÍ og NSÍ, teir hava betri málmun enn KÍ, og teir eru omaná ímóti NSÍ ? bæði í innanhýsis dystum og málmuni.
Torført við skránni
Um eitt lið er á odda og samstundis eigur á pappírinum so lættar uppgávur á, sum HB nú ger tað, so vil tað sjálvsagt siga, at teir longu hava megnað torføru uppgávurnar ímóti hinum góðu liðunum.
Hjá svornum HB viðhaldsfólkum er tað sjálvandi hugaligt, at meistaraskapsdeymurin longu eftir fimtanda umfarið er so ramur. Men fyri spenningin og harvið áhugan yvirhøvur fyri kappingini, er tað harmuligt, at oddaliðið ikki í trimum teimum seinastu umførunum verður partur í toppuppgerðum.
Í hondbóltinum verður lagt soleiðis til rættis, at tey fýra liðini, sum í undanfarna kappingarári endaðu á fýra teimum ovastu plássunum, í seinastu umførunum hittast innanhýsis. Harvið verður á skrivaraborðinum gjørt tað, sum gerast kann, fyri at varðveita intensitetin og spenningin so leingi, sum tað ber til.
Í gomlum døgum ? og tað vil í hesum førinum siga í tíðini, áðrenn Eysturoyggin rættuliga fór at blanda seg í toppin í fótbóltinum ? var skráin oftast soleiðis, at KÍ og HB hittust fram ímóti kappingarenda ella HB og TB, tá tað vóru hesi bæði liðini, sum undanfarna árið høvdu verði ovast.
Teir, sum leggja fótbóltskappingina til rættis, tykjast ikki at hava hugsað soleiðis, tá teir í síðsta umfarinum hava sett TB og HB at spæla á Sevmýri, men uppgávan bæði at at leggja til rættis og at vera spámaður, sum metir um, hvør fer at standa seg væl og minni væl, er stór og torfør.
Í fjør vann B36 FM heitið. GÍ var næstfremst, so komu B68 og VB, og NSÍ, KÍ og HB, sum seinastu vikurnar hava telvast um fremsta plássið, vóru ávikavíst nummar fimm, seks og sjey!
Undan kappingarbyrjan í ár varð HB mett sum eitt av fleiri boðum uppá oddasessin. Onnur boð vóru NSÍ, KÍ, B36, GÍ og B68. Hesi feløgini skulu spæla fleiri innanhýsis dystir í trimum teimum seinastu umførunum.
Europa upp á spæl
Meistaraliðið fær eina stóra millión frá UEFA fyri at luttaka í Europa Cup. Steypavinnararnir eiga pláss í UEFA Cup. Tað plássið hevur NSÍ tryggjað sær. Næstfremsta liðið sleppur eisini upp í part í UEFA Cup. Í løtuni er KÍ besta boðið upp á hetta plássið.
Størstu hóttanina fáa teir úr Gøtu. GÍ er kropið upp á fjórða plássið. Teir eru tvey stig aftanfyri KÍ og NSÍ. Komandi sunnudag fara gøtuenn til Klaksvíkar. Úrslitið í tí uppgerðini fer at hava sera stóran týdning fyri UEFA Cup luttøkuna.
Sum støðan er í løtuni, so verður neyðugt hjá GÍ at vinna í Klaksvík. Men tað eru framvegis fleiri aðrar spennandi uppgerðir á skránni. Í næstsíðsta umfarinum skal B36 til Gøtu, og í síðsta umfarinum skal NSÍ til Klaksvíkar. Undan vikuskiftinum var møguleiki fyri, at hesin síðst nevndi dysturin skuldi gerast ein sonn finala. Tann møguleikin er rættuliga kámur nú. Hann spøkir, men um hann skal gerast veruleiki, so skal HB snáva orduliga, og so skulu KÍ og NSÍ vinna báðar dystirnar, sum tey eiga, áðrenn tey í síðsta umfarinum hittast í Klaksvík.
Mótbrekkan hjá TB
Sunnudagurin var søguligur hjá Skála á tann hátt, at tað fyri fyrstu ferð eydnaðist teimum at vinna í bestu deildini. Og nýggi venjarin, Hans Jákup Andreasen, kann erpa sær av, at liðið bara hevur vunnið í 1. deild, meðan hann hevur verið venjari!
Tey trý stigini, sum Skála fekk burturúr ímóti EB/Streymi, bera við sær, at Skála er sloppið undan aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflytingar plássinum. Tá Skála komandi sunnudag fer í Gundadal at spæla ímóti HB, fer TB at spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Tað er sannlíkt, at hvørki botnliðið fer at fáa úrtøku. Um tað fer at gangast, sum tað kann roknast við, so verður niðurflytingin avgjørd, tá tey bæði botnliðini í næstsíðsta umfarinum fara at hittast á Skála. Í løtuni sær tað út til, at tað verður neyðugt hjá TB at vinna tann dystin, um teir skulu sleppa undan beinleiðis niðurflytingini.
Um tað ikki eydnast hjá TB, so verður støðan ivaleyst tann sama eftir síðsta umfarið, sum hon var í 1988. Tá fekk HB handað gullmerkini og FM steypið, meðan tvørámenn stóðu og hugdu at í Gundadali. Teir vóru greiðir yvir, at teir í 1989 skuldu spæla í 2. deild. Aftur í 1996 vóru tvørámenn í somu støðu. Tá stóðu teir eftir síðsta umfarið niðurfluttir á Svemýri og hugdu at, meðan gøtumenn fingu gullkrónur og FM steyp.
Óvanliga spennandi
Í 2. deild er tað so spennandi, sum tað ongantíð hevur verið áður. Spurningurin um beinleiðis uppflyting er avgreiddur. FS Vágar hevur vunnið deildina so sannførandi, sum eingin hevur gjørt áður. Spenningurin snýr seg um endaspæl um uppflyting, um endaspæl um niðurflyting og um beinleiðis niðurflytingina.
Síðsta umfarið í 2. deild verður um tvær vikur. Tá verður greitt, um talan yvirhøvur verður um endaspæl um uppflyting. Treytin er, at eitt felag, sum ikki frammanundan er umboðað í fermstu deildini, verður í hvussu so er nummar fýra. B71, Sumba, ÍF og LÍF kappast innanhýsis. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at B36, KÍ og NSÍ fara at liggja á teimum øllum.
Tað er ikki komið fyri áður, at átjan stig ikki hava verið nóg stór úrtøka fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini. Soleiðis er støðan hesa ferð. Burtursæð frá FS Vágum eru øll hini níggju liðini í størri ella minni vanda fyri at flyta niður. Frá HB á aftasta plássinum og fram til B36 á silvurplássinum eru tað fimm stig, og tað eru tvey umfør eftir at spæla. Í tveimum teimum síðstu umførunum sær skráin soleiðis út: LÍF?B71, NSÍ?B36, FS Vágar?Sumba, HB?ÍF og VB?KÍ hittast komandi leygardag. Annan leygardag hittast B71?VB, B36?LÍF, Sumba?NSÍ, ÍF?FS Vágar og KÍ?HB.