Balling verður neyvan við í morgin

Sum í steypafinaluni so hevur NSÍ aftur hesa ferð trupulleikar at manna álopið, tí Sonni L. Petersen er leikbannaður og Ulrik Balling er sera ivasamur

Upptakt

Tá tað fyrr í summar var greitt, at NSÍ hevði spælt seg í steypafinaluna ólavsøkudag, var tað eisini greitt, at føstu álopsmenninir, Óli Hansen og Sonni L. Petersen, ikki fóru at spæla við í finaluni, tí teir báðir vóru leikbannaðir.
Tá vóru góð ráð dýr. NSÍ vildi fegið vinna løgmanssteypið. Teir funnu Ulrik Balling í Vejle, og tað loysti seg væl, tí hann skoraði í finaluni og var sera arbeiðssamur. Tað hevur hann eisini verið síðani. Men nú er sera ivasamt, um hann verður við í sera avgerandi uppgerðini ímóti HB í morgin:
? Hann varð skaddur í lærkrikanum undir venjing mánakvøldið, og tað hevur ikki sæð gott út síðani. Hóskvøldið vandi hann als ikki, og vit hava ikki serliga góðar vónir um, at hann verður tøkur sunnudagin, segði Jógvan Martin Olsen undan venjingini í gjárkvøldið.
Sjálvandi harmaðist NSÍ venjarin um støðuna hjá Balling, og tann skaðin er serliga meinur, tí ein av hinum álopsmonnunum, Sonni L. Petersen, er leikbannaður. Hann var eisini leikbannaður í steypafinaluni.
Djóni N. Joensen var skaddur í síðstu viku, tá hann bara vandi við hálvari ferð, men hesa vikuna hevur hann vant sum hinir, og teir rokna við, at hann verður førur fyri at spæla. Helgi L. Petersen vandi hóskvøldið við fullari ferð.
Saman við Jógvani Martin Olsen vóru Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinsson og Sjúrður Jacobsen í síðstu viku upptiknir á landsliðnum. Spælararnir vandu sjálvandi ikki saman við NSÍ seinnapartin av síðstu viku. Men tað gjørdi venjarin, sum hóskvøldið og fríggjakvøldið bæði vandi landsliðið og NSÍ.

Álopið er besta verjan
Jógvan Martin Olsen sigur seg ikki ivast í, at HB fer at vinna FM, um teir fáa øll stigini í Runavík.
? Um teir vinna í morgin, so fara teir tvey stig framum okkum. Eg havi alla virðing fyri EB/Streymi, Skála og TB, men HB missir ikki stig til hesi liðini.
Og hvat við um tað verður javnleikur í morgin?
? So verða vit framvegis eitt stig frammanfyri HB, og so verður rættuliga spennandi, tí vit hava væl torførari dystir enn teir. Fyrst skulu vit suður á Sevmýri, og so skulu vit spæla ímóti B68 og KÍ, sum eisini er við í FM kappingini. Tí er tað sera týdningarmikið hjá okkum at vinna í morgin.
Hvussu ætlar tú at gera tað?
? Í steypafinaluni var tað týðuligt, at besta verjan hjá okkum var at leypa á. HB álopið er sterkasti parturin av liðnum, og tí ræður um at arbeiða fyri, at teir ikki sleppa í álop. Men tað verður torført at seta HB verjuna undir trýst, tá vit ikki hava Sonna L. Petersen og Ulrik Balling. Teir eru báðir sera óførir at renna.

Ongantíð so tætt við áður
Tað hevur verið tosað um, at NSÍ ikki er girað til so avgerandi avbjóðing sum hana, ið nú stendur fyri framman. Men tað sigur venjarin seg ikki ivast í, at hansara menn eru:
? Serliga í 2. hálvleiki vístu spælararnir, at teir kundu, tá teir vóru undir trýsti. Eg dugi ikki at síggja, at støðan er øðrvísi hesa ferð. Spælarnir hava arbeitt miðvíst síðani eftir ársskiftið. Málið hevur verið at vinna steypakappingina og FM heitið. Teir hava rokkið fyrra partinum av málinum, og teir vita, at um seinni parturin skal røkkast, so skulu teir geva alt, sum teir eiga, og tað rokni eg við, at teir fara at gera.
Men tit taptu 4?0 í Gundadali ímóti HB?
? Tá var talan um ein kollektivan offday í fyrsta umfarinum. Tað vita vit allir, og tíbetur hava spælararnir síðani prógvað, at tað er væl meiri í teimum enn so. Eg havi álit á teimum, men teir skulu gera sítt ítarsta.
NSÍ hevur ongantíð vunnið heiðursmerki áður. Tað næsta, sum teir hava verið, var í 1987. Tá lógu teir ikki so langt undan kappingarenda til at vinna fremsta plássið, men so taptu teir 2?1 á heimavølli ímóti LÍF. Í síðsta umfarinum vóru teir við til at gera av, at TB skuldi vinna FM heitið. GÍ hevði verið meistari, um teir høvdu vunnið í Runavík, men NSÍ vann 3?1.