Upptakt
Eftir at tað kiksaði í steypafinaluni ímóti NSÍ, bendu úrslitini á, at HB var í aldudali. Teir taptu í Klaksvík og ímóti B36, og so fekk Ion Geolgau reyða kortið frá felagnum. Síðani hevur HB vunnið í Gøtu og í Gundadali ímóti VB.
Rúni Nolsøe er liðformaður hjá HB. Hann sigur, at teir eru væl fyri, nú teir í morgin skulu til Runavíkar, har so sera nógv stendur uppá spæl.
? Eingin spælari er leikbannaður, og eingin spælari er skaddur. Nocko Jokovic var ikki við ímóti VB, tí hann var skaddur, men nú hevur hann aftur vant við fullari ferð, og lagið er gott, sigur Rúni Nolsøe.
Eru tit nøgdir við at fáa eitt stig?
? Vit hava ikki tosað taktikk enn, men vit fara altíð eftir sigrinum og harvið øllum stigunum. Møguleikin at vinna FM verður ikki heilt burtur, um tað endar javnt hesa ferð, men vit hava bara avgerðina í okkara egnu hondum, um vit fáa fult í morgin, og vit vilja fegnir avgera alt sjálvir.
Men tit taptu steypafinaluna ímóti NSÍ?
? Tað kunnu vit ikki renna undan, og vit vóru sera vónbrotnir. Teir spældu við tíggju monnum mesta partin av 2. hálvleiki, og vit høvdu allar møguleikar. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit vóru í minsta lagi á hædd við teir. So fingu teir brotsspark og skoraðu, og so gekk tað, sum tað gjørdi. Men nú snýr tað seg um dystin hesa ferð. Vit kenna okkum á toppinum, og vit hugsa ikki so nógv um tað, sum er farið.
Men kortini slepst ikki undan, at tað ikki hevur roynst nakað serligt hjá tykkum á útivølli í ár?
? Um vit síggja burtur frá útisigrinum á B36, sum jú var vunnin á heimavøllinum hjá okkum, so hava vit bara vunnið á Skála og so í Gøtu. Tað var málleyst í Vági, og vit vóru hepnir at sleppa av Toftum við 1?1. Vit duga ikki at siga hví, at tað hevur gingist soleiðis, men tað hevur verið væl betri eftir summarsteðgin. Vit taptu í Klaksvík, men har vóru vit við til at mynda ein sera spennandi og tættan dyst, og so vunnu vit í Gøtu, og tá haldi eg, at vit vóru nógv betri enn GÍ.
Eingin serligur heilivágur
Seinnapartin í morgin fara nógvir HB stuðlar til Runavíkar. Teir vóna, at teirra lið kemur aftur til Havnar við sigrinum, og tað liggur á ljóði millum HB stuðlarnar, at um tað eydnast at sleppa av Skálafjørðinum við øllum, so er fyrsta FM heitið síðani 1998 væl og virðiliga í eygsjón.
Skulu tey rokna við, at tit fara at spæla álopsfótbólt?
? Vit leypa altíð á. HB hevur skorað nógv mál. Vit sakna framvegis Una Arge, men nú hava vit aftur tríggjar rættuligar álopsspælarar, og sjálvandi líta vit á, at teir fara at skora málini, sum skulu til.
Hvussu við sjálvsálitinum?
? Tað er í lagi. Venjingarnar hava gingið væl, og moralurin er, sum hann skal vera.
Tú hevur verið í HB síðani 1993. Viðhvørt hevur tað ikki roynst so væl í avgerandi dystunum?
? HB vann nógv FM heiti í 70unum, og í 80unum vóru teir eisini væl við. Teir vunnu FM í 1990, men síðani eg kom í felagið, er tað bara eydnast í 1998. Vit eiga eina rúgvu av silvurkrónum, so nú er tað upp á tíðina, at vit aftur enda ovast.
Minnist tú nakrar serligar ferðir, tá tað hevur kiksað?
? Í 1999 taptu vit mjørkadystin í Gundadali ímóti KÍ. Kurt Mørkøre var á veg til Noregs, tá hann skoraði 2?1 sigursmálið. Í fyrraárið javnaði B36 í næstsíðsta umfarinum, so VB gjørdist meistari, og í fjør gekk tað ikki so væl.
Men kortini hevur tú gott mót hesa ferð?
? Avgjørt. Vit hava eitt gott og javnt lið. Vit eru einir fimtan, sum kunnu spæla á besta liðnum. Allir hava nógvar royndir, so sjálvt um vit vita, at tað stendur nógv upp á spæl, og at tað verður torført, so fara vit at royna at gera okkara besta, og eingin verður darvaður av nervum. Tað er heilt víst. Hetta er spennandi, eru síðstu orðini hjá HB liðformanninum, áðrenn hann í gjárkvøldið fór til síðstu venjingina undan stóra slagnum í Runavík í morgin.