keyptu rustað burturkast úr Íslandi og Englandi at trola við og harvið søplaðu peninganøgdina frá krígsárunum burtur. Við hollari danskari hjálp strevaðu tey seg úr kreppuni og bygdu vælvirkandi fiskivinnusamfelag [...] tey í 1992, tá úrslitini av villa »stolta« sjálvrósta vinnu- og fíggjarpolitikkinum frá 1986-87-88 ikki kundu krógvast longur. Góðu knotur og seiggið í hesum fólki saman við dyggum donskum peningastuðli [...] ini, ið gav landsstýrinum endurgjald fyri útreiðslur av ríkis- og felagsuppgávum. Hon sigur at staturin rindar 50% av fólkapensiónini og at pensiónsparturin er 25% av blokkinum. Tað var staðfest við F
partur av Bryggerigruppen, sum eisini umfatar Faxe, Ceres og onnur kend merki. Á triðja plássi í kappingini kom Julbryg hjá Bryggeriet Herning. Albani og teirra Rødhætte kom á triðja plássi. Restin av topp tíggju [...] ølum í føroyingafeløgum og ávísum vertshúsum í Danmark. Vit vóna at kunna gerast eitt meira spenandi produkt í Danmark. Àsetingarnar fyri innfluttar eru eisini broyttar í Danmark, og hetta gevur okkum ein [...] VIRÐISLØN At drekka føroyskt jólabryggj er ikki bara nakað, ið verður gjørt í Føroyum og av føroyskum útisetum. Tá donsk ølfeløg hava royndarsmakking hendir tað seg eisini, at onkur føroysk øl er millum
taka føroysku bókina »Harry Potter og Eldbikarið« í hondina. Og kenslan hevði ikki verið nógv betri, um hon hevði skrivað bókina sjálv, heldur hon. Malan er bæði fegin og lætnað, nú hon er liðug við týðingina [...] bøkurnar, og hann hevur lisið umsetingina hjá Maluni so hvørt. ? Kristjan tók væl undir við bókini og hevur verið heilt ótrúligur. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at eitt barn las bókina og segði sína [...] børn í aldrinum 5, 8, 13 og 15 ár, er kanska ikki heilt ólík. ? Eg var nýliga fráskild og skuldi finna meg til rættist við fýra børnum. Eg hevði ikki nóg mikið við einari inntøku og hevði ikki hug at fara
stór krøv til búnan og ikki minst Adelborg sjálva. Og tað skal verða sagt beinanvegin, at tá Adelborg trínur á pallin, sum skapningurin virkar hon bæði stór og ógvuslig, so búnin og hennara framførsla liva [...] kalvaspraggur og minst einar tvær metrar høgur. - Og so er tað afturat, at eg havi altíð sæð handan leiklutin sum ein mannfólkaleiklut. Tað, at skapningurin verður spældur av Adelborg, sum er lítil og spinkul [...] sær prúðari út og sminkan í andlitinum broytir tað fitta og ommuliga andlitið hjá henni til tað ikki sørt ræðandi fjesið í skapninginum hjá Frankenstein. - Eg havi spælt nógvar strævnar og krevjandi leiklutir
mátti og dýrd, men at hann kortini er kongur, ið hevur uppiborið allan heiður tá ið hann kemur. Hann vil ráða yvir okkum. Hvat skuldi hann annars verið kongur til? Men tað er til okkara gagn og gleði, [...] stýra okkum sjálv, at tað ikki førir til nakað gott, at vit taka ræði í egnar hendur. Tí bjóðar hann okkum, at hann vil stýra og ráða í øllum okkara lívsviðurskiftum, men harvið eisini taka alla ábyrgd á [...] smekka hurðina aftur fyri honum, men bjóða honum vælkomnum og takka honum, tí hann ikki heldur seg ov góðan at koma á gátt hjá okkum við sínum friði, og við at geva okkara lívi meining. Hetta hava vit leingi
valdar, dagar og nætur vóru taldar. Í myrkri vit saman fella hendur, tí takleys lon eftir stendur Vetur fer mót vári ber, okkurt gott í vænti er. Verður tað nú hesa ferð, at stovmurin hoyrist, og gróður er [...] saman fella hendur, tí takleys lon eftir stendur. Hóast stilli valdar, tá stormur er, búgva vit í hesi verð. Til tann dag mót ljósi ganga, tá skal húsið saman hanga. Í myrkri vit saman fella hendur, tí takleys
til. So við og við ásannaði H71, at dysturin var taptur, og tað gav yngri spælarum møguleika at royna seg. Tað broytti tó einki um støðuna, og StÍF vann ein sannførandi sigur við sínum góða og skjóta spæli [...] bríkslið hevði StÍF sett ferðina upp og fingið krydd í spælið, so tað líktist meira tí, vit kenna StÍF fyri, tá rætta lagið er. Nú var brádliga stórt hugflog yvir spælinum, og ikki gekk long tíð, so stóð øllum [...] hálvleiki, ið staðfesti, at strandingar meina tað í álvara og avgjørt ikki bara eru oddalið til stuttleika. Og tá StÍF nú skuldi hava ein taman og vánaligan fyrra hálvleik, so kunnu strandingar um ikki annað
men so raknaðu vestmenningar við og løgdu seg á odda. Og har vórðu teir verandi eftir ætlan, líka til eitt korter var eftir. Tá fór Kyndil upp á javnt og seinni framum, og í grundini var Kyndil nærri sigrinum [...] brúka hann til, og tað er at staðfesta fyri sær sjálvum og øðrum, at eisini í vetur eru teir førir fyri at vera partur í klassikaranum og at seta sín dám á ? uttan at vestmenningar vinna! Og tað kann telja [...] fekk loyvi at fáa ferð og styrki í skotini ? og tað fekk hann ofta frá verjuni hjá Kyndli, ið ikki dugdi at steðga honum. Men samstundis var Negru eisini klossutur í verjupartinum og fekk longu í fyrra hálvleiki
fingu okkum burturúr kreppuni bæði skjótt og væl. Hvussu vit eru komin burturúr henni, sigur hon minni um, tí hon nevnir ikki, hvat og hvussu nógv er vorðið sanerað, og at samgongan í 4 ár fekk hægstu heil [...] kalla teir "urimelige" og "ikke fair", og skriva "Hvilken forringelse der vil ske på Færøerne, har vi endnu ikke overblik over". At enda siga teir: "Det er ikke os, der kræver mere og mere bloktilskud fra [...] hvør fór til Danmarkar og samráddi seg til heildaveitingina tá fyrra samgongan var skipað. Hvussu hongur alt nú saman, og hvar er álvarin? At enda vil eg siga, at hvat Grønland og grønlendsk fólkatingsumboð
men tær fimm, ið verið hava, hava tó bjóðað eitt sindur av hvørjum. Til ung og gomul. Til undirhalds og til kunningar. Og tey, ið ikki hava fingið nøktað sín tørv á hendan hátt, hava so allatíðina havt [...] sigast ímóti - t.d. um hóttan móti føroyskari mentan og tílíkt - so fari eg at halda uppá, at tað hevur verið gevandi, bæði fyri ung og gomul, høg og lág, at sloppið at hugt at teimum fimm rásunum. Eg ivist [...] um vit skuldu síggja norskt TV3 ella danskt. Og eina tíð var tann stóri spurningurin, um BBC skuldi strikast, men endaði tað við, at vit sóu bæði World og Prime. Tað kann undra, hví eingin mótmælir nú