Serliga eru tað limir í samgonguni, sum alment antin trætast sínámillum ella vaska hendur, tá trupulleikarnir koma fram í fjølmiðlunum.
Aftaná fyrstu viðgerð í tinginum liggur uppskotið nú í fíggjarnevndini, og tann, sum vil forsvara landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at hava lagt eitt ófullfíggjað uppskot fram, veit ikki, hvat hann tosar um, tí tað er júst har størsti feilurin liggur. Tað er høvuðsorsøkin til bæði klandur og brigsl millum samgongulimir, og tá teir ikki vita, hvørjum øðrum teir kunnu geva skuldina fyri tað, fáa fjølmiðlarnir ella andstøðan nøkur orð við á vegnum.
Men tað er ongin orsøk til tess. Samgongan hevur fult og heilt megnað sjálv at skapt hesa støðuna !
Útspilti blokkurin
Orsøkin til at eg í hesum sambandi komi inn á hin so útspilta blokkin (sum Sambandsflokkurin ikki vildi hava) er, at her liggur ein orsøk til ta klandur og stríð, sum nú fer fram.
Samgongan sigur seg ikki vilja, at útreiðslurnar hækka meira í mun til inntøkurnar, men hevur gjørt eina avtalu við donsku stjórnina um at skerja heildarveitingina við uml. 366 mió.kr.um árið. Restin er fastfryst í nøkur ár. Samstundis hevur hon tikið uppá seg eina nýggja útreiðslu, ið er á stødd við somu útreiðslu, og so er trupulleikin har, tí hvar skal so skerast ?
Fíggjarlógin
Kristina Háfoss, framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í fíggjarmálum, sigur, at tey hava gjørt eitt satt bragd, tí tey fingu okkum burturúr kreppuni bæði skjótt og væl. Hvussu vit eru komin burturúr henni, sigur hon minni um, tí hon nevnir ikki, hvat og hvussu nógv er vorðið sanerað, og at samgongan í 4 ár fekk hægstu heildarveiting nakrantíð, í eini tíð við stórum aktiviteti, ríkiligum fiskanøgdum, góðum fiskaprísum og lægstu marknaðarrentu, og so kann eisini leggjast aftrat, at samgongan sjálv samráddi seg til hesa heildarveiting, so høga sum ongin hevur sæð hana fyrr !
Tað er sjálvrós, so tað forslær; men tað hjálpir bara onki í viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2003!
Samgongan var ikki samd, tá fíggjarlógin fór niðan í tingið, og nú er tað stríðið fyri opnum teppi, tí landsstýrisfólkini toga hvør til sín! Tað kalla tey politiskan vilja, meðan embætisfólkið uttan iva hevur hugt eftir, hvørjar útreiðslur eru lógarbundnar.
Norðuratlantsbólkurin
Fyri stuttum hevur Norðuratlantsbólkurin, við umboðum úr Grønlandi og føroyska tjóðveldisflokkinum, sent danska fíggjar-málaráðharranum og donsku fíggjarnevndini bræv, ið eisini umrøður Føroyar.
Í brævinum stendur m.a. hvussu glaðir danir eiga at verða, tí føroyingar nú annað árið á rað hava tryggjað danska samfelagnum 350 mill. kr. meira "til internt forbrug" og harvið givið danska skattaborgaranum størri fíggjarligt rásarúm!
Samstundis vísa teir á fráboðaðar sparingar í Danmark á økjum, ið ikki eru yvirtikin málsøki, og sum fáa ávirkan á grønlendska samfelagið. Hesar sparingar kalla teir "urimelige" og "ikke fair", og skriva "Hvilken forringelse der vil ske på Færøerne, har vi endnu ikke overblik over".
At enda siga teir: "Det er ikke os, der kræver mere og mere bloktilskud fra Danmark"
Nú hevði verið forvitnisligt at vita, hvør fór til Danmarkar og samráddi seg til heildaveitingina tá fyrra samgongan var skipað.
Hvussu hongur alt nú saman, og hvar er álvarin?
At enda vil eg siga, at hvat Grønland og grønlendsk fólkatingsumboð skriva til donsku stjórnina, verður teirra sak, men tá eg sá, at nevnda brævið, ið er eisini umrøður Føroyar og bert kann øsa, er undirskrivað av Kuupik Kleist vegna bólkin, tá var bikarið fult.
Vit vildu hava betri viðurskifti við donsku stjórnina aftaná slítandi og niðurbrótandi ósemjur partanna millum. Men slíkt bræv og slíkur tóni tæna ikki hesum endamáli og eg skammist okkara vegna!