Manshondbóltur
Tú kanst ongantíð siga frammanundan, hvussu tað fer at spæla av, tá mansklassikarin millum Kyndil og VÍF er á skránni.
Hetta var dysturin sunnudagin enn eitt dømi um. Hóast Kyndil hevði heimavøll á Hálsi, var VÍF kortini at meta sum eitt slag av favoritti.
Kyndil legði betur fyri og kom á odda 3-1, men so raknaðu vestmenningar við og løgdu seg á odda.
Og har vórðu teir verandi eftir ætlan, líka til eitt korter var eftir. Tá fór Kyndil upp á javnt og seinni framum, og í grundini var Kyndil nærri sigrinum enn VÍF.
Klossutur Negru
Nú hvørki Áki Olsen ella Sámal Joensen eru tøkir hjá VÍF, er ikki tað sama bitið yvir álopsspælinum, sum tað plagar at vera.
Sunnudagin var hartil heldur einki hugflog yvir álopsspælinum hjá vestmenningum, ið als ikki sluppu so lætt framat, sum teir fleiri ferðir fyrr í vetur hava gjørt.
Í fyrra hálvleiki var nógv størsta hóttanin høgi Piti Negru, ið fekk mál, tá hann fekk loyvi at fáa ferð og styrki í skotini ? og tað fekk hann ofta frá verjuni hjá Kyndli, ið ikki dugdi at steðga honum.
Men samstundis var Negru eisini klossutur í verjupartinum og fekk longu í fyrra hálvleiki tvær útvísingar fyri ov óstortligt verjuspæl.
Hóast tað, so valdi VÍF í løtum at satsa upp á hann í verjuni, heldur enn í álopinum.
Og bara sjey minuttir inn í seinna hálvleik kom rokningin, tá Piti Negru fyri triðju ferð sá báðar dómarafingrarnar og noyddist undan hinum undir brúsuna.
Kann vera, at verjan hjá VÍF viknaði eitt sindur av hesum, men í øllum førum var ein stór skothóttan burtur í hinum endanum, og tað kanska kostaði sigurin.
Varierað spæl
Í sínum lagi royndu Kyndlamenn at stríðast fyri sakini, hóast tað tóktist møtumikið hjá teimum.
Alla tíðina vóru teir tvey og trý mál aftan fyri VÍF, og hvørja ferð Kyndil fekk svarað aftur, kom VÍF aftur við einum máli ella tveimum ? og so reyk tann spenningurin.
Moralskt stóð liðið hjá Kyndli kortini sterkt á vøllinum, og menn fóru ongantíð niður við nakkanum.
Jacob Jónsson og Jónleif Sólsker skiftust um at skipa spælið, og tað gjørdu teir á hvør sín hátt. Hesar variatiónirnar skakaðu verjuna hjá VÍF, ið so spakuliga misti takið, samstundis sum innskifti Lars L. Black í Kyndlamálinum arbeiddi seg væl upp.
Við fleiri bjargingum á rað eydnaðist honum at steðga fleiri góðum álopum hjá VÍF, og hóast Kyndil brendi dúgliga í hinum endanum, har Bárður Nielsen eisini stóð væl, sá dysturin út til at venda, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Eftir tíggju minuttum fekk Kyndil vent gongdini frá at vera aftanfyri 17-18 til at koma framum 21-19, og so sá út til, at teir grønu skuldu fáa stigini.
Til fánýtis
Sum so hevði Kyndil rímiliga gott tamarhald á støðuni, men so hvørt sum tað fór at nærkast endanum og tvey stig vóru í eygsjón, gjørdu nervar vart við seg.
Bóltar vórðu tveittir burtur og málkjansir misbrúktir, og hetta útnyttaði roynda VÍF-liðið til fulnar við at fáa síni mál, tá tørvur var á tí.
Við hesum dáminum yvir síðstu løtuni fingu vestmenningar við tveimum málum frá Daniel Rapa etið seg upp á javnleik 22-22, tá bara góðir tveir minuttir vóru eftir. Men so fekk Kyndil brotskast, og Hans Áki Dahl-Christiansen kundi fyri fimtu ferð frá strikuni skorað fyri Kyndil til 23-22.
Løtu seinni var aftur møguleiki hjá heimaliðnum at lata aftur og sløkkja, men í skundi misbrúkti Kyndil møguleikan, og so var eingin slingur í valsinum, tá VÍF í sínum síðsta álopi aftur fekk mál og kundi tryggja sær javnleik 23-23.
Fyri vestmenningar hevði tað ikki so øgiliga nógv at siga, um teir vunnu ella tað endaði við javnleiki, tí hetta var tann fyrsti hjá teimum í vetur. Teir skulu bara ikki fáa ein aftrat, so telur hesin eins nógv og ein sigur, tá stigini verða koyrd niður í helvt eftir nýggjár.
Hinvegin var javnleikurin til fánýtis hjá Kyndli, ið longu hevur ein frammanundan.
Men eitt kunnu teir grønu tó brúka hann til, og tað er at staðfesta fyri sær sjálvum og øðrum, at eisini í vetur eru teir førir fyri at vera partur í klassikaranum og at seta sín dám á ? uttan at vestmenningar vinna!
Og tað kann telja nokk so nógv, hóast tað ikki sæst aftur á stigatalvuni um nakrar vikur_
Kyndil-VÍF 23-23 (11-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Hans Áki Dahl-Christiansen 7 (5), Jacob Jónsson 5 (1), Finnur Hansson 3, Regin Johannesen 2, Høgni Klein 2, Jónleif Sólsker 2, Heini Bendtsen 1, Janus Einar Sørensen 1
VÍF: Ingi Olsen 6 (2), John Zachariasen 5, Piti Negru 4, Daniel Rapa 4, Agnar Joensen 2, Ólavur Brimnes 1, Áki Gaardbo Olsen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 2
Útvísingar: Kyndil 2, VÍF 5
Diskvalifikatión: VÍF 1
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen