Malan lyftir tunga arvin

Hon hevur brúkt 10 mánaðir til at týða knappliga 600 enskar síður til føroyskt. Tað hevur verið strævið og krevjandi, men eisini spennandi og mennandi. Vit hava prátað við Maluna Háberg, sum hevur yvirtikið leiklutin at týða tann vælumtókta Harry Potter til føroyskt

Ein ótrúliga góð kensla.
Soleiðis sigur Malan Háberg, nú hon loksins kann taka føroysku bókina »Harry Potter og Eldbikarið« í hondina. Og kenslan hevði ikki verið nógv betri, um hon hevði skrivað bókina sjálv, heldur hon.
Malan er bæði fegin og lætnað, nú hon er liðug við týðingina, sum hon hevur sitið við síðstu 10 mánaðirnar.
? Hetta hevur verið ótrúliga strævið, men samstundis bæði mennandi og spennandi. Tíbetur havi eg fingið góða hjálp, og nú eri eg øgiliga spent at síggja, hvussu hon verður móttikin, sigur Malan.
Arvurin at týða heimskenda Potter, sum hevur sligið øll sølumet, er tungur at lyfta. Hóast hetta er fjórða bókin á føroyskum í røðini um heimskenda gandakallin, so er hetta fyrsta bókin, ið Malan hevur umsett. Hinar bøkurnar hevur Gunnar Hoydal føroyskað.

Góð hjálp
Malan er 41 ára gomul og lærari á Venjingarskúlanum. Nú hon hevur tikið yvir, hevur Gunnar Hoydal verið henni ein hollur stuðul.
? Stílurin hjá mær og Gunnari Hoydal er ógvuliga ymiskur, so fólk skulu endiliga ikki vænta, at bøkurnar vera eins, men hann hevur verið ógvuliga hjálpsamur við rættlestri. Gunnar hevur lisið alt ígjøgnum og hevur mangan loftað mær. Hann hevur eisini hjálpt mær at halda skil á øllum heitunum, sum hann jú hevur gjørt, sigur Malan.
Bókin er týdd beinleiðis úr enskum. Ávegis hava verið fleiri avbjóðingar, eitt nú tí enskt er eitt navnorðamál, meðan føroyskt er eitt sagnorðamál. Ta felluna datt hon mangan í, men slapp burturúr henni aftur við góðari hjálp frá Gunnari.
Ein onnur góð hjálp, sum hon hevur havt í arbeiðnum er komin frá 11 ára gamla Kristjan Gásadal. Hann hevur lisið allar hinar bøkurnar, og hann hevur lisið umsetingina hjá Maluni so hvørt.
? Kristjan tók væl undir við bókini og hevur verið heilt ótrúligur. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at eitt barn las bókina og segði sína meining, tí bókin er fyrst og fremst skrivað til børn, sum hugsa øðrvísi enn vit vaksnu, sigur Malan.

Líkar lagnur
Nú heimsgitna J.K. Rowling var fátøk, fráskild og búði einsamøll við dóttur sínari, tá hon fór undir at skriva fyrstu bókina á einari kafé, meðan dóttirin fekk sær ein blund í barnavogninum.
Byrjanin til Potter-ævintýrið hjá Malan Háberg, sum hevur fýra børn í aldrinum 5, 8, 13 og 15 ár, er kanska ikki heilt ólík.
? Eg var nýliga fráskild og skuldi finna meg til rættist við fýra børnum. Eg hevði ikki nóg mikið við einari inntøku og hevði ikki hug at fara út at vaska um kvøldarnar, tí eg vildi gera okkurt, sum eg kundi arbeiða við heima og eisini hevði áhuga fyri, sigur hon.
Malan hevði áður umsett fyri SvF og ringdi tí til Bókadeild Føroya Lærarafelags og spurdi, um tey høvdu eina barnabók ella okkurt annað, sum skuldi týðast.
? Eg fekk at vita, at teimum tørvaði ein týðara til Harry Potter, tí Gunnar Hoydal ikki hevði stundir, og tey spurdu, um eg tordi undir uppgávuna. Eg setti nakrar treytir, sum eg fekk uppfyltar, og fór við góðum treysti undir uppgávuna, sigur Malan.

Sera krevjandi
Tað vísti seg at verða sera krevjandi, og onkuntíð hevur hon havt hug at kasta frá sær. Eftirhondini fylti týðingin so nógv, at kvøldini gerandisdagar, vikuskiftini og mest sum øll frítíð fór framman fyri telduskíggjan. Men nú úrslitið liggur á borðinum, angrar hon ikki, at hon tók uppgávuna á seg.
? Tað truplasta hevur verið, at eg onkuntíð havi kent á mær, at eg ikki havi røkt aðrar uppgávur bæði í skúlanum og heima nóg væl. Børnini hava verið ótrúliga tolin, og tey skulu hava eina stóra tøkk fyri tað. Tey hava glett seg, til tað fekk ein enda, so tað var ein lætti at fáa bókina lidna, so vit øll kundu fara í Burger King, sigur Malan.

Kanska meira
Sjálv er Malan Háberg bergtikin av skriviháttinum hjá J.K. Rowling.
? Hon hevur eitt fantastiskt hugflog. Sjálv havi eg mangan siti í skellilátri, og hóast bókin er skrivað til børn, so haldi eg, at vaksin fáa nógv burturúr at lesa bøkurnar, sigur hon.
Rithøvundurin hevur boðað frá, at sjey bøkur skulu skrivast í røðini um Harry Potter. Sostatt skulu tríggjar afturat týðast til føroyskt. Spurningurin er so, um tað aftur verður Malan Háberg, ið átekur sær tær uppgávurnar.
? Tað dugi eg ikki at svara. Fimta bókin er ikki komin enn, so kanska síggi eg ljósari upp á tað heila til ta tíð. Tað veldst um umstøðurnar, tí tað er ríkiligt til eitt heiltíðarstarv at týða so stórar bøkur innan fyri so avmarkaða tíð, sigur Malan Háberg.