Manshondbóltur
Nú grundspælið er farið at nærkast endanum, eru strandingar greitt oddalið í bestu mansdeildini. Teir eru trý stig framman fyri VÍF, fýra framman fyri Neistan og seks stig framman fyri Kyndil.
Sigurin á hoyvíkingum styrkti oddastøðuna hjá StÍF, tá VÍF samstundis bara fekk javnleik móti Kyndli. Men kortini bíðaðu strandingar ein hálvleik, áðrenn teir av álvara vístu, at fremstaplássið er uppiborið.
Lítið veiggj var yvir spælinum í fyrra hálvleiki, og hugflog var so at siga einki hjá StÍF.
Av tí sama megnaði liðið hjá H71, ið annars ikki hevur víst tað stóra í vetur, at fylgja vertunum líka til hálvleiks.
Verður hugt at, hvussu liðini bæði eru mannað, skuldi tað ikki borið til, men hoyvíkingum til rós, so tóku teir kjansirnar, teir fingu, og teir stóðu lítið og einki aftan fyri StÍF fyrsta hálva tíman.
Heilt annað spæl
Hetta mundu teir í umklæðingarrúminum hjá StÍF eisini vera fullgreiðir yvir í steðginum, tí tá teir komu innaftur til seinna hálvleik, var tað sum at síggja eitt heilt annað lið á vøllinum.
Ið hvussu er var talan um heilt annað spæl, sum sama liðið vísti, tí longu frá fyrsta bríkslið hevði StÍF sett ferðina upp og fingið krydd í spælið, so tað líktist meira tí, vit kenna StÍF fyri, tá rætta lagið er.
Nú var brádliga stórt hugflog yvir spælinum, og ikki gekk long tíð, so stóð øllum greitt, at tað ikki er tilvild, at hetta vóru toppur og botnur, ið hittust á Skála.
Tað vísti seg skjótt, at einasta nevniverda hóttanin hjá H71 er Halgir Dahl Olesen, ið kortini ikki kann vinna dystirnar einsamallur ? í øllum førum ikki, tá mótstøðuliðið eitur StÍF.
Serliga kom hetta til sjóndar, tá strandingar onkra ferð í seinna hálvleiki tóku Halgir burturúr. Tá vísti tað seg, at restin av liðnum smokkaði saman, tí eingin megnaði nakað sjálvur, tá eingin Halgir var at spæla til.
So við og við ásannaði H71, at dysturin var taptur, og tað gav yngri spælarum møguleika at royna seg.
Tað broytti tó einki um støðuna, og StÍF vann ein sannførandi sigur við sínum góða og skjóta spæli í seinna hálvleiki, ið staðfesti, at strandingar meina tað í álvara og avgjørt ikki bara eru oddalið til stuttleika.
Og tá StÍF nú skuldi hava ein taman og vánaligan fyrra hálvleik, so kunnu strandingar um ikki annað gleðast um, at tað ikki var móti einum betri liði.
StÍF-H71 30-19 (12-10)
Málskjúttar:
StÍF: Alexander Johansen 8, Sveinur Justinussen 6, Bent Djurhuus 5, Costin Dumitrescu 3 (1), Artur Johansen 3, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 2, Janus Trúgvason 1
H71: Halgir Dahl Olesen 9, Jákup á Borg 3, Tróndur Vatnhamar 3 (1), Niels V. Niclasen 2, Johnny Durhuus 1, Hans J. Jacobsen 1, Esbern Patursson 1
Brotskøst: StÍF 3, H71 1
Útvísingar: StÍF 2, H71 4
Dómarar: Trygvi Mortensen og Kári Hansen