VIRÐISLØN
At drekka føroyskt jólabryggj er ikki bara nakað, ið verður gjørt í Føroyum og av føroyskum útisetum.
Tá donsk ølfeløg hava royndarsmakking hendir tað seg eisini, at onkur føroysk øl er millum løgirnar.
Í hesum førinum er tað Selskab for Vestjysk Ølkultur, sum hevur kjósað bestu jólaølirnar. Bólkað verður eftir alkoholstyrki. Jólabryggin hjá Føroya Bjór var eisini við í kappingini. Í hesum bólki ? gullstyrki 5,8% ? varð jólabryggj hjá Føroya kosin at vera besta ølin.
Kappingin fer fram á tann hátt, at limirnir í felagnum gera sokallaðar ?blindsmakkingar? av teimum luttakandi ølunum. Serverað verður í kannum, soleiðis at limirnir í felagnum ongan møguleika hava at kenna ølina aftur.
Jólabryggin hjá Føroya Bjór endaði frammanfyri Blå X-mas hjá Thor, ið er partur av Bryggerigruppen, sum eisini umfatar Faxe, Ceres og onnur kend merki.
Á triðja plássi í kappingini kom Julbryg hjá Bryggeriet Herning. Albani og teirra Rødhætte kom á triðja plássi.
Restin av topp tíggju verður fylgt av í høvuðsheitum smærri bryggjaríum. Ølirnar hjá Tuborg og Carlsberg komu als ikki upp í part í hesum bólkinum.
Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, sigur, at teir eru fegnir um at hava vunnið kappingina, men hann ivast í, hvørt teir fara at selja meira til Danmarkar av hesi orsøk.
?Sum er ber til at fáa fatur á okkara ølum í føroyingafeløgum og ávísum vertshúsum í Danmark. Vit vóna at kunna gerast eitt meira spenandi produkt í Danmark. Àsetingarnar fyri innfluttar eru eisini broyttar í Danmark, og hetta gevur okkum ein møguleika, sigur Einar Waag.
Stjórin fyri Føroya Bjór sipar til, at donsku myndugleikarnir hava sett strangari krøv til innfluttar øl í Danmark. Tað eru sjálvar fløskurnar, sum skulu vera líkar teimum donsku. Føroysku ølirnar hava tó ongan trupulleika at klára hesi krøvini, og tí vónar Einar Waag, at teir kunnu fáa ein størri marknaðarpart í Danmark sum ein forkunnugur drykkur hjá dønum.
Lemvig Folkeblad, sum skrivaði um ølkappingina, undrast nevniliga yvir, at tað so at siga ikki ber til at fáa hendur á vinnara ølini í Danmark.
Mynd: Sambært Selskab for Vestjysk Ølkultur er jólabryggj so gott, at hon er best í sínum flokki.