Tórshavnar kommuna, ið varðaði av, helt seg ikki longur til at lívga rásina. Hon varð vorðin ein kleppur um beinini. Ovboðið gjørdist, tá ið gjaldast skuldi fyri TV3. Tó vantaði helst eisini onkur íløga í afturat í Kollafirði.
Onkra staðni var myndagóðskan kanska so sum so. Tey allarflestu mundu tó við síni vanligu antennu síggja rásirnar á nøktandi hátt. Ójøvnu móttøkulíkindini eru óivað eitt brek, ið nýggja sendistøðin arvar.
Eftir stendur, at øll húski í Havn (tí tað munnu vera fá, ið ikki hava sjónvarp) á hendan hátt høvdu "ókeypis" atgongd til fimm rásir. Í eitt longri áramál hevur verið talan um tær somu fimm.
Av og á valdaði ósemja um, hvørjar rásir ið frægast vóru. Eina ferð gav at bíta, tá ið Eurosport skuldi strikast. Eina aðru ferð vóru harðlig mótmæli frá ungdóminum, tá ið sama skuldi henda MTV (kommunan noyddist at gjalda). Eisini var harðligt orðskifti, um vit skuldu síggja norskt TV3 ella danskt. Og eina tíð var tann stóri spurningurin, um BBC skuldi strikast, men endaði tað við, at vit sóu bæði World og Prime.
Tað kann undra, hví eingin mótmælir nú.
Mín greiða niðurstøða er annars, at flest øll hava verið nøgd við skipanina. Og í dag mugu vit helst staðfesta (kanska tíverri), at vit hava vant okkum við at hyggja at hesum rásum. Ein tørvur er íkomin.
Helst vildi tú onkuntíð sloppið at sæð aðrar rásir við, men tær fimm, ið verið hava, hava tó bjóðað eitt sindur av hvørjum. Til ung og gomul. Til undirhalds og til kunningar. Og tey, ið ikki hava fingið nøktað sín tørv á hendan hátt, hava so allatíðina havt í boði at keypt sær parabol (um eigarafelagið ikki longu hevði avgreitt málið).
Hóast ymiskt kann sigast ímóti - t.d. um hóttan móti føroyskari mentan og tílíkt - so fari eg at halda uppá, at tað hevur verið gevandi, bæði fyri ung og gomul, høg og lág, at sloppið at hugt at teimum fimm rásunum. Eg ivist ikki í, at bæði, tá ið tað snýr seg um upplýsing og mál, hevur tað givið okkum eitt gott íkast.
Men so er ikki longur. Býráðið hevur nú latið tað í hendurnar á einum útbjóðara at nøkta tørvin á hesum øki. Hesin útbjóðarin skal sjálvsagt hava sítt goldið, og tað vísir seg nú, at minni munur verður á at keypa sær ein parbol og fara upp í ta skipanina. Eftir øllum at døma ætlar kommunan ikki at geva nakað íkast til framhaldandi virksemi.
Sjálvsagt veit eg væl, at kommunan hevur fyrimunir av nýggju skipanini. Fyri tað fyrsta sleppur hon undan ábyrgd, og fyri tað næsta sparir hon pening. Men ber kommunan seg rætt at?
Eg haldi tað vera skeivt at geva skarvin yvir á hendan hátt. Tórshavnar kommuna hevur í mong ár bjóðað øllum borgarunum hesa tænastu, men nú er vell. Hjá honum, ið hevur ráð, ber til at halda fram, men hjá honum, ið er verri fyri, verður slitið.
Ein kommunal tænasta er í dag frátikin teimum, ið ringast eru fyri sosialt. Ein munur, ið ikki var áður, tekur seg nú upp millum fólk, og fer hetta eisini at merkjast á tí mentanarliga økinum. Fólk við hampuligari inntøku hava onga neyð, men eg ivist onga løtu í, at mong børn, ung og gomul fara at kenna seg við sviðið soð.
Fyrr ella seinni hevði tað helst verið rætt av kommununi at latið umsitingina av Rás Tórshavn á aðrar hendur, tí ymsar tøkniligar avbjóðingar standa fyri framman. Kanska løtan eisini er tann rætta. Men heilt at sleppa endanum, sum kommunan tykist at hava gjørt, tykist óumhugsað og óstortsligt. Kommunan átti at borið so í bandi, at til bar hjá borgarunum at knýta seg at nýggju sendistøðina á ódýran hátt. Hetta við t.d. at keypa rásir og/ella við at stuðla keypi av móttakaratólum.
Løgið kortini, hvussu søgan byrjaði, og hvussu hon endaði. Rás Tórshavn hevði ikki ráð til TV3, tí máttu aðrir taka yvir, men hvat er nú vorðið av TV3?