Ei dánin í. Tað vóru jú tey sum í 1998 lótu Fullveldislandsstýrinum eitt vælvirkandi samfelag at umsita.
Hesi fólkini, núverandi fólkapensionistarnir, fingu ringast tonkiliga byrjan í lívinum. Tey stettlaðu inn í verðinskreppuna í 1930-árunum ella vóru borin inn í hana. Tey komu á arbeiðsmarknaðin í sjálvgjørdu føroysku kreppuna í 1950-árunum, eftir at framfúsnir føroyingar í fyrilitaleysum ótolni keyptu rustað burturkast úr Íslandi og Englandi at trola við og harvið søplaðu peninganøgdina frá krígsárunum burtur. Við hollari danskari hjálp strevaðu tey seg úr kreppuni og bygdu vælvirkandi fiskivinnusamfelag upp.
Aftur rakti sjálvgjørd føroysk kreppa tey í 1992, tá úrslitini av villa »stolta« sjálvrósta vinnu- og fíggjarpolitikkinum frá 1986-87-88 ikki kundu krógvast longur. Góðu knotur og seiggið í hesum fólki saman við dyggum donskum peningastuðli vunnu eisini á hesi kreppu. Soleiðis kom fullveldislandsstýrið til bygd hús og skorin klæði, sum orðatakið sigur.
Hvussu takkaði landsstýrið fólkapensionistunum fyri alt tað, teir løgdu eftir seg við fráferð av arbeiðsmarknaðinum. Jú tað tók hálva fólkapensiónina, teir skuldu hava eftir avtalu frá 1987.
Avtalan um blokkin
Tann 9. mars 1987 gjørdu Javnaðar-/ Tjóðveldislandsstýrið avtalu við regeringina í Keypmannahavn, um at sleppa undan endurgjaldsskipanini, ið gav landsstýrinum endurgjald fyri útreiðslur av ríkis- og felagsuppgávum. Hon sigur at staturin rindar 50% av fólkapensiónini og at pensiónsparturin er 25% av blokkinum. Tað var staðfest við Folketingslov frá oktober 1987 (Bemærkninger til lovforslag síðu 2).
Víðari sigur grein 5 í avtaluni »statslige merudgifter i 1987-prisniveau justeres satserne på pensionsområdet således, at der med hensyn til forskelle i beskatning m.v. sikres samme disponible indkomst for pensionsmodtagere på Færøerne og i Danmark«. Eftir hesi avtalu hevur regeringin goldið landsstýrinum:
BlokkFólkapens. 25%
1998 908 mió.227,00 mió.
1999 933 -233,25 -
2000 958 -239,50 -
2001 982 -245,50 -
Til saman3.781 mió945,25 mió
Soleiðis hevur landsstýrið fingið 945,25 mió. at gjalda fólkapensionistunum, men hvat hevur tað gjørt? Jú, peningurin er næstan allur koyrdur í Landsbankan og kallast uppsparing. Um nú renta og rentisrenta 6% verður løgd til mánaðargjaldið frá 1.1.1998 til 1.1.2002 er peningur pensionistanna vorðin meir enn milliardin.
Tá eg sigi, næstan allur peningurin er farin í Landsbankan er orsøkin tann, at donsku fólkapensionistarnir fáa minstuveiting kr. 6.200,- meðan teir føroysku fingu kr. 3.313,- fram til 30. apríl 2002 so munurin gjørdist kr. 213,- meir enn hálva pensión.
Sjálvan valdagin 30. apríl 2002 sendi landsstýrið øllum pensionistum viðbót kr. 1008,- Eitt bláljós at blinda pensionistarnar, so teir ikki varnast, at fíggjarmálaráðharrin hevði lagt lógforslag fyri Folketinget om at veita fast tilskot til føroysku fólkapensiónina kr. 213,6 mió. fyri inniverandi ár. Folketinget samtykti tað beint áðrenn tað fór í summarfrí 5.6.2002. Longu frá 1.1.102. var 1/12 forskotsvís goldin landsstýrinum um mánaðin.
Vil landsstýrið soleiðis dríva forrætning við fólkapensionistunum, tað fær kr. 213,6 mió. úr Danmark til teirra, men letur teimum bert 50 burturav, meðan hinar kr. 163,6 verða koyrdar í Landsbankan og kallast rakstraryvirskot, ella er regeringin lumpa inn í eitt myrkaspæl?
Krav pensionistana má verða at minstaveiting við øllum viðbótum ? full pensión ? verður goldin frá 1.1.2002. Síðan má skil fáast á spurninginum um milliardina. Framferðin hevur higartil, eisini hjá sjálvbjargnislandsstýrinum, verið ódámlig fyri ikki at siga óhugnalig.
Hvat gera pensionistafeløgini?
Kanska flestu ella í hvussu so er meginparturin av umleið 7000 fólkapensionistunum eru limir í pensionistafelag, so her er talan um størri felag enn Føroya Fiskimannafelag og Føroya Arbeiðarafelag tilsamans, sum skuldi havt nóg góða styrki at røkt størsta áhugamál limanna.
Man nakar kunna fyristilla sær, at feløgini á arbeiðsmarknaðinum høvdu sitið hendur í favn og hugt at, meðan meir enn 200 mió. vóru tiknar frá teirra limum árliga, ella hvar hevði tann persónur, ið fingið hevði til uppgávu at umsita og útgjalda meir enn 200 mió. til navngivnar persónar verið, um hann ikki gjørdi tað, men í staðin setti tær í banka til sín sjálvs? Mundi hann ikki farið í geglið? Eigur politikkur at vera annarleiðis?
Um nøkur meining skal verða í pensionistafeløgum, mugu tey skaffa limum sínum, fólkapensionistunum, tær pensiónir, teir hava lógarfestan (Folketingslov) rætt til. Síðan kunnu tey hugna sær.
Hvar er andstøðan á tingi?
Tað er hugstoytandi, at ikki skal vera so mikil stiril í andstøðuni, at hon átalar tí búskaparliga lemjandi viðferð landsstýrið gevur teimum 7000 fólkapensionistunum, sum hon hevur at takka fyri at sita fjálgt og gott.
PS: Løgtingsins umboðsmaður átti at hava so mikla virðing fyri landsins íbúgvum, at hann av eintingum kannaði rættindi pensionistanna og átalaði lands-stýrið fyri tess ránsferð móti pensionistunum og tingið ella lands-stýrismannanevnd tess fyri líkasælu í sama máli.