annars betra liðið í dystinum. VB lá langt afturi á vøllinum og lúrdi upp á kontraálopini. Tað uppleggið hevur riggað væl fyrr, eitt nú í Gøtu, men hesa ferð gekk tað ikki. Í fyrra hálvleiki høvdu klaksvíkingar [...] men kortini var tað VB, sum hevði teir størstu kjansirnar. Eina ferð tók Gunnar á Steig, og eina ferð bjargaði Jan Andreasen á sjálvari málstrikuni. Í hinum endanum var John Hansen tvær reisur nær við at [...] málroynd, og inni á málstrikuni stóð Símin Waag Høgnesen, sum setti hondina fyri bóltin. Reytt kort til Símin og brotsspark til VB. Brotssparkið setti Milan Culjic trygt í netið, og so stóð aftur á jøvnum. Kl
sovnaði oman á bankamálinum -Fólkaflokkurin sovnaði oman á skuldarspurninginum -Fólkaflokkurin hevur gjørt allan sjálvstýrispolitikk til skammar -vit funnu hurðina, tá vit sóu skriftina á vegginum, men [...] rangsnúgvingar av hagtølum, so veit føroyski borgarin, at alt ikki gekk, sum prestur prædikaði. Fólkaflokkurin kann nú hyggja aftur á veruleikan og sanna, at tit hava gjørt egnan politikk til skammar: [...] lagi at føra seg fram við ósannindum um Javnaðarflokkin, og tað má sigast at vera ein vánalig byrjan á valstríðnum. Men hin vegin so dylist ikki fyri, at júst henda desperata støðan hjá borgarligu garantunum
hvørja ferð og hon bindur tí ein blokaduspælara á miðjuni. Í verjuni er hon sera skjót á baklinjuni. Hon savnar nógvar bóltar upp, sum hinar ikki fáa hendur á. Tað er at vóna fyri Fleyr, at hon heldur fram [...] settið. Sera drúgt, men eisini spennandi. Annað sett gjørdist enn drúgvari. Leingi stóð á jøvnum 1-1 og tað gekk ongan veg. Hvørki av liðunum vildu sleppa hinum framum og servan skifti frá øðrum liðnum [...] tað tunga lessið á kantinum, men hin kantáleyparin, Rúna Heinesen, var eisini væl við. Hjá Mjølnir gekst hinvegin ikki so væl. Marjun Kalsø royndi av øllum alvi, og Vera Larsen henni á baki, men einki hjálpti
er á skránni, nýggj fløguútgáva bíðar fyri framman, og tað sama gera næmingarnir í kvøldskúlanum, har Magnus í vetur fer at undirvísa í klaverspæli. Magnus hevur eisini verið virkin í Frændum og á nýggju [...] raran Holger Laumann á einum kompositiónsskeiði í Danmark. Holger manglaði ein kappelmeistara til sangleik, hann hevði skrivað, og so var Magnus spurdur. Eftir henda kjansin gekk slag í slag. Boð vóru [...] sigur Magnus og leggur dent á, at talan er ikki um eina jazzfløgu. ?Talan er meira um tónleik við íblástri úr klassiskum tónleiki og eisini fólkatónleiki. Vit hava lagt dent á at gera løg, har melodiurin
eftir av fyrra umfarinum, leikaði javnt á, uttan at tað vóru serliga nógvir málmøguleikar. Tá brotssparkið varð dømt móti GÍ málverjanum, stóðst støðan av, at Magni á Lakjuni kom ímillum afturlegging frá [...] við frá fyrsta bríksli. Hann rúgvaði upp á verjukenda miðvallarplássinum, og royndirnar og menniskjaligu egingleikarnir hjá honum komu væl við, tá nógv stóð á, men tað var merkisvert, hvussu lítið HB fekk [...] tríggjar ferðir á málstrikuni. GÍ noyddist at flyta fólkið alt longri fram, og tað hevði, sum tað leið út, fleiri snarálopsmøguleikar við sær til HB. Hans Jørgen Djurhuus var tvær ferðir og Magni á lakjuni eina
vindi vinnur á ljósu og lýggju tíðini, man tað onkuntíð kennast eitt sindur einsligt í Vestmannaoyggjunum og á Ólafsfirði, har lívið er heilt øðrvísi um sumrarnar enn um vetrarnar. Gott avrik á Líðarenda [...] tað hevur gingið eitt sindur upp og niður hjá: ? Teir lupu á við fullari ferð, og fyrstu tjúgu minuttirnar stóð nógv á hjá okkum. Teir komu á odda 1?0, og eg hevði sera nógv at gera, men so fór dampurin [...] tóku ikki lut í landsliðsvenjingini í gjár. Um tað gekk, sum roknað varð við, so skuldu teir koma til Havnar í gjárkvøldið, og tá høvdu teir verið leingi á ferð. Triðji seinasta umfarið í íslendsku kappingini
Helgi Hansen í Miðvági hevur verið maskinmaður á flakavirkinum í Miðvági frá fyrsta degi. Hann sigur, at sum heild hevur virkið gingið væl. ? Rættilig gongd koma á virkið í 1982, tá ið Jason Johannesen tók [...] somlu tíðina hevur hetta ljóða fyri oyrunum á okkum, so tað hevur verið eitt sálarligt trýst uttan líka. Mótmæla harðliga Helgi Hansen fylist eisini harðliga á ætlanirnar at miðsavna alt fiskaarbeiði í Havn [...] trýst á fiskavirking fyri at hava virkini opin. Hava tit ikki tríggjar politikarar í oynni? ? Eg havi hvørki sæð teir, ella hoyrt nakað til teir enn. ? Mín meining um teir egnar seg ikki at seta á prent
vistu, hvør var næst á skránni. Ongin hevði hoyrt nakað nýtt úr hennara hondum í meira enn trý ár, og slaturin gekk, at hon við nýggju útgávuni hevði brotið heilt upp úr nýggjum. Meðan hjálparfólkini riggaðu [...] víðkaða konsertsalin á tremur. Onkur fór beinanvegin at røra seg og klappa, men tað vóru ikki øll, sum kendu gamla slagaran beinanvegin í hesari spennandi akustisku útgávuni. Tá kom glið á, og hýrurin bleiv [...] ferðaðist á markinum til tað keðiliga... Góð manning Annars vóru tónleikararnir dugnaligir. Guitarleikarin fylti væl út í ljóðmyndini, serliga tá ið hugsað verður um, at hann var einsamallur guitaristur á palli
Klaksvíkingar vóru í Íslandi á kunningarferð í sambandi við útbyggingarnar á Kósini, gekk sjón fyri søgn at nú er viðvent í holuni og at ís-lendingar nú eru langt frammanfyri okkum á hesum øki. ? Ísland er eitt [...] fólkið fær arbeiðsboð aftur um einar tvær, tríggjar vikur, verður tað á einum nógv meiri nýmótans og framkomnum virkið. Hanus Hansen, stjóri á Kósini, sigur, at øll reinskerihøllin skal gerast ístand, so at [...] hava álit á framtíðini, hetta er heilt einfalt ein spurningur um at yvirliva, sigur Hanus Hansen. ? Skulu vit hava nakran sum helst møguleika at standa okkum í teirri gróthørðu kappingini, sum er á fiskiv
skúla, har sum hann gekk í skúla. Beinir sigur: – Eg minnist, at eg var um at doyggja av nervøsiteti, men kom skjótt yvir tað, tá áhoyrararnir byrjaðu at klappa og syngja við. Aftan á sína fyrstu framførslu [...] førleikar byrjaði eg at skriva sangir á enskum og kom í samstarv við ein spanskan framleiðara, sigur Beinir. Teir arbeiddu við næstu útgávu hjá Beini, sum skuldi vera á enskum, men undir tilgongdini fór røddin [...] trý góð ár í Spania fluttu tey aftur til Føroya beint fyri jól í 2016. Beinir byrjaði at ganga á miðnámi á Kambsdali, og har møtti hann øðrum tónleikarum. – Eg helt fram at skriva sangir og spæla, og fekk