Ikki tikin á bóeli...

Hanne Boel var fyri nógv tað størsta navnið á festivalinum í ár, og salurin var eisini fullur

Eftir at hava lýtt á Linkola, vóru tað tó ikki øll, sum vildu lata teirra góðu sitipláss frá sær fyri at hoyra meira av jazzi hinumegin veggin. Navnið Hanne Boel varð teskað í hornum og skotum; øll vistu, hvør var næst á skránni. Ongin hevði hoyrt nakað nýtt úr hennara hondum í meira enn trý ár, og slaturin gekk, at hon við nýggju útgávuni hevði brotið heilt upp úr nýggjum. Meðan hjálparfólkini riggaðu til hoyrdist kend Boel-løg í hátalarunum aftanfyri, og tað vaks um fepurin...


Fagnað við lógvabrestum

Uppsetingin boðaði tó ikki frá tí stóra. Eftir at Linkola hevði ruddað síni nógvu tól burtur, stóðu bert eitt trummusett, ein synthesizari og nakrar mikrofonir eftir.

Fyrst komu tónleikararnir í bólkinum inn og byrjaðu at spæla - hitaðu fjøldina upp so souldrotningin kundi gera sína stjørnuentré. Hon varð eisini fagnað við lógvabrestum, tá ið hon kom inn á pallin, men torfort var hjá áhoyraranum at halda geistinum uppi, tá hon fór í gongd.


Bara nýtt

Fyrsta hálva tíman spældi hon burturav løg av nýggju útgávu síni, sum áhoyrarin sambært øllum brøgdum ikki kendi - fløgan er eisini sædd til sølu fyri hálvan prís í einum matvøruhandli í Havn, og sigur tað kanska eitt sindur um áhugan og kunnleikan hjá føroyingum til ?Silent Violence³, sum hon kallast.

Tað skuldi ein ?I Wanna Make Love to You³ til at fáa lív í fjøldina, sum fylti tann víðkaða konsertsalin á tremur. Onkur fór beinanvegin at røra seg og klappa, men tað vóru ikki øll, sum kendu gamla slagaran beinanvegin í hesari spennandi akustisku útgávuni. Tá kom glið á, og hýrurin bleiv ikki verri av, at hon helt fram við enn einum hitti ?Don´t Know Much about Love³. Í hesum kendu løgum slapp klaverspælarin rættiliga at vísa síni kynstur.

Hesi groovaðu við hansara jazzuta stíli, ið hóskaði væl til huglagið í løgunum. Men viðhvørt gjørdi hann ov nógv av, og hann ferðaðist á markinum til tað keðiliga...


Góð manning

Annars vóru tónleikararnir dugnaligir. Guitarleikarin fylti væl út í ljóðmyndini, serliga tá ið hugsað verður um, at hann var einsamallur guitaristur á palli - og hann dugdi sítt kramm. At hetta vóru professionel fólk, ið vitjaðu í Norðurlandahúsinum, sóu vit millum annað við teimum 7 guitarunum, sum hann hevði til taks, og sum ein maður burturav tók sær av at stemma undir konsertini. Millum hesi instrumentini var eisini eitt forkunnugt turkiskt streingjaljóðføri, ein saz, ið riggaði væl millum rokktónarnar hjá Boel.


Bassurin bar bólkin

Bassleikarin Moussa Diallo skaraði framúr sum ein høvuðsnerv í bólkinum, og hevði harafturat eina frálíka rødd, sum stuðlaði Hanne Boel í fleiri løgum, og pyntaði hetta eisini sindur upp á ta miseydnaðu royndina hjá ljómborðinum at skapa eitt samplað kórljóð. Ósjarmerandi.


Endurnýggjan ella endurtøkur?

Sum nevnt kendi fjøldin best tey eldru løgini hjá Boel. Men hóast hon hevur endurnýggjað seg og kallað ?Silent Violence³ hennara mest persónligu útgávu higartil, hevur hon varðveitt sín eyðkenda stíl. Eitt stíleyðkenni, ið ein kendi aftur, var hennara serligi sangháttur, ið vanliga hevur við sær at orðini ikki vera so týðiliga framborin, men sum kanska á ein hátt ber sangin og undirstrikar souldámin í framførsluni. Men tá so teksturin einaferð hoyrdist í einari vakrari balladu, hómaðist eisini dygd á hesum økinum.


Upplivingin

Sum heild kann sigast at framførslan var væl skipað. Skráin var progressivt uppbygd, við tað at hon byrjaði heldur varliga við teimum nýggjaru løgunum - kanska kundi hon lagt harðligari út við einum slagara og fangað fjøldina og forvitnið beinanvegin - men lagið á fólki bleiv betri, og saman við teimum gomlu landaplágunum eydnaðist tað hampiliga væl at marknaðarføra ?ta nýggju Honnu³. At ljósshowið eisini riggaði sera væl gjørdi sjálva framførsluna og upplivilsið størri og betri - tað tók ongantíð yvir og bleiv ongantíð ov kámt.

Men Hanne Boel hevur ongantíð verið nakar slóðbrótari á sínum øki, og sjálvt um hon hevur endurnýggjað seg sjálva, fekk tann fullsetti salurin einki óvæntað við heimaftur.


Úr Kina til Grønlands

Hóast hetta var eitt ferðalag, sum hevði ferðast víða og staðið á palli í meira enn eitt ár fyri kinverjum eins og grønlendingum, sást møðin ikki á teimum, tí eina live-framførslu duga tey kortini at selja fólki.

Hanne Boel og co. vóru hampiliga væluppløgd og í festivalhýri. Tað var løgreglan tíbetur eisini - sum lovaði ikki at skriva nakra bót til teir mongu førararnar, ið høvdu sett bilarnar framvið Norðara Ringvegi!