Hvat er í neyðini nýtt?
Líkt er til, at borgarligi vongurin í føroyskum politikki ikki rættiliga fær funnið útav, hvørji móttrekk teir skulu brúka ímóti Javnaðarflokkinum. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin royna nú hvør í sínum lagi at føra seg fram við ósannindum um Javnaðarflokkin, og tað má sigast at vera ein vánalig byrjan á valstríðnum.
Men hin vegin so dylist ikki fyri, at júst henda desperata støðan hjá borgarligu garantunum, Sambandinum og Fólkaflokkinum, er besta prógv um, at stavnamenninir úr báðum hesum flokkum nú eru komnir í neyð og veruliga ræðast ein sterkan Javnaðarflokk.
Men fyrst av øllum ræðast teir úrslitini og ikki minst manglandi úrslitini av egnum politikki.
Men í staðin fyri at fara út í eitt veruligt kjak um viðkomandi politisk evni, so leggja bæði Eilif Samuelsen, Bjarni Djurholm og Óli Breckmann seg nú eftir at føra fram gitingar, og um tað ikki er nóg mikið, so eisini ósannindir.
Framsøgumaður løgmans Eilif Samuelsen:
Eg havi nú altíð havt stóra virðing fyri poliska seriøsitetinum í arbeiðinum hjá Eilif Samuelsen, hóast hann onkuntíð hevur verið eitt sindur óheppin við at rokkið síni mál.
Men at hann skal seta gongd á eina søgu um, at eg og Nyrup skulu hava gjørt eina loyniliga avtalu um bankamálið tykir mær rættiliga paranoid. Hetta sigur varaløgmaður og í bankamálinum virkandi løgmaður, hóast hann bert kann undirbyggja sín pástand við at siga, at hetta er nakað hann heldur.
Sum ovasti politiski leiðari landsins eigur hann sjálvsagt at hava eitt sindur meira trúvirði aftanfyri seg, tá hann fyri opnari mikrofon sigur slíkt. Tað kann valla verða mín uppáva at bera mótprógvini fram, tá landsins leiðsla blakar slíkt út.
Eisini Bjarni Djurholm heldur, at henda søgan kann brúkast, og so fer hann upp í kórið hjá varaløgmanni, tí hann hevði neyvan væntað hesa gongdina í bankamálinum Vit hava jú valstríð í Føroyum.
Sambandsflokkurin roynt hetta áður:
Hvør minnist ikki ræðusøgurnar frá Sambandsflokkinum í 70´unum, tá javnaðarmenn vórðu lagdir undir at vera Guds-avnoktarar, tí vit royndu at útvega okkum fiskimøguleikar hjá russum. Um hetta gav sambandsmonnum ávøkst, dugi eg ikki at siga, men lítið virðiligt var tað.
Inkvisatiónin í Føroyum var sum alt annað nógv hundrað ár ov sein. Men tá var eisini valstríð.
Óli Breckmann og ognarskattur:
Stavnamaðurin hevur so ikki broytt sín politiska gerandisdag, hóast hann nú rundaði tey fimti. Hann ger tað, sum hann altíð hevur gjørt. Hjá honum er tað ?hensigten, som helliger midlet.?
Hetta er neyvan fyrstu ferð, at Óli Breckmann loypir tað út í orð, at nú vilja sosialistarnir innføra ognarskatt og hækkaði arvagjøld. Hann hevur so manga ferðir áður roynt hetta, tá hann einki borgarligt agn hevur við hondina.
Forrestin hava teir roynt hetta við arvagjøldum. Jógvan Sundstein sum fíggjarmálaráðharra royndi at hækka hesi, men vann ikki undirtøku í løgtinginum..
Hóast henda søgan hjá stavnamanninum um ognarskattin so oftani fyrr er roynd, so ger søgan alt til lygns. Tí Javnaðarflokkurin hevur ongantíð, hóast vit hava havt ávirkan og tað stóra, gjørt nakra roynd við ognarskatti, og fer tað heldur ikki.
Javnaðarflokkrin hevur gjørt tykkara spádómar til ósannindir, og ongantíð hava tey verið annað, og verða tað heldur ikki í hesum føri.
Javnaðarflokkurin vil ikki innføra ognarskatt, líka lítið sum Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri einum javnbjóðis býti av landsins ágóðum.
Hví gera teir tað soð
Henda spurning havi eg eisini spurt meg sjálvan, og eg finni ikki annað svar enn tað, at tómligt man vera við nøkrum borgarligum alternativum. Tit hava nú sitið við lansins leiðslu, og tit hava sitið við møguleikunum, men tit hava ikki livað upp til tykkara politikk.
Hóast rangsnúgvingar av hagtølum, so veit føroyski borgarin, at alt ikki gekk, sum prestur prædikaði. Fólkaflokkurin kann nú hyggja aftur á veruleikan og sanna, at tit hava gjørt egnan politikk til skammar:
-skattatrýstið fingu javnaðarmenn í samgongu munandi longur niður, enn tað Fólkaflokkurin megnaði.
-vit fingu prosentvís økt meira um arbeiðsplássini í framleiðsluni, enn Fólkaflokkurin gjørdi.
-Fólkaflokkurin vaks munandi meira um almenna sektorin, enn vit høvdu torað.
-Fólkaflokkurin sovnaði oman á bankamálinum
-Fólkaflokkurin sovnaði oman á skuldarspurninginum
-Fólkaflokkurin hevur gjørt allan sjálvstýrispolitikk til skammar
-vit funnu hurðina, tá vit sóu skriftina á vegginum, men Fólkaflokkurin varð sitandi.
So innast inni skilja vit, hví stavnamaðurin nú pyntar seg soleiðis, sum hann ger. Men vónandi sær veljarin tað sama, sum smádrongurin í ævintýrinum um ?Kejserens nye klæder.?
Jóannes Eidesgaard