Tað sá eitt sindur svart út hjá KÍ móti dystarenda á Norðoyastevnu sunnudagin. Fyrst varð Símin Waag Høgnesen rikin av vøllinum, og stutt seinni var tað Jan Joensen, sum fekk sítt næsta gula kort og tí eisini mátti takka fyri seg.
Støðan var tá 1-1, og hóast KÍ hevði havt greiða yvirvág í spæli móti VB, høvdu teir nú bert níggju mans eftir á vøllinum, meðan VB framvegis hevði allar sínar ellivu.
Tá vóru góðir tíggju minuttir eftir, og VB hevði júst javnað til 1-1. Vágbingar høvdu spælt verjukent allan dystin og vóru nøgdir við javnleik, men við tveimum monnum í yvirtali sóu teir, at møguleikin fyri einum sigri so avgjørt var til staðar. Men í staðin var tað heimaliðið, sum á vøllinum vísti seg sum óblíðir stevnuvertir og fór avstað við øllum.
Sum ikki einaferð var tað Rógvi Jacobsen, sum syrgdi fyri, at stigini vórðu verandi í Klaksvík, men tað var Jan Andreasen, sum átti stóra heiðurin fyri sigursmálið. Sum aftasti maður hjá KÍ breyt hann eitt VB-kontraálop og fór sjálvur allan vegin fram móti brotsteiginum hjá vágbingum. Á vegnum dróg hann fleiri VB-arar til sín og sendi so inn til Rógva, sum staddur inni í brotsteiginum takklaði seg ígjøgnum og skoraði til 2-1. Við níggju monnum hevði tað eydnast KÍ at fingið enn eitt mál, sum eisini vísti seg at verða tað avgerandi í dystinum.
KÍ var annars betra liðið í dystinum. VB lá langt afturi á vøllinum og lúrdi upp á kontraálopini. Tað uppleggið hevur riggað væl fyrr, eitt nú í Gøtu, men hesa ferð gekk tað ikki. Í fyrra hálvleiki høvdu klaksvíkingar bóltin so at siga alla tíðina, men kortini var tað VB, sum hevði teir størstu kjansirnar. Eina ferð tók Gunnar á Steig, og eina ferð bjargaði Jan Andreasen á sjálvari málstrikuni.
Í hinum endanum var John Hansen tvær reisur nær við at geva heimaliðnum leiðsluna, men báðu ferðirnar fekk Bjarni Johansen bjargað til hornaspark.
Bíðaðu leingi
eftir málunum
Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði. KÍ hevði spælið, men fekk ikki teir stóru málkjansirnir burturúr, meðan VB bíðaði eftir kontramøguleikunum. Tíðliga í seinna hálvleiki var Zoran Mancic, sum í hálvleikinum kom inn fyri Olgar Danielsen, nær við at skora móti sínum gomlu liðfeløgum, men hóast jugoslavin var leysur, bjargaði Bjarni, og so fór bólturin út til málspark.
Men tá ein tími var spældur, fingu klaksvíkingar hol á. Rógvi Jacobsen stakk seg framum ein VB-verjuleikara og fekk sent bóltin framvið Bjarna Johansen, ið ivaleyst ikki hevði roknað við vandanum og stóð sum negldur í vøllin.
Við málinum tók KÍ heilt yvir á vøllinum, men alt fór í fisk, tá eitt gott korter var eftir av dystinum. Einsamalli áleyparin hjá VB, Jón Pauli Olsen, stóð knappliga einsamallur í brotsteiginum, men KÍ fekk vart fyri til hornaspark. Eftir eitt sindur av ping-pong spæli framman fyri KÍ-málinum endaði tað við málroynd, og inni á málstrikuni stóð Símin Waag Høgnesen, sum setti hondina fyri bóltin. Reytt kort til Símin og brotsspark til VB.
Brotssparkið setti Milan Culjic trygt í netið, og so stóð aftur á jøvnum.
Klaksvíkingar vóru nú í minniluta, og lítla løtu seinni bleiv støðan enn verri, tá Jan Joensen eftir eina takkling fekk gult kort. Tað hevði hann eisini fingið fyrr í dystinum, og tískil noyddist hann somu leið sum Símin, so KÍ seinastu tíggju minuttirnar spældi við níggju monnum.
VB hættaði sær nú eitt sindur longri fram á vøllin, men tað var torført hjá teimum at umstilla seg, og málkjansir komu teir ikki fram til. Í staðin var tað KÍ, sum hóast undirlutan í tølum framvegis hevði yvirvág á vøllinum.
Og tveir minuttir eftir reyða kortið hjá Jan Joensen skoraði Rógvi Jacobsen so sigursmálið eftir gott forarbeiði av Jan Andreasen.
Stutt seinni var dysturin lokin, og KÍ hevði ognað sær trý stig afturat, so munurin upp til oddaliðið HB minkaði niður í tvey stig.
Tey kunnu takast inn aftur longu komandi sunnudag, tá oddadystur verður í Gundadali millum júst HB og KÍ. Tá mugu klaksvíkingar spæla uttan Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen, sum báðir eru leikbannaðir. Hinvegin kemur Kurt Mørkøre, sum var leikbannaður sunnudagin, inn aftur í miðverjuna, har Heðin á Lakjuni ivaleyst verður verandi.