Heildarætlanin fyri Tjóðsavnið í Hoydølum løgd fram

Nógv fólk var komið saman í Auluni í gamla Studentaskúlanum í Hoydølum, tá heildarætlanin um Tjóðsavnið í Hoydølum varð løgd fram hóskvøldið 11. desember.

Framløgur vóru um heildarætlanina hjá Tjóðsavninum, um søgu og bygningar, og umboð fyri Tórshavnar kommunu greiddi frá um frílendisætlanina í økinum. Ætlanin var eisini lýst við eini framsýning, ið aftur verður at síggja í Auluni í gamla Studentaskúlanum á Sanatoriivegi 11, sunnudagin 14. desember, kl. 14-16.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, helt hesa røðuna á tiltakinum:

 

Gott kvøld!

 

Eg eri serstakliga fegin um at kunna bjóða tykkum vælkomnum til hetta tiltakið, har ætlanin um at staðseta Tjóðsavnið í Hoydølum verður løgd fram alment.

 

At byggja tjóðsavn í Føroyum er ikki nakar nýggjur tanki. Savnsøkið varð skipað við løgtingslógum longu í 1950-unum. Løgtingslóg um fornminnissavn kom í 1952 og løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn í 1955 – og líka síðani hevur javnan verið tosað um tørvin á savnsbygningum, bygdir til endamálið.

 

Fyrstu árini hildu søvnini til á Debesartrøð, í Gróthúsinum og í Bátahøllini. Í 1980-unum flutti umsitingin hjá Fornminnissavninum niðan í gomlu Royndarstøðina í Kúrdali í Hoyvík og Náttúrugripasavnið hevði høli í Fútalág og í Kaldbak.

 

Ætlanir vóru um at byggja nýtt Tjóðsavn í Kúrdali og ætlanir vóru um Náttúrugripasavn í Sandagerði. Stórur tørvur var á goymsluplássi, og bygningurin í Brekkutúni í Hoyvík varð tí keyptur í 1994. Har lat framsýningin hjá Fornminnissavninum upp í 1996 - sum ein fyribilsloysn. Og har er framsýningin hjá Tjóðsavninum framvegis.

 

Tá tað fyri umleið 15 árum síðani gjørdist greitt, at Føroya Studentaskúli skuldi flyta úr Hoydølum, vóru tankar frammi um at staðseta eitt nýtt tjóðsavn í økinum. Hetta varð tó ikki til veruleika í fyrstu syftu, men í fjør fóru Landsverk og Tjóðsavnið undir at kanna møguleikan fyri at brúka gamla Sanatoriibygningin til umsiting hjá Tjóðsavninum.

 

Samstundis var blámusoppur staðfestur í goymsluni í Brekkutúni. Niðurstøðan var, at skynsamasta loysnin var at byggja ein nýggjan goymslubygning aðrastaðni. Eitt grundstykki er keypt í útstykking hjá Sjóvar kommunu innan Glyvur, og arbeiðið at byggja nýggja goymslu fer eftir ætlan í gongd næsta ár.

 

Tað gjørdist skjótt greitt, at Hoydalar kundu gerast ein einastandandi karmur um virksemið hjá Tjóðsavninum og tí varð ætlanin at brúka Sanatoriibygningin til umsiting hjá Tjóðsavninum víðkað til eisini at fevna um starvsstovur, verkstaðir og framsýning – og til náttúruna í økinum. 

 

At Hoydalar eru serstakar – tað vistu tey, ið bygdu tuberklasanatorium í niðaru Hoydølum fyrst í 20. øld. Staðið varð valt, tí her var veðurgott, vakurt og friðsælt. Náttúran á staðnum við vøkstri og gøtuskipan gjørdist eisini partur av lekjandi viðgerðini á Sanatoriinum.

 

##med2##

 

Frá 1965 og hálva øld fram vóru Hoydalar eisini framúr sum karmur um Føroya Studentaskúla og seinni eisini HF-skeiði.

 

Seinastu 5 árini hevur LISA, Listafólkasamband Føroya, umsitið høli til listafólk í gomlu gentukostdeildini og øðrum smærri húsum, ið hoyra til Sanatoriið og Tórshavnar kommuna hevur havt skúla- og dagstovnavirksemi í gamla studentaskúlabygninginum.

 

Ætlanin er, at Tórshavnar kommuna framvegis leigar gamla studentaskúlan og at listaliga virksemið hjá LISA verður verandi í nøkur ár – í øllum førum til onnur hóskandi høli eru funnin. 

 

Sanatoriið í Hoydølum við umliggjandi øki varð friðað í fjør, og saman við frílendisætlanini fyri Boðanes og Hoydalar hjá Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuni er talan um eina heilt serstaka heild, ið egnar seg einastandandi væl til eitt tjóðsavn fyri náttúru og mentan.

 

Og tað er tann ætlanin, ið verður løgd fram í kvøld.

 

Kring allan heim hava tjóðsøvn í meira enn 200 ár verið týðandi stovnar fyri varðveiting, gransking og miðlan av náttúru og mentanararvi.

 

Við teimum avbjóðingum, ið heimurin stendur yvirfyri, eru tjóðsøvn, ið eru álítandi, atkomulig og opin, meira viðkomandi enn nakrantíð.

 

Tað er mín vón, at tíðin er komin til, at Føroyar fáa eitt virðiligt tjóðsavn.

 

##med3##

 

Eitt tjóðsavn, ið er ein mentanarmiðdepil fyri vitan, læring, trivnaði, staðsett í einum einastandandi umhvørvi. Eitt tjóðsavn, ið vit kunnu savnast um og vera errin av.

 

Ein mentanarmiðdepil, har vit kunnu samskifta um okkara náttúru, mentan og samfelag - har vit kunnu mennast, undrast og gleðast um alt tað, ið ríkar okkum og ger okkum til eitt fólk, eitt land, eina tjóð.

 

Takk fyri.

 

##med4##