Hósdagin varð ein stórur partur av Kósavirkinum í Klaksvík stongdur.
Men tað er ikki tí at vinnuliga flaggskipið í norðoyggjum er í fíggarligum trupulleikum, at tað verður stongt.
Tvørturímóti. Tí tað verður bara stongt fyribils.
Og ímeðan tað er stongt, er ætlanin at gera ístand og at seta nýggja útgerð upp fyri einar seks milliónir krónur.
So tá ið fólkið fær arbeiðsboð aftur um einar tvær, tríggjar vikur, verður tað á einum nógv meiri nýmótans og framkomnum virkið.
Hanus Hansen, stjóri á Kósini, sigur, at øll reinskerihøllin skal gerast ístand, so at hon verður sum spildurnýgg.
Síðani skal ein nýggj , framkomin ?flowlinja? setast upp, sum er keypt úr Íslandi.
Talan er um eina ?flowlinju? sum á ein hátt er nýskapandi í fiskivinnuni við tað, at tað flakið, sum fer vinstrumegin, verður verandi vinstrumegin.
?Tað vil siga, at hvør reinskerari fær altíð sama slag fløk at skera, sum venda sama veg, sigur Hanus Hansen.
Hóast hetta ikki ljóðar av so nógvum í oyrunum á teimum flestu, heldur hann, at nettupp hetta kann fáa rættiliga stóran týdning fyri framleiðsluevnini hjá Kósini.
Somuleiðis fær Kósin ein kutara afturat. Tað er ein maskina, sum sker fløkini í smærri bitar.
? Men hendan útbyggingin ber í sær, at bara tann parturin av flakinum, sum bein er í, fer til konurnar, sum skera. Restin fer víðari av sær sjálvum.
Sostatt hevur Kósin tá tveir kutarar, ein hvørju megin flowlinjuna.
Hanus Hansen sigur, at eisini hendan nýgerðin skuldi gjørt arbeiðið meiri effektivt.
Hann sigur, at somuleiðis er ætlanin at gera eina minni íløgu í maskinur og tiðnara, so at tað ber til at keypa og arbeiða frystan fisk.
Endamálið við hesari íløguni er at tryggja virkinum støðuga rávøru.
M.a. hevur Kjølbro keypt Gilston, sum eftir ætlan, í hvussu so er partvís, skal frysta fisk rundan og avreiða hann til Kósina.
Mugu fylgja við
Tilsamans er hetta ein íløga, sum kostar Kósini umleið seks milliónir krónur.
Men tá ið teir fara undir eina so stóra íløgu, má tað væl vera tí, at teir hava góðar vónir til framtíðina. ella hvussu?
? Hetta er ikki ein spurningur um at hava álit á framtíðini, hetta er heilt einfalt ein spurningur um at yvirliva, sigur Hanus Hansen.
? Skulu vit hava nakran sum helst møguleika at standa okkum í teirri gróthørðu kappingini, sum er á fiskivinnuøkinum, er tað neyðugt at hava tað nýggjastu tøknina.
? Uttan tað mest nýmótans tøknina, koma vit ikki at standa okkum á altjóða marknapinum.
Mugu fylgja við tíðini
Hanus Hansen sigur, at hesi seinastu 15-20 árini hevur fiskivinnan á landi í Føroyum ikki fylgt nóg væl við tíðini, hvat tøkniligu menningini viðvíkur.
? Tað er eitt stórt afturstig, tí vit minnast øll, at tá ið Kósin, og onnur flakavirki vórðu bygt, vóru tey virkini á so høgum støði, sum onga aðrastaðni.
? Og tá komu eitt nú íslendingar til Føroyar at forvitnast og at kunna seg við fiskavirking.
? Teir vóru m.a. á Kósini og sóu, hvussu frammaliga teir vóru og heimafturkomnir tóku teir táttin upp eftir okkum og fóru at byggja fiskivinnuna á landi upp, eftir sama leisti, sum vit høvdu gjørt tað.
? Men síðani eru vit í Føroyum tíverri afturútsigld so tað munar.
? Fiskivinnan í Føroyum hevur havt so trong kor fíggjarliga, at tað hava ikki verið ráð til tær neyðugu endurnýggingarnar.
? Og nú Klaksvíkingar vóru í Íslandi á kunningarferð í sambandi við útbyggingarnar á Kósini, gekk sjón fyri søgn at nú er viðvent í holuni og at ís-lendingar nú eru langt frammanfyri okkum á hesum øki.
? Ísland er eitt av londunum, sum vit kappast ímóti M.a. tí er tað neyðugt hjá okkum at fylgja við tíðini og útbyggja okkum, so at vit alla tíðina hava tað nýggjastu tøknina í fiskivinnuni.
Hanus Hansen dylir tó ikki fyri, at hóast hendan íløgan hjá Kósini er neyðug, er tað eisini við góðum treysti, at farið verður undir hana.
? Vit halda, at tað sær at sindur ljósari út nú.
? Eitt ávíst bjartskygni er farið at breiða seg og fíggjarliga úrslitið í fiskivinnuni er batnað munandi seinastu árini, sigur Hanus Hansen.










