Tá Beinir var átta ára gamal, byrjaði hansara tónleikaleið. Hon byrjaði við einari konsert fyri næmingunum í Runavíkar skúla, har sum hann gekk í skúla. Beinir sigur: – Eg minnist, at eg var um at doyggja av nervøsiteti, men kom skjótt yvir tað, tá áhoyrararnir byrjaðu at klappa og syngja við.
Aftan á sína fyrstu framførslu, fekk hann blóð upp á tonnina, og valdi at stovna ein bólk ið æt “Óvita Blues Band”, saman við beiggja sínum og einum vinmanni.
– Vit spældu gomul blues coverløg, og vóru altíð í hatti og sólbrillum, sigur Beinir.
Eftir at Beinir hevði spælt fleiri konsertir við “Óvita Blues Band”, fór hann víðari, og gjørdist ein partur av bólkinum “Kular Røtur”. Um hetta mundið fekk Beinir eyga fyri sangskriving, og skrivaði so sítt fyrsta lag, ið eitur “Vov Vov” saman við hinum í “Kulum Rótum. Tí sanginum tóku fólk sera væl í móti, og tey ferðaðust runt alt Føroyar at halda konsertir.
Beinir helt so fram at skriva sangir, og í 2013 gav hann sína egnu plátu út, har sangurin “Sápubløðran” var á.
##med2##
Í 2014 avgjørdi familjan og Beinir at flyta til Spania. Í Spania sá Beinir, at verðin var meira enn bara Føroyar, og byrjaði so at droyma um eina lívsleið sum tónleikari.
– Hóast manglandi førleikar byrjaði eg at skriva sangir á enskum og kom í samstarv við ein spanskan framleiðara, sigur Beinir.
Teir arbeiddu við næstu útgávu hjá Beini, sum skuldi vera á enskum, men undir tilgongdini fór røddin hjá honum tíverri í skifti, og plátan bleiv ongantíð liðug.
##med3##
Eftir trý góð ár í Spania fluttu tey aftur til Føroya beint fyri jól í 2016. Beinir byrjaði at ganga á miðnámi á Kambsdali, og har møtti hann øðrum tónleikarum.
– Eg helt fram at skriva sangir og spæla, og fekk samband við danska plátufelagið The Bank Music, sigur Beinir.
##med4##
Tá ið hann var liðugur á miðnámi, flutti hann til Danmarkar fyri at leggja alla sína tíð í tónleikin.
Tey seinastu trý árini hevur Beinir arbeitt við nógvum dugnaligum fólkum, og nú í heyst gevur Beinir út sína komandi heildarútgávu. Hann hevur gjørt hesa heildarútgávuna í samstarvi við framleiðararnar Søren Christensen og Anders Bønløkke.
##med6##
Hvussu var at vera barnastjørna?
– Eg minnist aftur á tíðina sum barnastjørna við einum stórum smíli, sigur Beinir.
##med7##
Tað at vera barnastjørna gav Beini dirvi at framføra og vísti honum, hvat tónleikur var fyri hann.
Hvussu er so at gerast vaksin og at halda fram við tónleikinum?
– Eg geri í roynd og veru bara tað, ið eg elski, nevniliga at skriva og spæla tónleik, sigur Beinir.
Men hann merkir tó, at hann má trýsta seg sjálvan at vera meira djarvur við hvørt. Tá ið hann var yngri, hugsaði hann ikki um tað.
– Eg koyrdi bara áhead.
##med5##
Beinir heldur, at tað virkar sera nattúrligt at gerast vaksin og halda fram við tónleiki.
Nú roynir tú teg sum tónleikari í Danmark. Hvussu er tað og hvussu gongur?
Tað gongur sera væl í Danmark sum tónleikari, sigur Beinir.
Tvey stakløg hjá Beini eru komin út, tey eita “Greener” og “Romeo”. Bæði hava fingið góða móttøku, og eru í umferð í donskum útvarpum.
– Eg fekk møguleika at framføra Romeo, og hava eina samrøðu um mína konsertferð “Unknown Location Tour” í Go’ Morgen Danmark, sigur Beinir.
Beinir er eisini sloppin at spæla live í P4, ið er stór útvarpsrás í Danrmark.
Síðan Beinir kom til Danmarkar, hevur hann verið á konsertferðum við Dopha, Stine Bramsen og Jonah Blacksmith.
Beinir hevur framført solo, men tann 27. apríl fer hann at halda sína fyrstu egnu konsert við bólki á spælistaðnum Hotel Cecil í Keypamannahavn.
– Tað hendir nógv spennandi alla tíðina, og eg gleði meg sera nógv at spæla nýggju løgini í apríl, sigur Beinir.
Hevur tú dreymar og ætlanir fyri framtíðina, tá tað snýr seg um tónleikin?
– Mín dreymur er at halda fram við tónleikinum og at deila hann við so nógv fólk sum gjørligt, sigur Beinir.