dómarapør, sum harafturímóti skuldu døma so nógvar dystir sum gjørligt. At byrja við vóru tað helst fleiri, undirritaði íroknaður, sum funnust at, a teir í fleiri førum ikki tóktust nóg avgjørdir, men sum árið [...] tvey ymisk dómarapør, sum fara at leiða teir báðar finaludystirnar uppi á Hálsi í dag. Hjá kvinnunum verða tað altjóða dómarar okkara, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, sum skulu stýra dystinum. Einki [...] Dánjal Hansen, sum skulu hava ábyrgdina av leiðsluni. Teir báðir hava nú í nøkur ár dømt saman, og tá inniverandi kappingarár byrjaði, var gjørt av, at hetta skuldi verða eitt av teimum pørum, sum skuldu fáa
frensinum, so fýsir hann. Men hesi ýlini, sum nú hoyrast frá teimum, sum halda seg hava einarætt til fiskivinnu undir Føroyum, eru nógv vandamiklari enn ein frensur, sum kanska kann klóra eitt sindur. Taktikkurin [...] fólki so mikið sum, at hann visti ikki, hvat hann vildi har handan dagin. Hann var so avsporaður, og hann gjørdi sær so fullkomuliga fyri skommum, at tað hevði...?betri verið honum heima at sitið, tann [...] eru vitni til, er rættiliga vandamikið. Her hava vit eitt ráð, sum er sett at ráðgeva Landsstýrinum. Ráðið kemur við eini tilráðing, sum arbeiðssetningurin jú er. Men í staðin fyri at viðgera tilráðingina
stórfelag, sum leigað hevur, tí teir 80 stólarnir í flogfarinum eru úr ljósgráum leðri, sum er eyðkennið hjá hesum stóra flogfelag. Hesir 80 stólarnir viga góð 300 kilo meiri enn vanligu stólarnir, sum Atlantic [...] løtan hjá felagnum og nú fóru eisini góðir møguleikar at vera fyri at menna flogferðsluna bæði úti sum heima hjá felagnum, nú nýggja flogfarið eisini er komið. Og hann nevndi, at longu sama kvøld klokkan 7 [...] hjá øllum føroyingum og tað vóru so mangir føroyingar komnir at fegnast um eisini saman við teimum, sum høvdu hetta til sítt dagliga arbeiðspláss. Í røðu síni, segði stjórin, Magni Arge, at hetta var størsta
oynni var Kári Johannesen í Fuglafirði tann, sum hevði orðið vegna tænastuvinnurnar í oynni. Kári Johannesen vísti á, at í Eysturoy eru nógvar tænastuvinnur, sum veita vinnulívinum, húsarhaldunum og tí einstaka [...] Eysturoy, brúkti Kári Johannesen sítt egna virki sum dømi. Á fundinum vóru bæði lands? og lokalpolitikarar. Kári Johannesen nýtti høvið at lýsa viðurskifti, sum hann við royndum frá sínum virkjum vildi ynskt [...] virkisnøvnunum, sum tað tey seinnu árini hevur verið alt meiri at hoyrt um, og hesa seinastu tíðina hevur ikki so sjáldan verið at hoyrt um Hydro?Tech á Eiði. Aftanfyri hesi bæði eru feløg, sum arbeiða innan
áskoðari skemtiliga fyri, at nú kundi Neistin bara royna at verja sum frægast, og síðani nøla øll álopini, so skuldu stigini bæði helst verið heima. Hetta var helst ikki ætlanin hjá Neistavenjaranum, Páll Poulsen [...] soleiðis út. Tað syndri av ferð, sum í fyrra hálvleiki hevði verið á spælinum, var nú heilt burtur, og bæði liðini tóktust eisini bert at hava eitt fyri eyga. At avgreiða dystin sum skjótast, soleiðis at sleppast [...] onkrar avleveringar við síðuna av manninum, sum tær vóru ætlaðar, var bert flent at hesum, og yvirhøvur tóktist líkasælan at valda. Rætta mótstøðuliðið Sum nevnt omanfyri, so var KÍF helst rætta liðið
Goliat, sum framvegis situr á fjóðringinum av føroyska brævbjálvamarknaðinum. Ein fjóðringur, sum er gull verdur. Hetta kemst av, at tað eru nógvir smærri brúkarar ? bæði stovnar og virkir ? sum enn nýta [...] hjartað í føroya einasta brævbjálvavirki. Familjufyritøkuni Tonito á Eiði, sum framleiðir 75 prosent av øllum brævbjálvum, sum verða brúktir í Føroyum í dag. Ein risi í føroyskum høpi. Men ein pinkuligur [...] týdningarmikið at tálma innflutningin sum at menna útflutningin, minnir hann á. Trupul byrjan 90-ini vóru ein hørð roynd fyri ídnaðarvirkið á Eiði. Samstundis sum eftirspurningurin eftir brævbjálvum sveik
Ein av teimum ítróttargreinum, sum vit vanliga ikki hoyra so nógv um her heima, er karate. Tó so, íðkararnir her á landi eru fleiri, og flestu teirra gera nógv við venjingina. Vanligt er í øðrum ítrót [...] kunnu fáa nakað av íblástri. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi hjá teimum, sum íðka karate, og tað er ikki hissini vitjan, sum tey í gjár fingu úr Danmark. Heimsins besta Tað er nevnliga soleiðis, at danski [...] so nógv á skaftið sum gjørligt. Tey bæði, Lone og Michael fara aftur til Danmarkar sunnudagin. Havnar Karatefelag hevur í ár 10 ár á baki, og eru einir 100 limir í felagnum. Tey, sum luttaka aktivt í
lætt hjá onkrum skyldfólki í útheiminum at minnast onkran yvir alnetið, sum tað er hjá teimum, sum standa á kirkjugarðinum heima í Føroyum. - Tað er nógv at hugsa um í sambandi við deyða og jarðarferð [...] mindesiden.dk kunnu avvarðandi seta ein gravstein yvir tey, sum eru farin. Møguleiki er at leggja myndir, minningarorð og upplýsingar um tey, sum eru farin, á síðuna hjá felagnum av Fjóni. Fyri tveimum vikum [...] nýggjur miðil, líka sum bløðini einaferð vóru tað, siga fólkini aftanfyri heimasíðuna. Ein møguleiki afturat Mindesiden.dk sigur seg bjóða fram møguleikan við virðing fyri teimum, sum eru farin, og fyri
teimum eg hoyrdi sum barn í Oyndarfirði, har tey vaksnu greiddu frá tí, tey mintust frá tí, sum teimum var fortalt av fólki longur aftur í tíðini. Og sjálvur stílurin er so føroyskur, sum hann kann vera [...] eru samrøður, sum Tomás hevur hoyrt, sum hann hevur skrivað niður og tær minna nógv um samrøðunar vit hoyra heim í Føroyum. Her er eitt dømi um pápan og Tomás, ein maður úr bygdini, sum kom at vitja: »Tað [...] siga eina søgu, hevur júst somu evnini sum ein góður rithøvundur. Hann roynir seg vara ikki við penninum, men tað hann sigur frá er eisini skaldskapur. Ein søga, sum bara nevnir fakta er ein keðilig søga
Tórshavn. Men tað tykist mær, sum øll vilja búseta seg í Havn, har tað mangan tykist vera hægsti móti ikki at hava tíð. Tað skilji eg ikki rættiliga, sigur Friðrika, sum kortini púra sjálvboðin leitar [...] óspiltu náttúruni. Her er nakað so einfalt sum friður, ið gevur fuglasongi, jarmi og áarsuði rúmd... Og Friðrika er fullvís í, at børnini við Gjógv hava tað eins gott, sum onnur føroysk børn, ið tey eiga framtíðina [...] fullkomuligari kvirru, sigur hon og flennir hart. Árstíðartreytað trongd Friðrika Mortensen hevur, sum áður nevnt, ikki slept høvuðsstaðnum heilt. Tað hevur týdning fyri hana og familjuna at sleppa av bygdini