Gravsteinur á alnetinum

ALNETIÐ. Eitt danskt felag bjóðar nú avvarðandi at seta ein gravstein yvir teirra kæru á alnetinum

Møguleikarnir fyri at brúka alnetið eru markleysir, og nú bjóðar eitt danskt felag eina nýggja tænastu fram.

Á www.mindesiden.dk kunnu avvarðandi seta ein gravstein yvir tey, sum eru farin. Møguleiki er at leggja myndir, minningarorð og upplýsingar um tey, sum eru farin, á síðuna hjá felagnum av Fjóni.

Fyri tveimum vikum síðani greiddu vit frá, at tað bar til at keypa njósnaramyndir yvir alnetið, men hesin nýggi møguleiki er bara ein av fleiri merkisverdum tiltøkum.

Vanligu kirkjugarðarnir røkka ikki langt út í heim, men tað ger alnetið, og framyvir verður tað kanska líka lætt hjá onkrum skyldfólki í útheiminum at minnast onkran yvir alnetið, sum tað er hjá teimum, sum standa á kirkjugarðinum heima í Føroyum.

- Tað er nógv at hugsa um í sambandi við deyða og jarðarferð, men tað øll viðurskifti eru fingin upp á pláss, eru tað ofta minni, sum tey avvarðandi vilja hava fram, og tað er við hesum í huga, at mindesiden.dk bjóðar seg fram.

Soleiðis verður grundgivið fyri tiltakinum á heimasíðuni hjá mindesiden.dk

- Tað kann helst tykjast løgið fyri mong at fáa gera eina minnisíðu á alnetinum, men hetta er bara ein nýggjur miðil, líka sum bløðini einaferð vóru tað, siga fólkini aftanfyri heimasíðuna.


Ein møguleiki afturat

Mindesiden.dk sigur seg bjóða fram møguleikan við virðing fyri teimum, sum eru farin, og fyri at avvarðandi kunnu lata minnini livað á alnetinum.

Ein minningarorð ella ein tøkk í einum blaði er horvin dagin eftir, at tað hevur verið á prenti, meðan mindesiden.dk sigur seg kunna bjóða fólki pláss á teirra síðu fyri alla tíð - og í hvussu so er 20 ár, sjálvt um fyritøkan skuldi givist.

Tað kostar góðar 1000 krónur at fáa sær eina síðu hjá donsku fyritøkuni, og síðani eru eykagjøld alt eftir hvussu umfatandi síðan skal verða við myndum og teksti.

Fyritøkan heldur, at hetta er ein nýggjur møguleiki afturat gravsteinum á kirkjugørðum, og annars skulu hesi ikki samanlíknast. Alnetið kann tryggja komandi ættarliðum minni um skyldfólk, tey ongantíð kendu, og tað heldur fyritøkan á Fjóni verða ein vakran tanka.

Tað er tað ivaleyst eisini - www í friði.